Seinast broytt: 
22. apríl 2015
Viðmerking: 
Nýggj og nógv endurskoðað námsætlan
Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri latín á C stigi

1. Samleiki

Latín er bæði málfak og mentanarfak. Latínfakið fæst við grundleggjandi latínskar tekstir og við rómverskt fornføðiligt tilfar, fyri at læra um mentanina og hugaheimin hjá rómverjunum. Latín er tað málið, sum antikka mentanin hjá rómverjunum bygdi á, heilt upp at okkara tíð. Harafturat hevur latín í nógvar øldir, til fyri fáum hundrað árum síðan, verið felags málið um alt Europa – latín var málið, sum varð brúkt at samskifta tvørtur um landamørk m.a. í sambandi við vísindi, bókmentir og gudfrøði.

Kunnleiki til fremmandamál, serliga eitt so gamalt og øðrvísi mál sum latín, gevur okkum eisini  innlit í okkara egna mál, eins væl og onnur mál, alheims bókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.

Latín er tað málið, sum varð tosað í túsund ár í Rómverjaríkinum, sum at enda strekti seg um alt Europa heilt til Onglands í norðuri og Norðurafrika í suðuri, sum var allur tann siðmentaði heimurin tá í tíðini. Latín varð tosað sum vísindamál heilt fram at 18. øld. Framvegis er latín eitt týðandi altjóðamál, tí øll heiti innan t.d. læknavísindi og aðrar vísindagreinar eru á latíni.

Latín hevur ein avgerandi leiklut í evropeiskum høpi, bæði søguliga og sum ættmóðir hjá teimum latínsku málunum, sum verða munandi lættari at skilja og læra, um ein dugir latín frammanundan. Eisini onnur mál eru í heilt avgerandi mun myndað av latínskum tøkuorðum. Eini 80% av enska orðfeinginum eru latínsk tøkuorð og tøkuorð úr latíni gjøgnum franskt. Góður kunnleiki til latín gevur tí eitt størri og betri orðfeingi á nógvum fremmandamálum og ger tað møguligt hjá okkum at greina og skilja orð, sum vit síggja ella hoyra á fyrsta sinni.

Latín ger tað harumframt møguligt hjá okkum at skilja, hví okkara evropeiska mentan er, sum hon er, og hvaðani hugtøkini og fyribrigdini koma, sum vit nýta dagliga.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í latíni er at geva næmingunum innlit í tað, sum okkara evropeiska mentan byggir á, so at teir gerast førir fyri at skilja sín egna samleika. Við at arbeiða við grundleggjandi latínskum tekstum fáa vit innlit í, hvussu tann rómverska mentanin var, hvussu hon hongur saman við griksku mentanini, og hvønn týdning hon fekk fyri europeiska mentan síðan. Vit gerast sostatt partur av einum altjóða felagsskapi, bæði mentanarliga og málsliga. Hetta innlitið ger, at næmingarnir eisini skilja aðrar mentanir, sum hava eina aðra søgu og onnur virði.

Næmingarnir fáa eisini góðar lestrarvanar og menna sín lestrarførleika við gjølla at arbeiða við tekstunum, har tað altíð er neyðugt at ansa eftir smálutunum fyri at skilja heildina, og somuleiðis at hava heildina í huganum, fyri at skilja smálutirnar.

Undirvísingin í latíni styrkir málsliga hugflogið hjá næmingunum og lærir tey at arbeiða á ein skipaðan hátt. Hetta kemur næmingunum til góðar á ymiskan hátt: tað fremur teirra føroyska mál og ger tað lættari hjá teimum at nema sær fremmand mál.

Harumframt hevur tað greinandi arbeiðið í latíni góða ávirkan á greinandi evnini hjá næminginum sum heild, og er til stóran fyrimun hjá teimum í náttúruvísindaligu lærugreinunum.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í latíni á C stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í latíni á C stigi eru hesi:

  • Lættir frumtekstir á latíni frá tíðarskeiðnum upp til umleið 150 e.Kr.
  • rómversk søga, samfelag og mentan
  • latínsk morfologi (orðalagslæra) og syntaks (setningalæra) í tann mun, tekstirnir loyva tí
  • grundleggjandi orðfeingi á latíni
  • latín í teimum europeisku málunum, serliga føroyskum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Í byrjanini kunnu eftirgjørdir ella tillagaðir tekstir verða nýttir. Ískoytistilfarið víðkar teir á latíni lisnu tekstirnar og setir teir inn í eina størri heild. Talan kann t.d. vera um viðkomandi filmar ella søguligar tekstir.


5. Førleikamál

Næmingurin dugir

  • at umseta lættar frumtekstir á latíni til munnrætt føroyskt, og at nýta hjálparamboð, so sum orðabøkur, mállærur og parallelumsetingar
  • at seta tekstirnar inn í ein samanhang, søguliga, samfelagsliga og mentanarliga, og at hugleiða um tann týdning, tekstirnir hava fyri evropeiska mentan
  • at kenna aftur og greina vanligar latínskar stakformar við at kenna aftur stovnar og bendingarendingar, og at brúka sína vitan um orðalagslæru, tá ið hann greinar setningar á latíni. Næmingurin dugir harumframt at greina og umseta tey í latíni so sermerktu syntaktisku fyribrigdini ACI (Accusativus cum Infinitivo) og Abl. Abs. (Ablativus Absolutus)
  • at brúka sínar málsligu eygleiðingar fyri at skilja tekstin
  • at finna lyklaorð og lyklahugtøk í latínsku tekstunum, og at kenna tey aftur sum fremmandaorð og lánorð í øðrum málum, m.a. vísindamálunum
  • at brúka ta málsligu vitan, hann hevur fingið í latíni, til at lýsa og greina føroyskt og onnur mál.

4. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmeting

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Í eftirmetingini verður dentur lagdur á, at næmingurin dugir bæði latínska málið og søguna, umframt at næmingurin fær eina heildarfatan av latíni og latínskari málfrøði.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøka

Ein munnlig próvtøka verður hildin. Fyrireikingartíðin er 24 minuttir, íroknað vegleiðing og tilfarsútflýggjan. Próvhoyringin er 24 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum teksti. Lisni teksturin fevnir um 1/3 normalsíðu. Ein normalsíða á óbundnum máli er 1.300 tekn, ein normalsíða á bundnum er 30 reglur. Kendi teksturin kann eisini vera ein eftirgjørdur ella tillagaður tekstur á sama torleikastigi sum lisnu frumtekstirnir. Ein tekstur kann vera settur saman av fleiri styttri tekstum. Tó skulu tekstirnir verða eftir sama høvund.

Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 3-5 normalsíður av lisnum upprunateksti frá tíðini 100 f.Kr. til 100 e.Kr. og 5-8 normalsíður av øðrum teksti, ið er nýttur aftan á byrjanartíðina, og sum er eins torførur og upprunatekstur. Verður skanderaður tekstur á bundnum máli uppgivin, verða 25 ørindi roknað sum ein normalsíða.

Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 16 normalsíður, av hesum í minsta lagi 4 normalsíður við upprunateksti frá tíðini 100 f.Kr. til 100 e.Kr. og 5-8 normalsíður av øðrum teksti, ið eru nýttar aftan á byrjanartíðina og sum er á sama torleikastigi sum upprunatekstur. Verður skanderaður tekstur á bundnum máli uppgivin, verða 25 ørindi roknað sum ein normalsíða.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi fimm dagar undan próvtøku.

Í fyrireikingarhølinum

Próvtakarin hevur í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum hava verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin má hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um tær umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður í skúlaárinum. Einans tær uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og einstøkum orðingum, men tó ikki umseting, ið er skrivað í fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekstinum ella av pørtum av honum.

Ikki er loyvt at hava við egin eintøk av bókum, tekstum og umsetingum í fyrireikingarhølið, heldur ikki ljósrit av bókunum, tekstunum og umsetingunum. Heldur ikki er loyvt at nýta umsetingarforrit – hvørki á teldu ella á interneti – sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað.

Próvtakarin hevur atgongd til latínska orðabók, sum bók og/ella telduorðabók, sum skúlin veitir.

Undir próvtøkuni

Við sær inn til próvtøkuna sleppur próvtakarin einans at hava tær uppskriftir, sum eru gjørdar sum stikkorð í fyrireikingartíðini, á skúlans pappíri, har einki annað stendur á. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og einstøkum orðingum, men ikki heilir setningar ella ein heil týðing av øllum próvtøkutekstinum ella av pørtum av honum, ið er gjørd í fyrireikingartíðini.

Próvtøkan er ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvtøkan fevnir um hesar tríggjar tættir:

  • upplestur og umseting
  • greining av orðum og setningum
  • greining av innihaldi, samteksti og søgu.

Provhoyrarin velur orð og setningar, sum skulu greinast, og tryggjar, at próvtøkan fevnir um allar tríggjar tættirnar.

Próvtalslýsingar

Tá ið próvdómarin skal meta um avrikið hjá próvtakaranum, skal dentur leggjast á, í hvønn mun próvtakarin hevur uppfylt tey fakligu førleikamálini í lærugreinini. Eitt próvtal verður givið, sum byggir á eina heildarmeting av avriki próvtakarans.

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtakarin lesur flótandi, úttalan er sera góð og skillig.

Próvtakarin umsetur allan tekstin (øll orð), sjálvstøðugt og rætt. Umsetingin tekur atlit til, hvussu setningslagið er í latínska tekstinum.

Próvtakarin dugir at kenna og greina vanligar einkultformar og siga uppslagsformin og sostatt at vísa sína morfologisku vitan.

Próvtakarin dugir at greina setningarnar, sum próvhoyrarin biður hann greina, og sostatt at vísa sína syntaktisku vitan.

Próvtakarin dugir at greiða frá, hvussu hon/hann er komin fram til sína umseting og málsligu greining.

Próvtakarin dugir at geva dømi í tekstabrotinum um, hvussu latín hevur myndað europeiska orðatilfeingið og livir víðari í okkara tíð.

Próvtakarin dugir at greiða frá innihaldinum í tekstunum og at endurgeva kjarnuna í honum við egnum orðum.

Próvtakarin dugir at seta tekstirnar inn í eitt søguligt og samfelagsligt høpi og eitt størri mentanarsøguligt frásjónarhorn, t.d. um og hvussu tekstaslagið livir enn í dag.

7

Gott

Upplesturin er góður og sum heild rættur. Týðingin er góð við einstøkum brekum, hon er samanhangandi og skillig, men málsligar villur koma fyri. Próvtakarin dugir við hjálp at greina orðaformar og einfaldari setningar og kenna aftur einstøk latínsk orð úr tekstinum á øðrum máli. Próvtakarin skilir í høvuðsheitum tekstin og dugir í ávísan mun at seta hann í samband við tey evni, ið eru knýtt at honum.

02

Nøktandi

Próvtakarin lesur óneyvt, men dugir sum heild grundreglurnar fyri latínska úttalu. Próvtakarin fær munandi hjálp at  týða tekstin. Umsetingin er trilvandi, men tó skillig. Hon er málsliga veik og hevur nógvar villur. Próvtakarin fær munandi hjálp at greina orðaformar og einfaldar setningar. Próvtakarin skilir partar av tekstinum, men samanhangurin er heldur kámur. Próvtakarin dugir í lítlan mun at seta tekstin í samband við tey evni, sum eru knýtt at honum.


7. Skipan av undirvísing

Meginreglur fyri frálæru

Í undirvísinigini verður dentur lagdur á, at næmingarnir uppliva allar tættirnar í latínfakinum sum eina heild.

Fyrst skal lærarin tryggja, at næmingarnir hava teir grundleggjandi grammatisku førleikarnar. Síðan ber til at hava eitt byrjunarskeið við einari grundlærubók við eftirgjørdum tekstum. Eftir tað verða upprunatekstirnir lisnir í eindum, sum megna at umboða eitt ritverk ella ein høvund. Fyrst og fremst tekstir úr tíðarskeiðnum fyri 150 e.Kr. verða lisnir; minst tríggir høvundar eiga at vera umboðaðir.

Lisnu tekstirnir eru grundarlagið undir arbeiðnum við rómverskari mentan og við tí týdningi, hon hevur fyri evropeiska mentan. Í málsliga arbeiðnum ræður um, at næmingarnir ogna sær eitt háttalag, sum ger tey før fyri at umseta.

Arbeiðshættir

Undirvísingin eigur at fara fram við skiftandi arbeiðshættum. Í byrjunarskeiðinum  ræður um at tryggja, at næmingarnir duga tey grundleggjandi amboðini, so tey eru før fyri at fáast við orðfeingi, orðalagslæru og setningsgreining. Síðan fara næmingarnir í holt við at fáa sær innlit í latínska málið, og mentanarligt tilfar verður tikið uppí frá byrjanini.

Kunningartøknin kann nýtast bæði til at arbeiða við mentanartilfari og við mállæru. Næmingarnir eiga at fáa kunnleika til tað tilfeingið, sum klassisku fakini hava á internetinum. Tey skulu eisini læra at brúka netið, tá ið tey lesa tekstir og skulu finna og meta um ískoytistilfar.

Tvørgreinaligt samstarv er ynskiligt fyri at skapa eina breiðari og djúpari fatan av latíni. Tá latín C er partur av einari tvey- ella tríára miðnámsútbúgving, eigur fakið at samstarva við hinar lærugreinarnar í mest møguligan mun, t.d. føroyskt, enskt, religión ella søgu.

Miðað verður ímóti, at undirvísingin fer fram við fjølbroyttum arbeiðsháttum, sum brúka og stimbra ymiskar læringsstílar hjá næmingunum, so sum at síggja / lesa / tekna, at hoyra, at syngja, at røra seg / skriva, at arbeiða saman í bólki, at gera framløgur og at djúphugsa í kvirru.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingarnir gerast medvitandi um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, sum útbúgving er. Tí skulu næmingarnir eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.

Næmingarnir skulu í latínfakinum menna sítt medvit, um at latínska málið og hugsanin síggjast aftur í móðurmálinum og fremmandamálum, bæði í gomlum orðum, tøkuorðum og nýyrði til nýggj fyribrigdi.

Umframt tað málsliga skulu næmingarnir læra at síggja seg sum lið í einari áhaldandi menning frá klassiskari tíð til okkara tíð, hvat viðvíkur okkara fatan av og tilgongd til etikk, lóg, demokrati, útbúgving o.a.m.