Seinast broytt: 
16. november 2015
Viðmerking: 
Prentvilla rættað
Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri breytaruppgávu 2. árið

Lógargrundarlag

Løgtingslóg nr. 62 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar frá 15. mai 2012:

§ 5. Útbúgvingarbreytirnar fevna eisini um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan. Fyrireikingarbreytin fevnir ikki um breytaruppgávu.

Stk. 2. Lestrarmenning skal fremjast á einstøku breytunum fyrsta árið í útbúgvingini, og skal lestrarmenningin gera einstaka næmingin tilvitandi um fakligu krøvini í valdu breytini og geva honum amboð at nýta í einum virknum lestrarumhvørvi.

Stk. 3. Á 3-ára útbúgvingarbreytunum verður breytaruppgáva skrivað 2. árið, og breytarverkætlan verður skrivað 3. árið.

Stk. 4. Á fyrireikingarbreytini verður breytarverkætlan skrivað 2. árið.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1-4 um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan, og Kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sí niðanfyri.

Karmarnir

Karmarnir eru lýstir í grein 21 í kunngerðini:

§ 21. Breytaruppgávan á 2. árið verður skrivað í tvørfakligum samstarvi millum tvær lærugreinar, sum næmingurin hevur tað árið. Í minsta lagi ein av lærugreinunum skal vera á A ella B stigi.

Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar og øki/evni.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger av, nær breytaruppgávan verður skrivað. Nýttir verða í mesta lagi tveir skúladagar til sjálva skrivingina, og tá verður vanliga undirvísingin niðurløgd. Frá tí at næmingurin fær uppgávuorðingina, til uppgávan skal vera latin inn, skulu í mesta lagi ganga 14 dagar.

Stk. 4. Hvør næmingur fær tillutaðar vegleiðarar, ein í hvørji lærugrein, sum hvør sær skulu góðkenna øll næmingaval í lærugreinunum, og saman gera endaliga uppgávuorðing.

Stk. 5. Við støði í skrivligari umsókn frá næmingi, kann leiðari útbúgvingarstovnsins gera av, at breytaruppgávan kann verða skrivað í trimum lærugreinum ella bert í einari lærugrein. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytaruppgávuna.

Endamál

Endamálið við breytaruppgávuni er at læra næmingin at fara til botns í einum fakligum greiðsluevni á einum øki, hann sjálvur hevur valt. Uppgávan er ein liður í at fyrireika seg til breytarverkætlanina 3. árið. Endamálið er, at næmingurin fær greiðu á, hvørji faklig krøv fara at vera sett í samband við breytarverkætlanina. Samstundis skal breytaruppgávan vísa næminginum á týdningin, tað hevur at duga at leita miðvíst eftir tilfari, umframt at hann fær eina fatan av, hvørji formlig krøv verða sett til eina stóra skrivliga uppgávu. Breytaruppgávan er somuleiðis eitt høvi hjá næminginum at venja seg við tvørfakligt arbeiði.

Uppgávuvav

Hvør einstakur næmingur skrivar sína uppgávu, sum skal vera uml. 6-10 síður, og tá er forsíða, innihaldsyvirlit, notur, bókmentalisti og fylgiskjøl ikki íroknað. Myndir í tekstinum telja bert við, um tær hava ein virknan leiklut í uppgávuni, t.e. at tær verða nýttar í einihvørji grundgeving.

Uppgávuval

Næmingurin velur sjálvur í samráði við vegleiðararnar lærugreinarnar, sum uppgávan skal skrivast í. Vegleiðararnir skulu góðkenna val næmingsins.

Vegleiðing

Vegleiðingin skal miða ímóti, at næmingurin skal megna at lúka tey fakligu krøvini (sí niðanfyri) og fáa innlit í og royndir við at samstarva millum tvær lærugreinar.

Uppgávuorðing

Ein av niðanfyri nevndu møguleikum skal nýtast:

1)  Við vegleiðing frá lærarunum ger næmingurin eina sjálvstøðuga uppgávuorðing, sum lærararnir málsliga snøgga til og hjálpa uppá, um tað er neyugt.

2)  Við støði í einum felags evni, sum flokkurin saman við lærarunum hevur valt, ger hvør næmingur sína sjálvstøðugu uppgávuorðing, sum lærararnir málsliga snøgga til og hjálpa uppá, um tað er neyugt.

3)  Lærararnir gera nakrar fáar ymiskar uppgávuorðingar í einum ávísum evni, sum lærarar og næmingar hava valt í felag. Tað er ein treyt, at næmingurin í samstarvi við læraran, sleppur at viðgera  uppgávuorðingina og taka síni egnu sjónarmið við og sleppur at umorða partar av uppgávuni.

Meting

Í metingini verður m.a. dentur lagdur á hesi viðurskifti:

  • Hevur næmingurin á sjálvstøðugan hátt og á nøktandi fakligum stigi verið við til at orða uppgávuna (greiðsluevni)?
  • Er uppgávan svarað í samsvari við uppgávuorðingina?
  • Hevur næmingurin á sjálvstøðugan hátt valt og brúkt hóskandi tilfar?
  • Hevur næmingurin skilt og brúkt fakligt háttalag?
  • Er næmingurin farin nóg djúpt niður í evnið?
  • Hevur næmingurin gjørt sínar egnu kritisku metingar?
  • Hevur næmingurin sjálvstøðugur viðgjørt og sett evnið í ein samanhang?
  • Er uppgávan væl skrivað, og er evnið borið fram á nøktandi hátt?

Uppgávan verður dømd við eittans próvtali. Harumframt fær næmingurin eina skrivliga meting, har tað væleydnaða og tað minni væleydnaða verður nevnt.

Skilagott er at síggja breytaruppgávuna sum eitt slag av royndarverkætlan.