Seinast broytt: 
Mai 2015
Viðmerking: 
Broytingin fevnir um ásetan av síðutali í sambandi við ókenda tilfarið, tá ið farið verður til munnliga próvtøku
Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Lærugreinin átrúnaður lýsir, greinar, tulkar og metir um átrúnað, trúarspeki, lívsfatanir, siðfrøði og lívsspurningar, sum mynda hin einstaka og samfelagið í søguligum og nútíðar høpi. Lærugreinin stuðlar eisini næmingunum at skilja egnan samleika og søgu, átrúnaðarligan og sosialan felagsskap umframt heimsátrúnað og mentan.

Átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar spretta av lívskorum og upplivingum hjá menniskjum í lívi og deyða, gleði og sorg, njóting og líðing, í longsli og leitan eftir meining, endamáli og innihaldi í tilveruni. Átrúnaður stavar eisini frá tí ásannan, at lívið er virðismikið og heilagt, og tí má livast við ábyrgd. Átrúnaður lýsir og tulkar harumframt grundupplivingina og kensluna av, at náttúran og menniskjað eru partur av guddómligum, skapandi mátti, sum ber alheimin, og sum gevur tilveruni lívsdygd. Hesa fatan, uppliving og kenslu gevur menniskjað til kennar á fjølbroyttan hátt, bæði  hugvísindaliga og átrúnaðarliga:

  1. átrúnaðarliga í skipaðari orðing av trúgv, trúarlæru, lívsfatan og heildartulking av tilveruni
  2. súmbolskt á myndamáli í frumsøgum og lívssøgum
  3. eksistentielt og filosofiskt í tilverutulking, trúarspeki, lívsáskoðan og lívsavgerðum
  4. siðfrøðiliga í siðalæru og atferð
  5. rituelt í súmbolskari atferð
  6. sálarfrøðiliga og fenomenologiskt í leitan eftir meining, endamáli og lívsinnihaldi í tilveruni
  7. kensluliga í átrúnaðarligum upplivingum, t.d. bøn, meditatión, tónleiki, sangi og mystikki
  8. samfelagsliga í átrúnaðarligum og sosialum felagsskapi
  9. materielt við halgistøðum, kirkjum, samkomuhúsum, høggmyndum, myndlist, súmbolum, filmi, leiklist og aðrari skapandi list.

Átrúnaður er á henda hátt ein heildartulking av menniskjans tilveru.

Átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar umboða sostatt eisini eksistentiellan lívsmøguleika og lívshátt, sum eyðkennir menniskjað, og sum lærugreinin viðger.


2. Endamál

Undirvísingin í átrúnaði hevur til endamáls:

  1. at næmingurin mennir sínar førleikar so, at hann gerst førur fyri at skilja tann týdning, átrúnaður, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar hava fyri lív, hugburð og atferð hjá tí einstaka menniskjanum í samskiftinum við onnur menniskju, samfelag og náttúru
  2. at næmingurin fær kunnleika um kristna trúgv, mentan, lívsáskoðan, siðfrøði og lívsspurningar við støði í egnum samfelag, og um annan átrúnað og lívsfatan, sum næmingarnir møta bæði í egnum umhvørvi og altjóða høpi
  3. at næmingurin fær førleikar at skilja og greina tekstir og annað keldutilfar, sum lýsir átrúnað, lívsfatan, siðfrøði og lívsspurningar
  4. at næmingurin fær førleikar, so at hann mennist í egnum og altjóða høpi, skilir egna og aðra mentan, evnar at taka lut í altjóðagerðini, at vísa virðing og taka støðu og ábyrgd í einum fólkaræðisligum samfelagi
  5. at lýsa, greina, skilja, tulka og meta um heimsátrúnað, trúarspeki, siðfrøði, lívsáskoðanir og lívsspurningar menniskjans
  6. at næmingurin fær vitan um og innlit í fjølbroyttan átrúnað og átrúnaðarliga virknaðarsøgu við høvuðsdenti á kristindóm, heimsátrúnað, trúarspeki, siðfrøði og lívsáskoðanir, bæði í fortíð og nútíð
  7. at næmingurin fær førleika til vísindaliga at greina og tulka keldutilfar sum lýsir átrúnað, trúarspeki, siðfrøði og grundleggjandi átrúnaðarlig fyribrigdi, súmbol og hugmyndir
  8. at næmingurin fær innlit í tann týdning, átrúnaður, trúarspeki, siðfrøði, lívsáskoðanir og lívsspurningar hava fyri hin einstaka og medmenniskjað í samfelag, søgu, náttúru og mentan
  9. at næmingurin mennir sín førleika at meta um og taka støðu til átrúnað, trúarspeki, siðfrøði, lívsáskoðanir og lívsspurningar í einum fjølbroyttum og fólkaræðisligum samfelag.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í átrúnaði á C stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingarnir fara til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum

Lærugreinin átrúnaður á C stigi hevur fýra kjarnaøki. Økini á teimum ymisku stigunum umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Kjarnaøki

Kjarnin í undirvísingini í átrúnaði á C-stigi er kristindómur, heimsátrúnaðir og átrúnaðir hjá náttúrufólki, umframt etikkur og lívsfatanir í nútíðarhøpi. Undirvíst verður á vísindaligum stigi. Í undirvísingini verða átrúnaðir og átrúnaðarlig fyribrigdi lýst og viðgjørd í mun til einstakling, felagsskap, samfelag, mentan og náttúru. Undirvíst verður í uppruna, søguligari tilgongd, nútíðar útsjónd.

Kjarnaøkini eru hesi:

  1. Kristindómur
  2. Heimsátrúnaðir
  3. Átrúnaður hjá náttúrufólki
  4. Etikkur, religiónsfilosofi og lívsfatanir í nútíðarhøpi

Í øllum kjarnaøkjum verða átrúnaðarlig, heimspekilig og siðfrøðilig fyribrigdi og hugtøk, sum lýsa lívsfatan, heimsfatan, gudsfatan, náttúrufatan, samfelagsfatan og menniskjafatan, viðgjørd.

Sambandið millum átrúnað og mentan verður lýst, og víst verður á, hvønn týdning átrúnaður, trúarspeki, siðfrøði og lívsáskoðanir hava fyri hin einstaka, samfelag og náttúru.

Undirvísingartilfarið skal fevna bæði um klassiskar og nýggjar viðkomandi og umboðandi tekstir. Myndlist, leiklist, filmar og annað hóskandi tilfar kann eisini nýtast.

Teldutøkni skal takast við í undirvísingina. Dentur verður lagdur á at læra og brúka fakligar og námsfrøðiligar fyrimunir, sum KT gevur.

Kristindómur

Kristindómur í alheims høpi fevnir í høvuðsheitum um, hvussu kristindómur myndast í evropeiskari mentan og okkara egnu. Í undirvísingini verða brúktir tekstir í Gamla og Nýggja Testamenti, søguligir tekstir umframt nútíðartekstir.

Heimsátrúnaðir

Kjarnaøkið fevnir um undirvísing í einum ella tveimum heimsátrúnaðum, har islam er kravt evni. Aðrir heimsátrúnaðir kunnu t.d. vera buddisma, hinduisma, jødadómur, japanskur ella kinesiskur átrúnaður.

Átrúnaður hjá náttúrufólki

Dentur verður lagdur á at lýsa, greina og viðgera tilverufatan og lívskor hjá ávísum fólki ella tjóðflokki.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini átrúnaði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar fyri upphavsrætti. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

At duga at málbera seg greitt munnliga hevur týdning, tá ið vit skulu greiða frá, greina og samskifta um átrúnað, trúarspeki, lívsáskoðan, siðfrøði og lívsspurningar. Eisini er umráðandi at duga at siga frá, endurgeva, hugleiða, tala, samtala, kjakast o.s.fr., tá ið átrúnaðarlig fatan, áskoðan, innlit, undran og próvførsla skal berast fram, og støða skal takast munnliga t.d. í persónligum samskifti, alment, í arbeiði, í fjølmiðlum og á fundi.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At duga at málbera seg greitt skrivliga er umráðandi, tá ið átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar skulu viðgerast bæði privat og alment, í bløðum, bókum ella á annan hátt. At duga at skriva, mennir og greiðir hugsanir, lívsroyndir, meiningar og grundgevingar bæði hjá einum sjálvum og í samskifti við onnur.

At duga at skriva mennir eisini førleikan at skilja ímillum fjølbroytt átrúnaðarlig, heimspekilig og siðfrøðilig tekstsløg eftir tørvi. At duga at lesa er neyðugt, um ein skal ogna sær kunnleika, fatan, innlit og uppliving í sambandi við átrúnað, trúarspeki, lívsfatan, siðfrøði og lívsspurningar.

At duga at lesa átrúnaðarlig, heimspekilig og siðfrøðilig tekstsløg gevur førleika at lýsa, greina, tulka, meta, hugleiða, samskifta um og taka støðu til fakligt tilfar, íroknað film, tekst og teldutøkt tilfar, ið viðger átrúnað, trúarspeki, lívsfatan, siðfrøði og lívsspurningar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir.

At duga at rokna er neyðugt, um greiðast skal frá átrúnaðarligari tíðarrokning og tíðarfesting, ársrútmu, rituellari tíðarbundnari atferð, tíðarbundnum høgtíðum, átrúnaðar- og kirkjusøgu. Grundleggjandi talfatan gevur eisini førleika at leita í t.d. Bíbliuni o.ø. átrúnaðarligum tekstum. Átrúnaðarlig byggilist, myndir og súmbol byggja ofta á matematiskar og geometriskar frymlar og talsúmbolikk.

Átrúnaðarligir tekstir kunnu ofta greinast, um greiða fæst á bygnaðinum og talsúmbolikkinum. Í átrúnaðarsosiologiini er eisini neyðugt at gera hagfrøðiligar kanningar, útrokningar og tulkingar.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í kristnikunnleika og átrúnaði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At duga kunningartøkni er neyðugur førleiki og stór hjálp, tá ið átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar skulu granskast. Hetta er eisini neyðugt, um fjølbroytt teldutøkt tilfar skal brúkast ella fáast til vega á internetinum.

Kunningartøkni er eisini ein fortreyt, tá ið talgild amboð og tilfar skulu brúkast og viðgerast í undirvísingini, t.d. myndir, tekstir, tónleikur, filmur, onnur teldukreativ list o.s.fr. Teldutøkni gevur møguleika at samskifta á fjølbroyttan hátt um átrúnað, trúarspeki, lívsáskoðan, siðfrøði og lívsspurningar.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í kristnikunnleika og átrúnaði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um kristnikunnleika og átrúnað. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um átrúnaðarligar og trúarspekiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. At nýta skapandi evni er mennandi og hugvekjandi, tá ið næmingurin skal ogna sær kunnleika, fatan, innlit og uppliving í sambandi við átrúnað. Skapandi evnini kunnu á fjølbroyttan hátt hjálpa næminginum at greiða frá, greina og samskifta um átrúnað, trúarspeki, lívsáskoðan, siðfrøði og lívsspurningar.

Við sínum skapandi evnum kann næmingurin t.d. á sín egna hátt mynda, smíða, evna, siga frá, endurgeva, syngja, kvøða, leika við orðum, spæla, dramatisera, hugleiða, samtala, kjakast og skriva talur, tá ið átrúnaðarlig fatan, áskoðan, undran, sjónarmið og próvførsla skal berast fram.

Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir

  • at greina, tulka og meta um fjølbroyttar, klassiskar og nútíðar átrúnaðarligar tekstir, tekstsløg, átrúnaðarliga list, film, leiklist og annað dokumentariskt tilfar
  • at lýsa og greina grundleggjandi fyribrigdi í kristindómi, islam og møguliga øðrum heimsátrúnaði, umframt náttúratrúnaði
  • at greiða frá virknaðarsøgu í kristindómi og øðrum heimsátrúnaði í fortíð og nútíð
  • at lýsa og greina týðandi átrúnaðarlig fyribrigdi td. mýtur, ritual, mana, magi, upprunasøgu, dogmatikk, kosmologi, etikk og religiónsfilosofi
  • at brúka vanlig vísindalig hugtøk í viðgerð av átrúnaði
  • at tulka, meta um og taka støðu til átrúnaðarligar, religiónsfilosofiskar og etiskar  fatanir og spurningar
  • at orða seg skrivliga og munnliga um átrúnaðarlig evni og spurningar, etisk evni og spurningar, religiónsfilosofisk evni og spurningar og um lívsfatanir og lívsspurningar.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 24 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningar verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av próvtøkuspurningi og tilfari, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Sama próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar kunnu í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama bólki/flokki. Alt próvtøkutilfarið skal liggja frammi og vera tøkt, tá ið fyrsti próvtakari tekur sítt próvtøkutilfar við lutakasti.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar áðrenn próvtøkan verður hildin.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, í mesta lagi 2 ½ ns. í vavi, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

C-stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Á tann hátt er vitan um eitt kjarnaøki við til at økja um fatanina av evnum í øðrum kjarnaøki.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini átrúnaði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur, er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin kristnikunnleiki og átrúnaður hevur fyri skynsemið. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í føroyskum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum samskiftisstøðum, har átrúnaður og samfelagsmál eru til umrøðu.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í kristnikunnleika og átrúnaði skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin átrúnaður er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í føroyskari søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og almennari málfrøði og málsøgu.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í kristnikunnleika og átrúnaði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti, og sostatt eisini í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.