Seinast broytt: 
August 2013
Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlanin fyri franskt á A stigi (byrjanarmál)

1. Samleiki

Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før fyri at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Kunnleiki til fremmand mál og fremmandar mentanir vekir og fremur tolsemi.

Samskifti og samvinna við evropeisku málsamfeløgini um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti eru sjálvsøgd hjá føroyingum. Tí hava vit eina sterka siðvenju í at duga fremmandamál.

Altjóðagerðin myndar í dag samvinnu og samstarv kring allan knøttin, og førleikin at duga at samskifta bæði munnliga og skrivliga er av alstórum týdningi. Tí er umráðandi at læra nógv og ymisk fremmandamál og teir læringarhættir, ið stuðla undir samskiftið. Fremmandamál geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir. Hetta stuðlar undir væleydnað samstarv á øllum økjum.

Fremmandamál eiga rúmd og hava týðandi leiklut í evropeiskum høpi og á altjóða pallinum.

Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheims bókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.

Franskt er eitt altjóða mál og eitt av høvuðsmálunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Frakland, Belgia, Sveis, Luxemburg og Monaco. Franskt er høvuðsmál í londum og økjum í fleiri heimspørtum, so sum fyrrverandi fronsku og belgisku hjálondunum í Afrika, í Magreb í Norðurafrika, í Quebec í Kanada eins og øðrum fjarskotnum økjum, sum hoyra til Frakland – tey sokallaðu DOM/TOM. Franskt er alment mál í 32 londum, og umleið 220 mió. tosa franskt um allan heim. Lærugreinin byggir á franskt mál í Fraklandi sum standardmál, men dregur natúrliga alt fransktalandi økið inn í lærugreinina, soleiðis at dømi um bókmentir, mál, mentan, tónleik og samfelag í úrvaldum pørtum av fransktalandi økinum verða løgd fram og lisin.

Franskt er eitt ríkt mentanarmál við eini gyltari søgu sum heimsmál við stórum og týdningarmiklum verkum innan bókmentir, list, heimspeki og vísindi í breiðari merking.

Henda stóra mentan á fronskum máli hevur eisini ávirkað Føroyar og føroysk viðurskifti. Gjøgnum fiskivinnu, alivinnu og aðra vinnu, gjøgnum mentan og útbúgving eru fleiri gomul og nýggjari sambond, sum verða endurnýggjað so hvørt. Frakland er fremsta ferðamál í heiminum, og høvuðsstaðurin París er av mest vitjaðu býum.

At læra fremmandamál byggir á royndir og vitan úr móðurmálinum og øðrum fremmandamálum, sum longu eru tilognað í og uttan fyri skúlan. Franskt hoyrir til latínsku málættina og føroyskt til norðurlendsku. Men hóast nokkso langt er millum málini, eru fleiri áhugaverdir paralellir reint málsliga men eisini í muninum millum talaða málið og skrivaða málið og innan málpolitik, eins og orðingar og innlán ígjøgnum danskt stava beinleiðis úr fronskum máli. Samanberandi undirvísing í fronskum styrkir málsligu tilvitanina bæði í móðurmálinum og fronskum.

Dentur verður lagdur á at undirvísa í fronskum máli, mentan, søgu og samfelagsviðurskiftum. At læra franskt er sostatt at lesa, hoyra, tosa og skriva umframt at fáa innlit í mentan, lívsáskoðan og søgu hjá Fraklandi og í pørtum av fransktalandi økinum.


2. Endamál

Undirvísingin í fronskum hevur til endamáls:

  • at menna førleikar næmingsins at ogna sær franskt mál sum amboð og samskiftismiðil
  • at menna málsligu vitan og tilvitan næmingsins til franskt mál og franska mentan
  • at menna evni næmingsins at samskifta tvørtur um landamark um almenn og faklig viðurskifti á fronskum
  • at menna lesi- og skriviførleikar næmingsins í fronskum
  • at geva næminginum førleika at lesa, umrøða og viðgera tekstir á fronskum
  • at geva næminginum innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har franskt verður talað og nýtt, og at geva honum innlit í millumtjóða sambond.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í fronskum byrjanarmáli á A stigi byggir á B stig, og fevnir um 125 klokkutímar umframt.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin franskt A byrjanarmál hevur 4 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í fronskum  um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar í fronskum, bæði tá ið tosað verður manna millum um viðurskifti, har franskt mál verður talað, og í sambandi við franskt sum millumtjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lurta, tala og leggja fram í ymiskum felagsligum høpum. Í undirvísingini skal tí verða hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium, hóskandi hjálparmiðlum og ymiskum lurti- og taliháttum. Tí er umráðandi, at næmingurin verður tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann í hesum sambandi best lærir franskt mál.

Í fronskum byrjanarmáli A merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at samskifta á einum rímiliga flótandi og rættum  máli og við greiðum framburði
  • at orða seg og greiða frá tekstum og evnum, greina og tulka hesi og samanbera við aðrar tekstir við støði í fjølbroyttum orðatilfeingi á rímiliga flótandi fronskum máli
  • at nýta fastar orðingar í mun til ymiskar samskiftisstøður
  • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihald og týðandi smálutir í ótillagaðari talu ella samrøðu, t.d. á fløgu ella í sjónvarpi um gerandisevni
  • at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan, kreativan og sjálvstøðugan hátt
  • at nýta ymiskar samskiftissnildir at stuðla munnliga samskiftinum í ymiskum samskiftisstøðum
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna málið
  • at vera tilvitaður um egnan læringartørv, seta orð á hann til at seta sær mál fyri læringini og betra um málførleikan.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar, bæði tá ið tosað verður um viðurskifti í fransktmæltum økjum, og í sambandi við franskt sum millumtjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lesa, fata, hoyra og skriva í ymiskum felagsligum høpi við støði í ymiskum tekstsløgum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um at víðka um orðatilfeingið, umframt greining og umrøðu av tekstum. Ymiskir undirvísingarmiðlar verða nýttir – eitt nú KT – umframt, at framløgur verða havdar. Næmingurin skal duga at seta sær mál, umframt meta um sítt arbeiðslag og avrik, einsæris og í samstarvi við onnur. Í hesum sambandi verður hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium (eitt nú við at umskriva hugtøk og finna samheiti), hóskandi hjálparmiðlum (t.d. orðabókum og mállæru) og ymiskum lurti- og lesiháttum (eitt nú tilætlað at lesa við ymiskum endamáli). Næmingurin skal vera tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag og um, hvussu hann í hesum sambandi best lærir franskt mál. At lesa og skriva á fronskum er partur av praktiska málførleikanum og ger, at næmingurin skilir tað, hann lesur, kannar eftir og hugsar seg um, tá ið teksturin so líðandi gerst torførari. Skrivligu uppgávurnar í fronskum eiga at vaksa, so hvørt læringin verður framd, og dentur verður lagdur á, at uppgávurnar eru ymiskar og læringarhættirnir ymiskir.

Í fronskum byrjanarmáli A merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at lesa og skilja innihaldið í ymsum sløgum av nýggjari og eldri ótillagaðum tekstum
  • at umseta algongdar tekstir til franskt og úr fronskum
  • skrivliga at greiða frá og greina og viðgera ymisk evni og ymiskar tekstir á einum rímiliga rættum og fjølbroyttum fronskum máli
  • at samskifta skrivliga, t.d. við KT, um gerandisevni og viðgjørd evni
  • at nýta tvímálsligar orðabøkur og aðrar viðkomandi handbøkur ella onnur hjálparamboð
  • at nýta KT og aðrar miðlar, tá ið arbeitt verður við teksti og evni, til framløgur og samskifti, og tá ið tilfar skal fáast til vega
  • at nýta rættiforrit eins og forrit til tekstviðgerð í mun til lærugreinina og stigið
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna førleikan í franska málinum
  • at nýta sín kunnleika um egnan læringartørv til at seta sær mál fyri læringini og betra um málførleikan.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin fær innlit í og lærir seg franska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru, týdningslæru, og at víðkað verður um orðatilfeingið í fronskum til at stuðla uppundir samskiftið. Umráðandi er, at talað verður á fronskum máli í undirvísingini.

Í fronskum byrjanarmáli A merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at tosa við góðum tónalagi og brúka ljóðlig sereyðkenni í málinum
  • flestu bendingar og formar av vanligum orðum í øllum orðaflokkum
  • í stóran mun at brúka sína málsligu vitan aktivt
  • vanligan setningsbygnað við høvuðs- og eykasetningum
  • at greina algongdar og flest allar setningar
  • at nýta sínar royndir í mállæruni úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna nýggja málið.

Mentan og samfelag

Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í londum, har franskt er høvuðsmál. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í fransktmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í tekstum frá nýggjari tíð, einum breiðum úrvali av øðrum enn bókmentaligum tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari tíð um almenn, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í fronskum máløkjum verða tikin við upp í undirvísingina.

Í fronskum byrjanarmáli A merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at brúka sítt innlit í  mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har franskt verður talað, til at samrøða um og viðgera almenn evni og evni, sum hava verið viðgjørd í undirvísingini
  • at bera saman við føroysk viðurskifti
  • at kjakast um, hvussu vitan um mál og mentan kann ávirka tvørmentanarliga fatan og tvørmentanarligt samstarv
  • sosialar normar og atferðarreglur í fransktmæltu økjunum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini fronskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í fronskum um at virða franskt mál sum samskiftismiðil og mentanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta á fronskum máli snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga á fronskum verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. At duga at orða seg munnliga á fronskum máli gevur næminginum harumframt betri møguleika at taka virknan lut í millumtjóða samskifti. Munnlig framsagnarevni fevna bæði um at lurta og at tosa.

Førleikin at lesa og skriva á fronskum skal mennast og stimbrast gjøgnum alla undirvísingina, so at næmingurin kann ogna sær vitan, upplýsingar og upplivingar. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At menna lesiførleikan í fronskum merkir, at næmingurin sum heild mennir lesiførleikan. At skriva á fronskum er partur av undirvísingini í fronskum frá byrjan. At bera fram sínar meiningar skrivliga og munnliga er av stórum týdningi, tá ið mál verður lært. Munnligi og skrivligi førleikin er eitt týðandi amboð í tilgongdini at skilja og nýta tað nýggja málið í alt meira fjølbroyttum og krevjandi samanhangi, tvørfakliga og mentanarliga. Dentur verður lagdur á at gera samskiftið natúrligt og flótandi, heldur enn málsliga lýtaleyst. Skrivligi førleikin leggur í størri mun enn tann munnligi dent á málsligan rættleika.

Førleikin at rokna snýr seg í fronskum um at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í fronskum sín lut í hesi menning. Rokniførleiki er tí gerandisligur partur av undirvísingini í fremmandamálum. Grafiskar myndir, útrokningar og mátingar geva eina breiðari mynd av viðurskiftunum innan handil, samfelag og tøkni í fransktmæltum økjum. Soleiðis eru náttúruvísindi við til at geva fronskum eina eyka dimensión. Harumframt er tann matematisk-logiska og struktureraða tilgongdin til læring ein hollur stuðul undir eitt nú tekstagreining, -tulking og ástøðiligari mállæru.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í fronskum at duga at nýta teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur, so sum tekstviðgerðarforrit og samskiftisforrit. Teldan gevur atgongd til at hoyra autentiska talu á fronskum. Tey mongu elektronisku uppgávusøvnini eru hent í sambandi við at gera undirvísingina fjøltáttaða. Næmingurin skal eisini duga at velja og meta um tær upplýsingar, hann fær. Við at nýta tøknilig amboð kann næmingurin samskifta og samstarva uttan mun til tíð og stað.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvi fyri at klára okkum og koma fram. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir.

Førleikin At kanna snýr seg í fronskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir á fronskum máli. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í fronskum um, at næmingurin skal verða tilvitaður um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Talaða málið

Næmingurin dugir

  • at samskifta á einum rímiliga flótandi og rættum  máli og við greiðum framburði
  • at orða seg og greiða frá tekstum og evnum, greina og tulka hesi og samanbera við aðrar tekstir við støði í fjølbroyttum orðatilfeingi á rímiliga flótandi fronskum máli
  • at nýta fastar orðingar í mun til ymiskar samskiftisstøður
  • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihald og týðandi smálutir í ótillagaðari talu ella samrøðu, t.d. á fløgu ella í sjónvarpi um gerandisevni
  • at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan, kreativan og sjálvstøðugan hátt
  • at nýta ymiskar samskiftissnildir at stuðla munnliga samskiftinum í ymiskum samskiftisstøðum
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna førleikan í fronskum
  • at vera tilvitaður um egnan læringartørv, seta orð á hann til at seta sær mál fyri læringini og betra um málførleikan.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

  • at lesa og skilja innihaldið í ymsum sløgum av nýggjari og eldri ótillagaðum tekstum
  • at umseta algongdar tekstir til franskt og úr fronskum
  • skrivliga at greiða frá og greina og viðgera ymisk evni og ymiskar tekstir á einum rímiliga rættum og fjølbroyttum fronskum máli
  • at samskifta skrivliga, t.d. við KT, um gerandisevni og viðgjørd evni
  • at nýta tvímálsligar orðabøkur og aðrar viðkomandi handbøkur ella onnur hjálpiamboð
  • at nýta KT og aðrar miðlar, tá ið arbeitt verður við teksti og evni, til framløgur og samskifti, og tá ið tilfar skal fáast til vega
  • at nýta rættiforrit eins og forrit til tekstviðgerð í mun til lærugreinina og stigið
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna førleikan í franska málinum
  • at nýta sín kunnleika um egnan læringartørv til at seta sær mál fyri læringini og betra um málførleikan.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

  • at tosa við góðum tónalagi og brúka ljóðlig sereyðkenni í málinum
  • flestu bendingar og formar av vanligum orðum í øllum orðaflokkum
  • í stóran mun at brúka sína málsligu vitan aktivt
  • vanligan setningsbygnað við høvuðs- og eykasetningum
  • at greina algongdar og flestallar setningar
  • at nýta sínar royndir í mállæruni úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna nýggja málið.

Mál og mentan

Næmingurin dugir

  • at brúka sítt innlit í  mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har franskt verður talað, til at samrøða um og viðgera almenn evni og evni, sum hava verið viðgjørd í undirvísingini
  • at bera saman við føroysk viðurskifti
  • at kjakast um, hvussu vitan um mál og mentan kann ávirka tvørmentanarliga fatan og tvørmentanarligt samstarv
  • sosialar normar og atferðarreglur í fransktmæltu økjunum.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingarnar verða skjalfestar.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaevnini í lærugreinini.

Próvtøkan fevnir um eina umseting av einum tekstabroti til franskt og eina uppgávu í einum nútíðarteksti á fronskum, sum próvtakarin skal viðgera skrivliga á fronskum. Allir hjálparmiðlar kunnu nýtast, tó ikki umsetingarforrit – hvørki á teldu ella á interneti – sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað.

Munnliga próvtøkan

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfari og ískoytistilfari.

Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:

  1. Framløga av einum ókendum, ótillagaðum teksti á fronskum, ið er uml. 5 ns. í vavi. Aftan á framløguna verður dýpandi samtala á fronskum. Ókenda tilfarið skal setast í samband við viðgjørd evni. Tekstatilfarið til henda próvtøkupartin verður útflýggjað 24 tímar undan próvtøkuni. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir.
  2. Endursøgn á føroyskum av ókendum, óviðgjørdum fronskum prosateksti, ið er uml. 1 normalsíðu. Próvhoyrarin setir spurningar til  málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa næmingsins fatan av tekstinum. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Allir hjálpimiðlar eru loyvdir, tó ikki samskifti við umheimin og umsetingarforrit – hvørki á teldu ella á interneti – sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Sama ókenda próvtilfarið kann hægst verða nýtt 3 ferðir til sama bólk.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Skrivliga próvtøkan

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at taka týdningarmestu tættirnar burtur úr tekstatilfarinum, at orða seg skrivliga á fronskum, og at skipa og leggja fram eitt innihald. Próvtakarin skal harumframt vera stinnur í formlæru og orðalagslæru, og hava tamarhald á almennum orðatilfari og týdningslæru.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Munnliga próvtøkan

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og evnar at síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin á fronskum dugir at leggja fram og evnar at síggja ókenda tekstatilfarið í frásjón, og at hann megnar at taka viðkomandi fyribrigdi úr mentan, bókmentum, søgu og samfelagi, ið lærugreinin umboðar. Dentur verður eisini lagdur á samtalufimi og tekstfatan. Samanhangandi málburður er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum. Fransktmælti parturin av próvtøkuni verður vektaður hægst.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Skrivligt  A-stig byrjanarmál

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Týðingin er sera góð, neyv og  røtt. Skrivliga framsetingin er samanhangandi við allmennum orðatilfeingi. Próvtakarin er tryggur í orðfars-, form- og orðalagslæru. Helst bara við lítilsverdum feilum. Innihaldið vísir djúptókna fatan av tekstinum. Uppgávan er nærløgd og fjølbroytt og dregur í høvuðsheitum øll týðandi sjónarmið inn í viðgerðina

7

Gott

Týðingin er góð. Skrivliga framsetingin er nøkulunda samanhangandi. Próvtakarin er rímiliga tryggur í orðatilfeingi, viðkomandi orðfars-, form- og orðalagslæru. Nakrar villur eru, sum tó ikki darva samskiftið. Innihaldið vísir góða fatan av tekstinum. Næmingurin dregur nógv, men ikki øll týðandi sjónarmið inn í uppgávuna.

02

Nøktandi

Skrivliga framsetingin er heldur ósamanhangandi, tó í høvuðsheitum skillig. Málið er óneyvt við nógvum stórum feilum. Innihaldið vísir, at próvtakarin í høvuðsheitum hevur skilt tekst og evni. Próvtakarin dregur á nøktandi hátt viðkomandi sjónarmið inn í viðgerðina.

Munnligt A stig byrjanarmál

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtakarin greiðir frá tekstinum á einum samanhangandi og flótandi máli. Í samrøðu og orðaskifti nýtir próvtakarin samanhangandi og einfalt mál við almennum og neyvum orðatilfeingi, vísir góða tekstfatan og hevur gott tak á týðandi orðfarslæru og grundleggjandi form- og orðalagslæru við týdningarleysum feilum. Framløgan er sjálvstøðug og væl skipað. Bæði í framløgu og samrøðu vísir próvtakarin gott innlit í tekstin og tey evni, ið eru knýtt at honum, og hann tekur sum heild øll viðkomandi sjónarmið inn í viðgerðina.

7

Gott

Próvtakarin greiðir frá tekstinum á einum hampiliga samanhangandi og flótandi máli. Í samrøðu og orðaskifti nýtir próvtakarin hampiliga samanhangandi og einfalt mál við almennum og hampuliga góðum orðatilfeingi. Próvtakarin vísir rímiliga góða tekstfatan og hevur gott tak á týðandi orðfars-, form- og orðalagslæru. Møguligir feilir nerva tó ikki samskiftið. Framløgan er samanhangandi. Bæði í framløgu og samrøðu vísir próvtakarin gott innlit í tekstin og tey evni, ið eru knýtt at honum, og hann tekur fleiri viðkomandi sjónarmið inn í viðgerðina.

02

Nøktandi

Málið hjá próvtakaranum er yvirhøvur skilligt, tó ikki serliga neyvt við nógvum feilum, sum í ein vissan mun órógva samskiftið. Framløgan er heldur ósamanhangandi. Bæði í framløgu og samrøðu vísir próvtakarin, at hann í høvuðsheitum skilir tekstin og tekur á nøktandi hátt viðkomandi sjónarmið inn í viðgerðina av teksti og evni.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, málkunnleika ella mál og mentan.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis so, at næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so at næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini franskt. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í fronskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin franskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú at menna skapandi evnini og KT-førleikarnar, undirvísing í søgu, í tekstgerð, í bókmentaligum hugtøkum og í almennari málfrøði og málsøgu. Samstarvast kann eisini við skúlaflokkar í ørðum londum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í teirri eini lærugreinini, kann ístaðin verða latið upp fyri tvørfakligum samstarvi, t.d. at stíla fyri einari blaðútgávu, gera eina søguliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin menna seg til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri talaða málinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesivanum er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið og lesiumhvørvið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.