Seinast broytt: 
14. mai 2014
Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Vinnulívsrættur er ein løgfrøðilig lærugrein, ið fevnir um tann partin av løgfrøðini, sum er viðkomandi fyri vinnulívið. Vinnulívsrættur gevur eina almenna vitan um tær rættarligu meginreglurnar, umframt um tann partin av lóggávuni, ið vendir sær til vinnulívið og um hvussu hendan lóggáva, bæði skapar møguleikar og setir karmar fyri vinnufyritøkuna. Undirvísingin í lærugreinin tekur støði í teimum rættarkeldum, sum eru galdandi í Føroyum, men leggur samstundis dent á, at síggja føroysku lóggávuna í altjóða høpi. Skrivliga undirvísingartilfarið, og við tí pensum, er tó danskt og byggir tí á danskar rættarkeldur.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingin í vinnulívsrætti á C stigi er at menna førleikan hjá næminginum at  meta um løgfrøðiligar spurningar, við atlitið at vinnufyritøkuni, bæði innanlands og uttanlands. Eisini skal næmingurin menna førleikan at eyðmerkja vinnurættarligar vandamálsstøður, við at læra at skilja tær løgfrøðiligu meginreglurnar, ið eru galdandi í einum  rættarsamfelag. Harumframt skal næmingurin menna førleikan at brúka løgfrøðiligar arbeiðshættir, tá ið hann skal fyribyrgja ella finna loysnir á rættarligum ósemjum.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í vinnulívsrætti á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Undirvísingin verður skipað við støði í ymiskum evnum, ið verða lýst nærri við stakdømum. Stakdømini skulu lýsa nútímans løgfrøðilig viðurskifti, har viðkomandi løgspekilig (rættarfilosofisk), siðfrøðilig (etisk) og altjóða sjónamið verða tikin við. Hóskandi KT-amboð og teldutøkar keldur verða nýttar, og løgfrøðiligir umrøðuspurningar innan KT verða viðgjørdir.

Partar av kjarnaøkjunum og ískoytistilfarinum skulu veljast og viðgerast, so at tað kann vera við til at styrkja samanrenningina á lestrarbreytini. Vinnulívsrættur rennur saman við aðrar lærugreinar innan t.d. altjóða spurningar og í samanspæli við tær samfelagsvísindaligu lærugreinarnar í sambandi við vinnurættarligar og almennar løgfrøðiligar spurningar.

Kjarnaøki

Næmingurin skal hava innlit í

  • rættarkeldur, og hvussu hesar verða til, eins og tey sjónarmið av løgspekiligum og siðfrøðiligum slag, ið eru støði undir rættarreglum innanlands og altjóða
  • meginreglur innan KT-rætt og reglur um gjaldskort

Næmingurin skal duga at brúka løgfrøðiligar arbeiðshættir til at greina og meta um privatrættarligar spurningar og ósemjur millum vinnufyritøkuna og kringumhvørvið, og hann skal vera førur fyri sjálvstøðugt at nýta og viðgera reglurnar innan

  • endurgjald, sum ikki er knýtt at sáttmála og vøruábyrgd
  • avtalurætt og brúkaraavtalur
  • keyp og sølu av vørum og tænastuveitingum innanlands og uttanlands
  • brúkarakeyp
  • marknaðarføring og kapping
  • lánsavtalur (kredit) og trygd fyri lánum, herundir pant og kautión
  • krøv og heftilsi
  • skuldarinnheinting og húsagang
  • keyp og sølu av fastari ogn
  • tinglýsing
  • setanarviðurskifti og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • rættarsókn.

Næmingurin skal verða kunnaður um meginreglurnar í

  • altjóða løgfrøðiligum viðurskiftum, harímillum varnating og lógarval
  • skaðatrygging.

Endurgjald og vøruábyrgd

Meginreglur fyri endurgjald, tá ið eingin avtala ella vøruábyrgd er, verða viðgjørdar, so næmingurin gerst førur fyri sjálvstøðugt at nýta og viðgera týðandi reglur á vinnurættarliga økinum. Kunnað verður um skaðatrygging.

Avtalur

Lært verður um meginreglurnar fyri avtalur, stovnan, ógildi og fulltrú, so at næmingurin skilir, hvussu hetta fer fram, og dugir at tulka hesar reglur. Reglur viðvíkjandi brúkaraavtalum verða eisini viðgjørdar.

Keyp og søla av vørum og tænastum

Reglurnar fyri keyp og sølu verða viðgjørdar, serliga við atliti at levering, mishaldi og mishaldsheilmildum, so næmingurin er førur fyri sjálvstøðugt at meta um tey løgfrøðisligu viðurskiftini, ið gera seg galdandi, tá keypt og selt verður, innanlands ella uttanlands. Reglur um brúkarakeyp, marknaðarføring og kapping, verða eisini viðgjørdar. Næmingurin fær somuleiðis innlit í meginreglurnar fyri gjaldshættir og gjaldskort.

Keyp og søla av fastari ogn

Reglurnar um keyp og sølu av fastari ogn verða lýstar, serliga við atliti at tinglýsing og veð, so næmingurin dugir at nýta og viðgera reglurnar.

Altjóða viðurskifti

Kunnað verður um:

  • ES og um, hvussu ES-avgerðir og altjóða sáttmálar ávirka galdandi reglur í Føroyum og Danmark.
  • meginreglurnar í heimastýrislógini og løgfrøðisliga sambandið millum Føroyar og Danmark
  • altjóða varnating og lógarval

Kredittrygd og av- og niðurskriving av skuld

Reglurnar um borgan, ognarfyrivarni og um veð í leysafæ og krøvum verða lýstar, umframt um heftilsi hjá likamligum og løgfrøðiligum persónum, so næmingurin dugir at nýta og viðgera reglurnar um kredittrygd. Næmingurin skal í sínum arbeiði ogna sær kunnleika um reglurnar um skuldarinnheinting, niðurskriving av skuld, gjaldssteðg og reglurnar um húsagang.

Setanarviðurskifti og arbeiðsmarknaðarviðurskifti

Lært verður um meginreglurnar um setanar- og sáttmálaviðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, herundir um frítíðarlóggávuna.

Valfrítt evni

Í undirvísingarárinum verða umleið 10 pultstímar nýttir í flokkinum til arbeiði við valfríum evni. Næmingar og lærari velja evnið í felag við atliti at áhuga, tørvi og ynski hjá næmingunum. Endamálið er at geva næmingunum høvi at arbeiða meira nágreiniliga við einum evni frá undirvísingini ella at taka upp nýtt evni, eitt nú í tvørfakligum høpi.

Lesipensum

Í sambandi við evnini, sum eru nevnd undir kjarnaøki og ískoytisøki, verða lisnar umleið 250 normalsíður.

Ískoytisøki

Ískoytistilfar skal kunnu nýtast til at seta kjarnuøkini í perspektiv og nágreina tey, fyri at víðka um sjónarringin hjá næmingunum. Nýggj kjarnuøki kunnu ikki takast við sum ískoytisøki.


5. Førleikamál

Førleikamálini í vinnulívsrætti eru býtt sundir í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í hesum sambandi skal næmingurin læra:

  • at skilja og leggja til grund tær løgfrøðuligu meginreglurnar, ið eru galdandi í einum rættarsamfelag (at virða)
  • at skilja og at brúka løgfrøðilig hugtøk og málburð (at samskifta)
  • at eyðmerkja vinnurættarligar vandamálsstøður (at kanna)
  • at brúka løgfrøðiligar arbeiðshættir, tá hann skal fyribyrgja ella finna loysnir á rættarligum ósemjum (at skapa)

Fakligir førleikar

Eftir lokið C-stig í vinnulívsrætti dugir næmingurin:

  • at greiða frá sjónarmiðum av løgspekiligum og siðfrøðiligum slag, ið eru støði undir rættarreglum innanlands og altjóða
  • at greiða frá ymiskum viðurskiftum viðvíkjandi rættarkeldum innanlands og altjóða
  • at nýta løgfrøðiligar arbeiðshættir til at greina og meta um privatrættarligar spurningar og ósemjur millum vinnufyritøkuna og kringumhvørvið
  • at kjakast um spurningar viðvíkjandi rættarsókn.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvtøkan fer fram sum ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Provtøkutilfarið kann í mesta lagi verða brúkt til tríggjar próvtøkur í sama flokki. Sum heild, skal próvtøkutilfarið fevna breitt um fakliga endamálið við lærugreinini.

Próvtøka fevnir um próvhoyring í próvtøkupensum. Próvtakarin fær umleið 20 minuttir til fyrireikingar, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 3 próvtakarar verða hoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagið verða nýtt tríggjar ferðir í sama próvtøkubólki.

Próvtakararnir verða próvhoyrdir í ítøkiligum uppgávum, ið taka støðið í ókendum tilfari.

Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 150 normalsíður av lesipensum.

Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

Til fyrireikingina skal próvtakarin hava útflýggjað rein eintøk av teimum uppgávunum, sum hann skal arbeiða við. Í fyrireikingarrúminum kann próvtakarin nýta egnar uppskriftir og alt tilfar, sum er tilskilað í lesipensum. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki uppeftir í dømingini.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður mett um, í hvønn mun próvtakarin lýkur førleikamálini í lærugreinini. Próvtakarin skal í hesum sambandi duga at greina og lýsa týðandi tættir í próvtøkuspurninginum, harímillum at nýta neyðug og viðkomandi løgfrøðilig hugtøk, og at duga at síggja uppgávuna í mun til dagliga, vinnuliga virksemið, og at samanbera spurningin við hetta. Hann skal í hesum sambandi duga at skipa og bera fram fakligt tilfar, orða eina fakliga meting av uppgávuspurninginum, kjakast og meta um vinnurættarligar spurningar við at nýta løgfrøðiligar arbeiðshættir og hugtøk í einum veruleikanærum samanhangi.

Givið verður eitt próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.


7. At skipa undirvísing

Didaktiskar meginreglur

Í vinnulívsrætti verður arbeitt við løgfrøðiligum spurningum, ið eru uppi í tíðini, har ítøkilig mál verða viðgjørd við støði í einari heildarmeting. Løgfrøðiligt ástøði verður brúkt á ein hátt, ið gevur næmingunum møguleika at greiða frá løgfrøðiligum avgerðum og atburði í einum virki, í einum veruleikakendum samanhangi. Undirvísingin skal so nógv sum til ber vísa atlit at teimum royndum, ið einstaki næmingurin hevur.

Tann induktiva læringsmeginreglan skal hava eitt týðandi pláss, tá undirvísingin verður løgd til rættis. Við einari induktivt grundaðari undirvísing mennist førleikin hjá næminginum at skipa, orða og bera fram tær fakligu metingarnar og niðurstøðurnar.

Arbeiðshættir

Næmingarnir skulu hava møguleika at ávirka undirvísingargongdina sum heild, bæði tá tað snýr seg um val av ískoytistilfari og tvørfakligar spurningar. Undirvísingin skal harumframt leggjast til rættis við atlitið at ymisku førleikunum og fortreytunum hjá næminginum.

Undirvísingin skal leggjast til rættis við ymiskum og alt meira avbjóðandi og mennandi arbeiðshættum. Eisini fevnir undirvísingin um at arbeiða við uppgávur, ið viðgera avmarkaðar løgfrøðiligar spurningar. Undirvísingin skal leggja dent á, at læra næmingin at skilja, greina og meta um løgfrøðilig viðurskifti.

Skúlin avger í hvønn mun lærugreinini verður tillutað tíð til skrivligt virksemi. Í ávísum avmarkaðum spurningum er skrivliga virksemið við til at menna førleikarnar hjá næmingunum til at arbeiða sjálvstøðugt við løgfrøðiligum arbeiðshættum og ástøði, eitt nú í sambandi við innsavnan av upplýsingum og tá ið talan er um at gera frágreiðing, greining, meting og niðurstøðu.