
Síðan 2008 hevur Mentamálaráðið arbeitt við at fáa til vega nýggjar og tíðarhóskandi námsætlanir og próvtalsstiga til føroyska skúlaverkið. Royndir lærarar í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlunum hava orðað uppskot til nýggjar námsætlanir, sum síðan eru ritstjórnaðar í Mentamálaráðnum.
Nýggju námsætlanirnar og próvtalsstigin verða sett í gildi fyri fólkaskúlan frá skúlaársbyrjan 2011 og fyri miðnámsskúlarnar frá august 2012.




