Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Fakliga innihaldið í lærugreinini miðlakunnleiki er í høvuðsheitum at viðgera livandi myndir og miðlaframleiðslur í einum fagurfrøðiligum, mentanarligum, samfelagsligum, yrkisligum og samskiftisligum samanhangi. Lærugreinin sameinar tó ein ástøðiligan og greinandi part við ein praktiskan og framleiðsluknýttan part. Lærugreinin gevur næmingunum neyðugu og amboðini til at greina livandi myndir, bæði tá ið talan er um fiksjón, fakta og lýsingar. Hetta gevur næminginum førleikar at uppliva og meta um ta umfatandi kunning og ávirkan, sum hann møtir í fjølbroytta miðlaheiminum. Harafturat gevur lærugreinin innlit í miðlatøkni, framsagnarhættir og ávirkingarbrøgd, tá næmingurin sjálvur skal gera sína egnu films- ella miðlaframleiðslu.


2. Endamál

Frálæran mennir evnini hjá næminginum at greina, seta í frásjón og taka støðu til føroyskar og altjóða miðlaframleiðslur, við bæði fiktivum innihaldi (fiktión), heimilafrásagnum (dokumentar ella fakta) og framleiðslum, við samansettum frásøguháttum, t.d. filmar, sjónvarpssendingar, margmiðlar og lýsingar. Somuleiðis skal frálæran menna førleikar næmingsins at orða seg sjálvstøðugt og fjølbroytt, so hann gerst virkin, skapandi og reflekterandi miðlabrúkari, við denti á film, sjónvarp og margmiðlar.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í miðlakunnleika á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin miðlakunnleiki á C stigi hevur fýra kjarnaøki:

Miðlaástøði og greining

Kjarnaøkið ástøði og greining fevnir um filmsmálsliga orðatilfeingið, týðandi sløg av filmum og sendingum, sereyðkenni fyri ávikavist fiktión og fakta, grundreglur og grundleggjandi ástøði um upptøku av livandi myndum og upptøkutøkni, grundreglur og grundleggjandi ástøði viðvíkjandi stjórnan og klipping av livandi myndum. Frásagnarhættir, samskiftismyndlar, málbólkar, boðskapur, innihald og virknaður eru fevnd av hesum kjarnaøki. Harumframt eru útbreiðsluhættir av livandi myndum og margmiðlum – eitt nú filmum, sjónvarpssendingum, telduspølum og appum – partur av kjarnaøkinum miðlaástøði og greining. Eisini fevnir kjarnaøkið um søguligu tilgongdina í sambandi við at ymisku mynd-, ljóð- og samskiftismiðlarnir eru mentir, umframt at prentaðu miðlarnir verða umrøddir, so at næmingarnir fáa grundleggjandi kunnleika til dagsins miðlaheim.

Miðlaframleiðsla

Kjarnaøkið framleiðsla fevnir um at leggja framleiðslu til rættis við eitt nú synopsu, handriti, søguborði og klippihandriti, fagurfrøðilig og søgulig sjónarhorn umframt framleiðslulagað sjónarhorn, frásøguhættir, frásøgusløg og dramaturgiskar meginreglur. Upptøkutøkni og tøkni at klippa og eftirviðgera livandi myndir er í minni mun partur av kjarnaøkinum miðlaframleiðsla. Eisini fevnir kjarnaøkið miðlaframleiðsla um snið, lit, grafikk, myndskipan, ljóð og ljóðeffektir, samvirkni og hendingastýrda samvirkan, hypertekst og hypermiðlar. Arbeitt verður við at skipa fyri ymiskum framløgum um ymisk evni, so næmingurin fær innlit í, hvussu ymiskir framløguhættir eru egnaðir til ymisk endamál. Umráðandi er, at samskiftismyndlar verða nýttir.

Miðlanýtsla

Kjarnaøkið miðlanýtsla fevnir um sereyðkenni fyri ymisk sløg av sendingum, ávikavist skaldsligar og roynveruligar, týðandi sløg av sjónvarpssendingum, ymisk sløg av sjónarhornum t.d. miðlasosiologisk og stovnslagaði sjónarhorn, umframt sløg av telduspølum.

Verkætlan

Næmingarnir gera í minsta lagi tvær miðlaframleiðslur, sum samantvinna ástøði og tað verkliga. Onnur teirra verður góðkend sum partur av próvtøkupensum. Arbeitt verður í smærri bólkum við í mesta lagi 4 næmingum í hvørjum. Verkætlanin verður framd sambært gjøgnumarbeiddari og niðurskrivaðari arbeiðsætlan.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini miðlakunnleiki eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í myndlist leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar fyri upphavsrætt. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin myndlist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Í lærugreinini miðlakunnleiki verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja og skilja tann týdning, ið miðlar hava í øllum samskifti, tað verið seg í hópsamskifti og í samskiftinum manna millum. Hetta lærir næmingurin m.a. við at hava framløgur og við at gjørdar verða eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað serstaka mál, ið teir ymsu miðlarnir umboða, t.e. myndir, tekstir og ljóð, og um symbolikk og boðskap, og næmingurin skal duga at lesa ella skilja og síggja boðskapin, ið einstaki miðilin ber fram, umframt tað, sum liggur aftan fyri sjálvan boðskapin, t.e. endamál, sendara, móttakara og tilætlaðan málbólk.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í miðlakunnleika eisini sín týðandi lut í hesi menning. Í sambandi við framleiðslur skulu næmingarnir gera framleiðsluætlan, og har er krav, at kostnaðir fyri eitt nú lutir, pallmyndir, samsýningar, keyp av serligum tilfari, samsýning til hjálparfólk og leikarar verða roknaðir.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í miðlakunnleika at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti og týðandi pørtum av samskiftinum, sum heild. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Í miðlakunnleika arbeiðir næmingurin við kunningartøkni, har hann m.a. lærir at arbeiða við tekstum, myndum og ljóði, og harafturat savnar sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið hann skapar síni egnu verk. KT amboð verða eisini nýtt í skapandi arbeiðinum, eitt nú til at gera storyboard, at vísa myndir við og at býta tilfar til hini í bólkinum og til læraran. Størsti parturin av útbreiðsluni av livandi myndum er grundaður á kunningartøkni. Næmingurin skal hava grundleggjandi KT-førleika fyri at sleppa framat viðkomandi myndatilfari og fyri sjálvur at hava fatan av, hvussu egið tilfar kann verða givið út og gerast atkomiligt hjá øðrum.

At kanna

At kanna er m.a. at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í miðlakunnleika um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og miðlar. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í miðlakunnleika verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at greina miðlar og livandi myndir, harímillum telduspøl, og hetta verður m.a. gjørt við at kanna miðlar og film í søguligum og samfelagsligum høpi.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í miðlakunnleika um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu filmur og livandi myndir hava verið við til at broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at miðlar eru ein skapandi tilgongd, sum í stóran mun byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Við støði kjarnaøkjunum dugir næmingurin:

  • at samantvinna ástøðiliga og verkliga vitan um miðlaframleiðslu
  • at nýta filmsmálsligt orðatilfeingi til at greina og tulka ymsik sløg av livandi myndum
  • at greiða frá grundleggjandi dramaturgiskum meginreglum og frásøguviðurskiftum
  • at skilja og greiða frá grundleggjandi drøgum í sambandi við fakta og fiktión
  • at leggja til rættis, framleiða og eftirmeta fjølmiðlatilfar
  • at meta um, hvussu livandi myndir verða nýttar í ymiskum høpi
  • at skipa eina framløgu við at nýta ymiska miðlatøkni
  • at nýta upptøkutól á grundleggjandi hátt
  • at áseta partarnar í arbeiðinum at gera eina miðlaframleiðslu
  • at leggja til rættis og gjøgnumføra eina miðlaframleiðslu í bólki
  • at nýta filmsmálsligt orðatilfeingi í sambandi við ymisku liðirnar í einari miðlaframleiðslu, grundaða á livandi myndir
  • at tillaga stíl og málbúnað til innihald og málbólk í sambandi við egna framleiðslu
  • at gera samandrátt (synopsis) og storyboard
  • at nýta grundleggjandi dramaturgi og at arbeiða greinandi í sambandi við framleiðslu.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða brúkt tríggjar ferðir í sama flokki/bólki.

Próvtøkan er tvíbýtt. Fyrri parturin er eitt ikki gjøgnumgingið brot úr einum filmi ella einari sjónvarpssending. Endurgivna brotið skal í mesta lagi vara 5 minuttir, og hevur samband við tað, sum arbeitt hevur verið við í sambandi við tann ástøðiliga-greinandi partin av undirvísingini. Saman við brotinum verður útflýggjað eitt skjal við neyðugum grundupplýsingum um brotið umframt spurningar.

Seinni parturin av próvhoyringini er ein framløga av prótakarans seinasta miðlaframleiðslu. Próvtakarin skal greiða frá týðandi evnum í framleiðsluni, og próvhoyrarin og próvdómarin hava høvi at seta dýpandi spurningar.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum og kendum tilfari. Ókenda tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og síggja próvtøkutilfarið úr frásjón.

Í dømingini av brotinum verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at

  • greina, hvussu filmligir virknaðarmiðlar verða nýttir
  • greiða frá grundleggjandi dramaturgiskum og genrukendum viðurskiftum
  • síggja brotið úr frásjón og knýta tað aftur at tilfari, ið er gjøgnumgingið í undirvísingini.

Í dømingini av prótakarans miðlaframleiðslu verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at

  • tilevna mynda- og ljóðsíðuna
  • skapa samsvar millum endamál, innihald, tilevning og málbólk
  • grundgeva fyri valið av filmligum virknaðarmiðlum
  • vera greinandi umhugsin í mun til egna framleiðslu.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. Próvhoyringin í brotinum og í egnari framleiðslu telur helvt um helvt.

Próvtalslýsingar

Munnligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan í sambandi við filmsbrotið er greið, samanhangandi og væl skipað. Viðgerðin og greiningin er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin tulkar og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á miðlafakligum háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Miðlaframleiðslan er sera væl úr hondum greidd, og grundgevingarnar fyri vali av málbólki og virknaðarmiðlum eru sera væl grundaðar. Próvtakarin vísir, at hann dugir væl at seta próvtøkutilfarið í frásjón.

7

Gott

Framløgan í sambandi við filmsbrotið er greið, rímiliga samanhangandi og hampuliga væl skipað. Viðgerðin og greiningin er hampuliga fjølbroytt og neyv. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni og tulkar og troytir evnið væl. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á miðlafakligum háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Miðlaframleiðslan er væl úr hondum greidd, og grundgevingarnar fyri vali av málbólki og virknaðarmiðlum eru vælgrundaðar. Próvtakarin vísir, at hann evnar at seta próvtøkutilfarið í frásjón.

02

Nøktandi

Framløgan í sambandi við filmsbrotið er heldur ógreið og trilvandi, men hongur tó saman. Viðgerðin og greiningin er heldur grunn og óneyv. Próvtakarin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni, men vísir tó, at hann hevur innlit í lærugreinina, og hann hevur í ávísan mun tak á miðlafakligum háttalagi. Próvtakarin nýtir vitan og hugtøk úr lærugreinini á heldur trilvandi hátt. Miðlaframleiðslan er ikki so væl út hondum greidd og hevur týðandi lýti. Grundgevingarnar fyri vali av málbólki og virknaðarmiðlum eru heldur veikt grundaðar. Próvtakarin vísir, at hann í ávísan mun evnar at seta próvtøkutilfarið í frásjón..

 

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at ástøðiligu og greiningarligu førleikarnir verða samantvinnaðir við praktisku framleiðsluførleikarnar og øvut. Í undirvísingargongdum í ástøði og greining verður fakligt orðatilfeingi nýtt og samantvinnað við hugtøkini, sum eru knýtt at framleiðslu av livandi myndum.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum miðlaástøði og greining verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum miðlaframleiðsla. Á tann hátt verður ástøðiligi kunnleikin royndur í verki.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður førleikin at gera framløgur og at leggja fram mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin miðlakunnleiki hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskar spurningar  í sambandi við miðlar, og tá ið tilfar til miðlar verður framleitt, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í miðlakunnleika skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um miðlar ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi miðlasløg, tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina. Hetta er serliga avgerandi fyri tann ástøðiliga og greinandi partin av arbeiðinum í undirvísingini, har umráðandi er, at næmingarnir so líðandi venja seg við tað fakliga orðatilfeingið og arbeiðshættirnar.

Arbeitt verður við at nærgreina ávísar partar ella pallmyndir í einari heild, so at næmingarnir gerast alsamt virknari í sjálvum greiningararbeiðinum. Seinni verða heil verk viðgjørd, har meira framkomnir greiningar- og arbeiðshættir verða nýttir, sum hava atlit at tí ískoyti, sum hvør einstakur næmingur kemur við.

Í miðlakunnleika skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin miðlakunnleiki er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin er í høvuðsheitinum partur av dagligu undirvísingini og er í størstan mun knýttur at framleiðslum, har framleiðsluætlanir, handrit, storyboards, klippihandrit v.m. eru neyðugur partur av framleiðsluni.

Kunningartøkni letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.