Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri forritan á C stigi

1. Samleiki

Forritan fevnir um teir hættir og tær mannagongdir, ið verða nýttar til at fáa forrit og KT-staklutir at fremja gerðir í verki og eftir ætlan.

Lærugreinin hevur tvær síður: Eina praktiska síðu við forritan av KT-staklutum, og eina við framløgum av heldur torgreiddum tøknifrøðiligum skipanum. Forritan er ein tøknilig lærugrein, ið leggur dent á hugskotsmennandi og nýskapandi royndir.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í forritan á C stigi er at næmingurin mennir førleikan at hugsa á ein skilvísan og skipaðan hátt við atliti at forritan. Eisini skal næmingurin menna sínar førleikar innan kunningartøkni, so at hesir kunnu nýtast innan onnur yrkisøki í útbúgvingini, eisini tá næmingurin fer undir hægri lestur.

Lærugreinin skal stuðla undir tað yvirskipaða málið við útbúgvingini, so at næmingurin hevur eitt gott grundarlag at kanna og greiða frá mannagongdum og viðgera dátur og upplýsingar við hjálp frá forritan.

Lærugreinin skal styðja næmingin í at liva og virka í altjóða hátøkniliga heiminum.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í forritan á C stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

  • forritanarmál
  • partar av forritanarmálinum, so sum dátu- og kontrolstrukturar
  • bundin atferð í forritum út frá teimum einstøku lutunum
  • samvirkan millum forrit og kringumstøður
  • partar av forritum og forritarsøvn
  • arbeiðsgongd í forritanartilgongdini
  • háfløktar lýsingar og skjalfesting av forritan.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Evnini í ískoytisøkinum skulu:

  • hjálpa næminginum at røkka førleikamálunum
  • stuðla uppundir nýtslu av forritan í tvørfakligum høpi
  • vísa á tey menningarrák, ið eru innan forritan

5. Førleikamál

Førleikamálini í forritan eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av fyrisitingarligum slag. Undirvísingin í fyriskipan hevur ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu fyriskipanarlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir at:

  • greiða frá, hvussu ein við forritan kann leggja eina ætlan um, hvørja atferð ein telda skal hava, harímillum eisini, hvussu hon samvirkar við kringumstøðurnar
  • skilja einføld forrit og greiða frá, hvussu tey rigga, og hvørjar nýtslumøguleikar tey hava
  • kunna rætta og tillaga einføld forrit
  • brúka partar av forritum, ið longu eru ment, og forritarsøvn, tá ið ein telduskipan verður forritað
  • vísa skapandi evni og evni til at kunna arbeiða eftir ávísari skipan, tá ið forrit verða gjørd og ment.
  • gera eitt forrit til at loysa ein einfaldan trupulleika.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum tekur støði í einari skrivligari verkætlan og munnligari framløgu.

Áðrenn tann munnliga partin av próvtøkuni skal skúlin senda próvdómaranum eitt eintak av verkætlanini. Áðrenn tann munnliga partin av próvtøkuni skifta próvhoyrari og próvdómari orð um, hvørjar spurningar próvtakarin skal lýsa gjøllari. Próvhoyrari skal ikki rætta ella gera viðmerkingar til verkætlanina áðrenn próvtøkuna.

Próvhoyringartíðin er o.u. 24 minuttir, íroknað døming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan tekur støði í framløguni av verkætlanini og einum ella fleiri spurningum, ið próvhoyrarin (lærarin) hevur fyrireikað frammanundan. Á henda hátt lagar próvtøkan seg sum ein perspektiverandi samrøða millum próvhoyrara og próvtakara, har komið verður inn á tey evni, ið eru nevnd í kjarna- og ískoytisøkjunum.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, hvussu avrikið hjá próvtakaranum stendur mát við fakligu førleikamálini í námsætlanini.

Dentur verður lagdur á, í hvønn mun próvtakarin megnar at:

  • seta saman og gera einføld forrit
  • brúka bitar av forritum og savnsmótul, umframt at skjalfesta, hvussu hesi verða nýtt og hvaðani tey stava
  • skjalfesta forrit, so at tey eru løtt at skilja
  • greina ein ávísan trupulleika og síðani vera førur fyri at loysa hann
  • greiða frá arbeiðsgongdini, ið leiðir til loysnina
  • grunda yvir, hvussu trupulleikin annars kundi verið loystur

Givið verður eitt próvtal, ið er grundað á eina heildarmeting av tí munnliga avrikinum.

Próvtalslýsingar

12

framúr gott

Framløgan/verkætlanin er væl skipað við tryggari nýtslu av fakligum orðingum. Próvtakarin vísir, at hann hevur stóran kunnleika til fakøkið og trygt dugir at brúka ókent tilfar í mun til kendar spurningar. Próvtakarin brúkar fakligt skikkað háttalag og úrslit frá egnum royndum og skilir og tulkar við fakligari vissu tøkniligar upplýsingar og dátur, uttan at nakað munandi vantar. Próvtakarin dugir væl at seta sína tøkniligu vitan um fakøkið í frásjón.

7

gott

Framløgan/verkætlanin er samanhangandi og verður framd við fakligum orðingum. Próvtakarin vísir góðan kunnleika til fakøkið og dugir á hóskandi hátt at brúka tað ókenda tilfarið í mun til kendar spurningar. Próvtakarin brúkar á hóskandi stigi tøkniligan framferðarhátt og úrslit frá egnum royndum og skilir og tulkar tøkniligar upplýsingar og dátur, tó við fleiri villum. Próvtakarin dugir í vissan mun at seta sína tøkniligu vitan um fakøkið í frásjón.

2

nøktandi

Framløgan/verkætlanin er ikki serliga greið. Nýtslan av fakligum orðingum er ótrygg. Próvtakaranum vantar nógva vitan um fakøkið. Ókenda tilfarið verður í minni mun sett í samband við kendar spurningar. Próvtakarin brúkar í minni mun tøkniligt arbeiðslag og úrslit frá egnum royndum. Próvtakarin skilir og tulkar tøkniligar upplýsingar og dátur so dánt, honum vantar neyvleika og ger rættiliga nógv mistøk. Hann dugir í avmarkaðan mun at seta sína tøkniligu vitan um fakøkið í frásjón.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Frálæran savnar seg um royndararbeiði, har undirvísingargongdin skal hava ein stigvøkstur, t.e. at fara frá einum lægri til eitt hægri torleikastig. Frálæruhátturin skal vera fjøltáttaður, so at allir næmingar kunnu menna seg gjøgnum frálærutilgongdina.

Skift verður millum fyrilestrar, royndir, venjingar og verkætlanir, alt við støði í teimum amboðum, sum verða nýtt innan yrkið.

Arbeiðshættir

Frálæran tekur støði í gerandisdegnum og tøknini hjá tí einstaka næminginum, ið hava lutir, sum kunnu forritast. Dentur verður lagdur á, at næmingurin við vanligum málburði kann greiða frá, hvussu forrit virka, og at hann er tilvitaður um, hvussu ein umsetir hetta til lutir í einum forritanarmáli.

Í frálæruni skal næmingurin í minsta lagi verða kunnaður um eitt forritanarmál. Eitt ávíst høvuðsforritanarmál verður valt sum grundarlag fyri frálæruni.

Í lærugreinini verða forrit lýst við dømum. Fatanin hjá tí einstaka næminginum av høvuðsforritanarmálinum verður rokkin við, at næmingurin ger royndir við at tillaga ymisk forrit.

Frálæran skiftir millum fyrilestrar og verkætlanir. Frálæruhátturin skal vera framtaksvendur, bæði viðvíkjandi hækking í torleikastigi og sjálvbjargni hjá tí einstaka næminginum at loysa ymisk ivamál.

Næmingarnir skriva verkætlanir sum skrivlig verk. Hetta umfatar eisini eina próvverkætlan. Støddin á verkætlanini svarar til 20 tímar í undirvísing. Verkætlanin skal innihalda eina framleiðing (t.e. produkt) og eitt skrivligt verk. Tað skrivliga verkið skal lýsa menningina av tí endaligu framleiðingini. Skrivliga verkið skal ikki vera meira enn 10 síður í vavi.

Verkætlanin skal vera innan fyri karmarnar av verkætlanarriti, ið skúlin útflýggjar. Næmingurin orðar eina verkætlanarlýsing, ið skúlin góðkennir, tá lýsingin er á nøktandi støði fakliga. Orðingin skal hava týdning og vera viðkomandi fyri torleikastigið, talan er um.

Saman við verkætlanini handar próvtakarin eitt skrivligt avrik, ið lýsir og skjalfestir framleiðingina. Seinasta freist at lata inn er vanliga ein vika áðrenn próvtøkuna.

KT

Lærugreinin nýtir í stóran mun KT-amboð til royndir, kanningar og tilevnan av heimildum.

Sjálvvirkandi forritanaramboð, ið kunnu framleiða heimildir og royndir, verða nýtt. Harafturat kunnu onnur kunningartøknilig amboð verða nýtt eftir tørvi.

Internetið verður nýtt sum leitiamboð til vegleiðingar, dømi, frágreiðingar, partar av forritum og forritanarsøvn, tó við upphavsrættarligum reglum og kravi um skjalprógvan í huga.

Samstarv við aðrar lærugreinar

Lærugreinin samstarvar við aðrar lærugreinar, ið kunnu fáa gagn av forritanarmannagongdum. Næmingarnir kunnu gera verkætlanir, eisini próvverkætlanina, sum ein part av verkætlan í aðrari lærugrein.

Í teimum tríára miðnámsskúlaútbúgvingunum verður kjarna- og ískoytistilfari valt, so tað kann verða eitt íkast til menningina av samspælinum millum lærugreinar á lestrarleiðini.