Seinast broytt: 
12. mars 2015
Viðmerking: 
Rætting í próvtøkuhátti, at próvtøkan er skrivlig og ikki munnlig.
Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlanin fyri støddfrøði á B stigi til tøknibreyt og tilfeingisbreyt

1. Samleiki

Støddfrøðin er ein partur av okkara heimsumfatandi mentanararvi. Menniskjað hevur til allar tíðir roynt at ment støddfrøðina fyri at granska alheimin, fyri at skipa sínar royndir og fyri at lýsa og skilja samband í náttúruni og í samfelagnum. Ein annar íblástur til at menna støddfrøðina er gleðin við sjálvari støddfrøðini. Støddfrøðin nemur við mong týðandi samfelagsøki, so sum læknavísindi, búskaparfrøði, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri, at samfelagið mennist. Eitt virkið fólkaræði krevur, at borgararnir kunnu seta seg inn í, skilja og kritiskt meta um rúgvismikla kunning, hagfrøðiligar greiningar og fíggjarligar forsagnir. Við hesum í huga er støddfrøðiligur førleiki neyðugur, skulu vit kunna skilja og ávirka mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa ein trupulleika til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir ein bæði hjálpartól og tøknitól. Førleikin í støddfrøðini er eitt týdningarmikið amboð, og fakið kann vera grundarlag fyri víðari útbúgving og verða partur av yrkis- og frítíðarlívinum. Støddfrøðin er eisini grundarlag undir týdningarmiklum pørtum av okkara mentanararvi og fyri menning av skilvísari hugsan. Á henda hátt hevur fakið ein høvuðsleiklut í almennari mentan, tí tað ávirkar samleika, hugsanarhátt og sjálvsfatan.


2. Endamál

Lærugreinin støddfrøði er við til at menna tann støddfrøðiliga førleika, sum samfelagið og tann einstaki krevja. Fyri at røkka hesum førleika mugu næmingarnir bæði arbeiða verkliga og ástøðiliga. Upplæringin skiftir ímillum kanningar, spæl, hugflog og at loysa uppgávur og ítøkiliga rokning. Í tøkni og sniðgeving og í gerandisdegnum annars er støddfrøðin eitt amboð. Í støddfrøðini í skúlanum verður arbeitt við meginhugtøk, hættir og sambondini teirra millum.

Berast má so í bandi, at undirvísingin eggjar næminginum til at menna sínar royndir í fakinum og hugburð sín til støddfrøði, samstundis sum undirvísingin skal geva honum hollan, fakligan førleika, so at góðir lunnar verða lagdir undir lívlanga læring.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í støddfrøði á B stigi fevnir um samanlagt 285 klokkutímar í 2 ár.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í verkætlanarfrágreiðingini.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í støddfrøði á B stigi fevna um hesi evni og øki:

  • Stigskipanina fyri roknihættir, stytting, reglur fyri potensar og røtur, at loysa líkningar, bæði analýtiskt, grafisk og við kunningartøkni
  • Grundleggjandi klassiska geometri og trigonometri: lutfaldsrokning í einsskapaðum tríkantum, rættvinklaða tríkantin, tilvildarliga tríkantin, arealrokning av flatum, rúmd og yvirflatavídd av rúmligum skapum
  • Analýtiska plangeometri, harímillum einfaldar analýtiskar roknihættir
  • Geometriska og analýtiska vektorrokning í flatanum, herundir projektión, frástøða og vinklar
  • Funktiónshugtakið; eyðkendar eginleikar við hesum funktiónum: polynom, potensfunktiónir og samansetingar av hesum; eksponential- og logaritmufunktiónir
  • Ásetan av forskrift, herundir regressión og at brúka funktiónir at gera modell at loysa ítøkiligar tøknifrøðiligar ella náttúrufrøðiligar uppgávur
  • Hugtøkini kontinuitetur og differentiabilitetur og definitión og tulking av differentialkvotienti; sambandið millum differentialkvotient og montoniviðurskifi, ekstrema og optimering
  • At finna avleiddu funktiónina fyri oman fyri nevndu funktiónssløg og roknireglur fyri at differentiera sum, differens og funktión, faldað við konstanti
  • At finna stamfunktión fyri oman fyri  nevndu funktiónssløg og at brúka integralrokning til at finna vídd; roknireglur fyri at integrera summ, differens og funktión, faldað við konstanti
  • Roknitøknilig amboð, so sum grafroknari.

Verkætlanir

Fleiri smærri verkætlanir verða gjørdar, og síðst á 2. ári ger næmingurin eina verkætlan, sum er ein próvtøkuverkætlan, ið verður gjørd sambært reglum frá Mentamálaráðnum. Verkætlanirnar skulu til samans fevna um so stóran part av kjarnaøkjunum sum gjørligt, umframt partar av ískoytisøkinum.

Ískoytisøki

Kjarnaøkið er ikki nóg mikið fyri at næmingurin røkkur teimum fakligu málunum í lærugreinini. Ískoytisøkið skal í vavi svara til 20% av lestrartíðini og skal veljast soleiðis

  • at næmingurin víðkar støddfrøðiliga sjónarringin við at læra um onnur funktiónssløg, onnur støddfrøðilig øki ella lærir neyvari um støddfrøðiligan hugsanarhátt
  • at næmingurin arbeiðir djúpri við einum evni
  • at næmingurin mennir sína fatan av, at støddfrøði kann verða nýtt í tvørfakligum samanhangi, til dømis í tvørfakligum samstarvi við aðrar lærugreinar
  • at næmingurin fær høvi at arbeiða sjálvstøðugt.

5. Førleikamál

Í støddfrøði eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar ganga aftur í førleikamálunum, har teir virka fyri at menna fakliga førleikan og eru ein partur av honum. Í støddfrøði skilja vit støðisførleikar soleiðis:

At megna at orða seg munnliga í støddfrøði er at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan grundaða á støddfrøði. Tað hevur m.a. við sær at skula samrøða og samskifta um hugskot og viðgera spurningar og hugsandi loysnir saman við øðrum.

At megna at orða seg skrivliga í støddfrøði er at loysa eina uppgávu við støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. At gera tekningar, skitsur, skap, talvur og ritmyndir. Eisini førleikin at nýta støddfrøðilig tekn og formligt mál í fakinum er ein støðisførleiki í støddfrøði.

At megna at lesa í støddfrøði er at tulka og gagnnýta tekstir við støddfrøðiligum innihaldi og við innihaldi úr gerandis- og arbeiðslívi. Í tekstunum kunnu vera støddfrøðiligar orðingar, ritmyndir, talvur, tekn, formlar og skilvís hugsan.

At duga at rokna er ein týdningarmikil støðisførleiki í støddfrøðifakinum. Tað snýr seg um at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum gerandisstøðum og í støddfrøðiligum greiðslumálum. Fyri at megna hetta, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættirnar, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, hvørt svarið er á góðari leið.

At megna at nýta talgild amboð í støddfrøði er at nýta hesi amboð til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Tað snýr seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina, viðgera og leggja fram dátur við hóskandi hjálparamboðum, og vera vandin við keldur, greiningar og úrslit. Lummaroknari og telda eru natúrlig amboð í undirvísingini í støddfrøði. Vegleitt verður so hvørt, sum brúk er fyri tí.

Almennir støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilur tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um vísindi. At samskifta um vísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við støddfrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í royndarvirksemi. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa fakligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluleiðbeiningar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki í lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í støddfrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um støddfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera royndir og læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna snýr seg harumframt um at duga at nýta tey hjálparamboð og teir arbeiðshættir, ið hoyra lærugreinini til og tað, sum arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta amboðini rætt.

At skapa

At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt umframt at menna síni hugskot, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg eisini um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at royndir og frágreiðingar støddfrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við og nýta myndlar lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Við støði í teimum lýstu kjarnaøkjunum dugir næmingurin

  • at vísa á støddfrøðiligan hugsanarhátt og sjálvstøðugt at orða støddfrøðiligar loysnir og gera einføld prógv
  • at skifta ímillum teir ymisku leiklutirnar, ið eru og kunnu vera knýttir at einum støddfrøðiligum hugtaki
  • at orða og loysa støddfrøðilig ivamál, bæði ástøðiliga og í verki
  • at greina verklig ivamál, serstakliga innan tøkni, tøknifrøði og náttúruvísindi
  • at seta upp støddfrøðiligar framferðarhættir við atliti at einum ávísum spurningi, loysa trupulleikar, umframt skjalfesta og tulka loysnina í verki, harímillum at greiða frá avmarkingunum í framferðarháttinum, og vísa á, hvar loysnin er galdandi
  • at brúka viðkomandi støddfrøðilig hjálparamboð, harímillum kt-amboð og ymisk støddfrøðilig forrit til framvísing og at fremja kanningar, sum eru við til at menna fatanina av støddfrøðiligum hugtøkum, og til skjalfesting
  • at nýta kt til útrokningar og til at kanna úttrykk, sum eru beinleiðis knýtt at førleikamálunum í lærugreinini
  • at nýta støddfrøðiligt teknmál og samstundis evna at skifta til tað dagliga skrivaða ella tosaða málið.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Talan er um bæði munnliga og skrivliga eftirmeting.

Eftirmetingin verður fastløgd í mun til førleikarnar hjá næminginum, sum er viðmerkt undir teimum fakligu málunum.

Eftirmetingin verður grundað á:

  • skrivligar forroyndir og royndir
  • skrivligar uppgávur
  • verkætlanarfrágreiðing
  • munnliga framløgu
  • virkna luttøku í undirvísingini.

Úrtøkan hjá næminginum skal javnan eftirmetast. Hetta gevur partvís støði fyri eini greiðari meting av, hvussu tann einstaki næmingurin skal vegleiðast frameftir í arbeiðinum við at náa tey fakligu málini og við møguleika fyri at rætta uppá tað í undirvísingini.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Próvtøkan er skrivlig við einari munnligari framløgu, sum tekur støði í verkætlanarfrágreiðingini. Verkætlanin verður gjørd eftir einum evni, sum Mentamálaráðið hevur tilnevnt.

Beint aftan á at verkætlanartíðin hjá næmingunum er liðug, sendir skúlin eitt eintak av verkætlanarfrágreiðingini til próvdómaran. Próvhoyrari og próvdómari tosa saman áðrenn próvtøkuna, um hvønn part í verkætlanini próvtakarin skal greiða frá.

Fyrireikingartíðin er 30 minuttir og próvhoyringin er 30 minuttir, íroknað flytan av næmingum, lutakasti og próvdøming.

Próvtakarin fær ein ókendan spurning við lutakasti. Spurningurin hevur uppruna í einum av verkætlanunum frá undirvísingini.

Próvtøkan inniheldur partvís svari av próvtøkuspurninginum og partvís framløguni av tí spurninginum, sum próvhoyrari og  próvdómari vóru samdir um at geva út frá próvtøkuverkætlanarfrágreiðingini. Hesin seinasti parturin av próvtøkuni má hægst vara helvtina av próvtøkutíðuni.

Spurningurin við lutakasti kann brúkast tvær ferðir til hvønn próvtøkubólk. Møguligt fylgiskjal kann brúkast fleiri ferðir, alt eftir ynski frá próvhoyrara.

Sjálv uppgávuorðingin til próvtøkuverkætlanina saman við próvtøkuspurningunum verður send til próvdómaran í góðari tíð áðrenn próvtøkuna.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av verkætlanini og tí munnligu framløguni, harímillum svarinum frá tí drignu uppgávuni.

Dømingargrundarlag

Í sambandi við metingina av próvtali sum heild, verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið fakligu førleikamálunum í lærugreinini.

Í frágreiðingini til próvtøkuverkætlanina verður serligur dentur lagdur á evnini hjá próvtakaranum at:

  • nýta støddfrøðilig ástøði og háttaløg til at loysa ástøðilig og verklig evni
  • nýta støddfrøðilig háttaløg til at loysa uppgávur við útgangsstøði í ástøðiligum og verkligum viðurskiftum
  • seta upp og viðgera støddfrøðiligar roknihættir, og at meta um úrslitið aftaná
  • skriva upp og byggja upp eitt greitt støddfrøðiligt skjal
  • nýta týðandi hjálparamboð til útrokningar og skjalprógvan
  • skilja munin á teimum ymisku skjalprógvanunum í einum støddfrøðiligum hugtaki
  • orða seg og skifta ímillum tað støddfrøðiliga teknmálið og tað dagliga skrivaða málið.

Í tí munnligu framløguni verður serligur dentur lagdur á próvtakarans evni til at:

  • vísa yvirlit
  • greiða frá støddfrøðiligu tankagongdini og at gera einføld støddfrøðilig hugsanarúrslit
  • skilja mun á teimum ymisku skjalprógvanunum í einum støddfrøðiligum hugtaki
  • orða seg og skifta ímillum tað støddfrøðiliga teknmálið og dagligt talumál
  • vísa sín ognarlut í verkætlanarfrágreiðingini.

Próvtalslýsingar

B-stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er væl skipað og próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á yrkorðanýtsluni í lærugreinini og hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin dugir væl at skifta ímillum tað fakmálsliga orðatilfeingið og gerandismál. Próvtakarin vísir, at hann trygt evnar at nýta støddfrøðiliga hugsan og arbeiðslag, harímillum einfalda støddfrøðiliga próvførslu. Próvtakarin vísir gott innlit á øllum økjum, og hann dugir at heildarmeta og at nýta tilfarið í ymiskum høpi. Bert týdningarleys lýti koma fyri.

7

Gott

Framløgan er væl skipað og próvtakarin dugir at nýta tey støddfrøðiligu yrkorð, ið eru knýtt at lærugreinini. Próvtakarin evnar at nýta støddfrøðiliga hugsan og arbeiðslag, harímillum einfalda støddfrøðiliga próvførslu, tó við ávísum manglum, og á hóskandi hátt skifta ímillum tað fakmálsliga orðatilfeingið og gerandismál. Próvtakarin vísir hampiligt innlit á øllum týðandi økjum, og hann evnar í ávísan mun at heildarmeta tilfarið. Partur av framløguni eru dømir um ítøkiliga nýtslu. Fleiri lýti koma fyri.

02

Nóg gott

Framløgan er heldur trilvandi skipað og hongur ikki væl saman. Próvtakarin evnar bert í lítlan mun at nýta tey støddfrøðiligu yrkorð og hugtøk, sum verða nýtt í lærugreinini. Próvtakarin evnar ikki trygt at flyta seg í millum tað fakmálsliga orðatilfeingið og gerandismál, og framløguhættir próvtakarans eru skiftandi og trilvandi. Próvtakarin hevur lítið tak á støddfrøðiligum hugsanarhátti og arbeiðslag. Framløgan er ótrygg og fevnir í høvuðsheitum bert um dømir um ítøkiliga nýtslu. Próvtakarin hevur einans avmarkað innlit í lærugreinina, men evnar tó at gera einfalda symbolviðgerð


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Arbeiði við støddfrøðini skal skipast sum eitt skifti millum ástøði og nýtslu og hava sítt upprunastøði í orðingum til trupulleikar í teimum tøkniligu, tøknifrøðiligu og náttúrvísindaligu fakunum.

Við nýtslu av teimum deduktivu og induktivu undirvísingarháttunum arbeiðir næmingurin við tí ástøði, sum verður nýtt til veruligar loysnir av einum kendum gerandisligum trupulleika. Næmingurin skal við støddfrøðiligum arbeiði uppliva, at ein royndartilgongd til fakið styrkir fatanina av tí ástøðiliga evninum.

Somuleiðis skal næmingurin arbeiða við einføldum prógvum og av hesum koma at kenna til støddfrøðiliga deduktión.

Fyri at styrkja um fatanina av støddfrøðiligu hugtøkunum skal í undirvísingini arbeiðast við menning og viðlíkahaldi av teimum grundleggjandi handfaringunum í neyðugum vavi.

Við at økja um sjálvstøði og við at arbeiða við pørtum av evninum við ymiskum serstøkum háttum, økir næmingurin um sín førleika við vitan og royndum.

Næmingurin skal skilja støddfrøðina sum eina lærugrein, sum kann nýtast til at loysa trupulleikar í øðrum lærugreinum. Her verður hugsað um handaligar trupulleikar frá tøknilærugreinini og teimum náttúruvísindaligu lærugreinunum. Við leiðandi arbeiðsháttum og við amboðum frá støddfrøðini skal næmingurin arbeiða við at greina, seta upp loysnir og meta um úrslit, bæði í støddfrøði og í hinum nevndu lærugreinunum.

Arbeiðshættir

Arbeitt verður við verksligum trupulleikum, har støddfrøðin verður brúkt sum eitt amboð til at greina og loysa hesar trupulleikar. Undirvísingin er bæði evnisstýrd og verkætlanarstýrd, og næmingurin skal hava møguleika at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í bólki. Verkætlanaruppgávurnar og arbeiði við teimum verður lagt til rættis so at tað fremur stigvøkstur, og so at næmingurin fær størri møguleikar at vísa yvirlit og at stýra sjálvur.

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at næmingurin munnliga leggur høvuðspartar av evninum fram við denti á ta støddfrøðiligu tankagongdina, einføld hugsanarúrslit, við einum skifti ímillum ymiskar framløgur av tí støddfrøgiliga málinum.

Næmingurin arbeiðir eisini við tí skrivligu støddini av lærugreinini, har dentur verður lagdur á tað støddfrøðiliga málið og ta náttúrligu nýtsluna av ymiskum hjálparamboðum. Umráðandi er, at næmingurin skjalprógvar arbeiði, sum hann hevur gjørt.

Skrivligt arbeiði

Endamálið við tí skrivliga arbeiðinum er:

  • at arbeiða við støddfrøðiligum trupulleikum og harvið geva næminginum eina greiða fatan av evninum
  • at venja skrivligt skifti, harímillum nýtslu av røttum støddfrøðiligum máli og teknum
  • at geva næminginum møguleika at skjalprógva sín støddfrøðiliga førleika
  • at geva læraranum grundarlag at eftirmeta støðuna hjá næminginum og at næmingurin sjálvur kann meta um sína egnu støðu í lærugreinini
  • at venja samskipan og geva møguleika fyri yvirliti.

Uppgávurnar kunnu orðast sum royndir, bólkauppgávur ella einstaklingauppgávur.

Í sambandi við orðingina av uppgávuni kann verða lagt uppfyri, at uppgávan kann latast inn í fleiri umførum við denti løgdum eftir teimum ymisku sjónarmiðunum í uppgávuni.

Harafturat ger næmingurin eitt ávíst tal av verkætlanum, sum samanlagt fevna um høvuðsumráðið í kjarnaøkjunum og í ískoytisøkinum. Verkætlanirnar eru størri opnar uppgávur, har næmingurin sjálvur skal taka støðu til partar av fortreytunum og møguligum innihaldi í verkætlanini.

At enda gera næmingarnir eina serstaka kt-grundaða verkætlan til verkætlanarroyndina í lærugreinini. Settir verða 12 tímar av til ráðgeving, vegleiðing og undirvísing. Verkætlanarfrágreiðingin er grundarlagið undir tí endaliga støðumetinum ella próvtalinum.

Kunningartøkni

Næmingurin arbeiðir við CAS-amboðum og øðrum forritum til støddfrøði, so at hann verður kunnugur við orðalagið, málið og nýtsluna av í minsta lagi einum forriti til støddfrøði.

Sum tíðin líður, kann nýtslan av kt-amboðum verða økt og m.a. brúkast til at gera:

  • myndlar  (modellering)
  • sýning (visualisering)
  • rúmlærukanning
  • endurútrokningar
  • symbolskar útrokningar
  • numeriskar útrokningar
  • skjalprógvan og framløgu av úrslitinum.

Samstarv við aðrar lærugreinar

Lærugreinin fevnir um tey almennu krøvini um samstarv millum lærugreinar, millum annað við stuli frá lestrarumráðnum. Samarbeiði við aðrar lærugreinar í lestrartíðini, harímillum serstakliga lærugreinina tøknifrøði og tær náttúruvísindaligu lærugreinarnar, hevur stóran týdning.

Vitan og førleiki frá øðrum lærugreinum verður tikin við, so at støddfrøðin verður lýst frá fleiri liðum í einum tøkniligum/tøknifrøðiligum samanhangi.