Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Støddfrøðin er ein partur av okkara heimsumfatandi mentanararvi. Menniskjað hevur til allar tíðir roynt at ment støddfrøðina fyri at granska alheimin, fyri at skipa sínar royndir og fyri at lýsa og skilja samband í náttúruni og í samfelagnum. Ein annar íblástur til at menna støddfrøðina er gleðin við sjálvari støddfrøðini. Støddfrøðin nemur við mong týðandi samfelagsøki, so sum læknavísindi, búskaparfrøði, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri, at samfelagið mennist. Eitt virkið fólkaræði krevur, at borgararnir kunnu seta seg inn í, skilja og kritiskt meta um rúgvismikla kunning, hagfrøðiligar greiningar og fíggjarligar forsagnir. Við hesum í huga er støddfrøðiligur førleiki neyðugur, skulu vit kunna skilja og ávirka mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa ein trupulleika til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir ein bæði hjálpartól og tøknitól. Førleikin í støddfrøðini er eitt týdningarmikið amboð, og fakið kann vera grundarlag fyri víðari útbúgving og verða partur av yrkis- og frítíðarlívinum. Støddfrøðin er eisini grundarlag undir týdningarmiklum pørtum av okkara mentanararvi og fyri menning av skilvísari hugsan. Á henda hátt hevur fakið ein høvuðsleiklut í almennari mentan, tí tað ávirkar samleika, hugsanarhátt og sjálvsfatan.


2. Endamálið

Endamálið við undirvísingini í lærugreinini er at menna støddfrøðiliga førleikan, sum samfelagið og tann einstaki krevja av útbúgvandi ættarliðnum. Í undirvísingini skal næmingurin hava kunnleika til týðandi tættir í samspælinum sum er millum støddfrøði, mentan, vísindi og tøknifrøði. Harumframt skal næmingurin hava innlit í, hvussu støddfrøðin kann vera við til at økja um fatanina av og vera við til at seta orð á, hvussu støddfrøðiligir spurningar kunnu verða viðgjørdir og svaraðir, á ymiskum fakligum økjum, umframt at geva honum innlit í støddfrøðiligan hugsanarhátt. Á tann hátt skal næmingurin verða betur førur fyri at skilja og taka støðu til støddfrøðinýtsluna hjá øðrum, samstundis sum hann ognar sær neyðugar førleikar at taka eina framhaldsútbúgving, har støddfrøði er ein partur.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í støddfrøði á B-stigi á fyrireikingarbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt fevnir um samanlagt 250 klokkutímar í 2 ár.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjum og munnliga próvtøku bæði í kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í støddfrøði á B stigi fevna um:

  • stigskipanina hjá rokniháttunum, víðkaða potenshugtakið, at loysa líkningar við analýtiskum og grafiskum arbeiðsháttum og við kt-amboðum
  • formulorðingar at lýsa beint og øvut lutfall og linjuháttað samanheingi, polynominell samanheingi, eksponentiell samanheingi og potenssamanheingi við variablum
  • einføld hagfrøðilig háttaløg at handfara og viðgera dátutilfar, grafiska framløgu av hagfrøðiligum tilfari, empirisk hagfrøðilig lýsiorð (deskriptorar), stakroyndir og teirra umboðanarvirði og chi-í-øðrum test
  • lutfalsrokning í einsvinklaðum tríkantum og trigonometriskar útrokningar í tilvildarligum tríkantum
  • funktiónshugtakið f(x) og serstakir eginleikar í sambandi við hesar funktiónir: linjufunktión, polynom, eksponential-, potens- og logaritmufunktiónir, sinus og cosinus, umframt serstakar eginleikar í sambandi við grafisku gongdina hjá hesum funktiónum, at nýta regressión
  • allýsing og tulking av differentialkvotienti, harímillum vakstrarferð og marginaleygleiðingar, avleidda funktión hjá teimum vanligu funktiónunum, umframt roknireglurnar fyri differntiatión av f + g, f – g og k ∙ f gera niðurstøðu við at draga støddfrøðireglu burtur úr valdum differentialkvotientum
  • monotoniviðurskifti, ekstrema og optimering, umframt samanheingið millum hesi hugtøk og differentialkvotient
  • stamfunktión hjá teimum vanligu funktiónunum, ómarkað og markað integrali, at nýta integralrokning til at rokna vídd av punktmongdum, avmarkað til grafar hjá ikki-negativum funktiónum
  • grundleggjandi eginleikar hjá støddfrøðiligum myndlum, myndlan (modellering)

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Ískoytisøki í støddfrøði á B stigi á fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt kunnu m.a. fevna um:

  • hugsanarúrslit (ræsonnement) og próvførslu
  • støddfrøðilig myndlan
  • at nýta í minsta lagi ein annan hagfrøðiligan ella sannlíkindaástøðiligan myndil
  • at rokna við sonnum (autentiskum) taltilfari
  • støddfrøðisøguligar tilgongdir

4. Førleikamál

Í støddfrøði eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar ganga aftur í førleikamálunum, har teir virka fyri at menna fakliga førleikan og eru ein partur av honum. Í støddfrøði skilja vit støðisførleikar soleiðis:

At megna at orða seg munnliga í støddfrøði er at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan grundaða á støddfrøði. Tað hevur m.a. við sær at skula samrøða og samskifta um hugskot og viðgera spurningar og hugsandi loysnir saman við øðrum.

At megna at orða seg skrivliga í støddfrøði er at loysa eina uppgávu við støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. At gera tekningar, skitsur, skap, talvur og ritmyndir. Eisini førleikin at nýta støddfrøðilig tekn og formligt mál í fakinum er ein støðisførleiki í støddfrøði.

At megna at lesa í støddfrøði er at tulka og gagnnýta tekstir við støddfrøðiligum innihaldi og við innihaldi úr gerandis- og arbeiðslívi. Í tekstunum kunnu vera støddfrøðiligar orðingar, ritmyndir, talvur, tekn, formlar og skilvís hugsan.

At duga at rokna er ein týdningarmikil støðisførleiki í støddfrøðifakinum. Tað snýr seg um at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum gerandisstøðum og í støddfrøðiligum greiðslumálum. Fyri at megna hetta, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættirnar, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, hvørt svarið er á góðari leið.

At megna at nýta talgild amboð í støddfrøði er at nýta hesi amboð til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Tað snýr seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina, viðgera og leggja fram dátur við hóskandi hjálparamboðum, og vera vandin við keldur, greiningar og úrslit. Lummaroknari og telda eru natúrlig amboð í undirvísingini í støddfrøði. Vegleitt verður so hvørt, sum brúk er fyri tí.

Almennir støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilur tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um vísindi. At samskifta um vísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við støddfrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í royndarvirksemi. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa fakligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluleiðbeiningar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki í lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í støddfrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um støddfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera royndir og læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna snýr seg harumframt um at duga at nýta tey hjálparamboð og teir arbeiðshættir, ið hoyra lærugreinini til og tað, sum arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta amboðini rætt.

At skapa

At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt umframt at menna síni hugskot, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg eisini um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at royndir og frágreiðingar støddfrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við og nýta myndlar lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Faklig førleikamál

Næmingurin dugir

  • at handfara einfaldar formlar, harímillum at umseta millum symbolríkt mál og natúrligt mál, at greiða frá tøkum symbolríkum lýsingum av variabulsamanheingi og at nýta symbolríkt mál at loysa einfaldar spurninar við støddfrøðiligum innihaldi
  • at nýta einfaldar hagfrøðiligar ella sannlíkindaástøðiligar myndlar, til at greiða frá einum givnum úrvali av dátum ella fyribrigdum úr øðrum fakøkjum, fremja hypotesutest, seta spurningar við støði í myndlinum og duga at síggja og meta um, hvørjar svarloysnir kunnu vera, og at orða niðurstøður á einum greiðum máli
  • at nýta einfaldar funktiónslýsingar í sambandi við at givnar dátur verða myndlaðar, at gera simuleringar og framskrivingar og at vera umhugsin og grundandi í sambandi við at myndlarnir verða fyrimyndaðir, og tá ið mett verður um, hvussu víða myndlarnir røkka
  • at nýta differentialkvotient og samfunktión hjá einføldum funktiónum og at tulka tað ymiska, ið tær umboð
  • at greiða frá givnum geometriskum myndlum, umframt at loysa geometriskar uppgávur og spurningar
  • at orða einfaldar støddfrøðiligar niðurstøður, hugsanir og próvførslur
  • at vísa sína vitan um, hvussu støddfrøðin verður nýtt í verki innan ávís øki, harímillum vitan um nýtsluna av støddfrøðini í sambandi við eina heldur torgreidda vandamálsorðing
  • at vísa sína vitan um, hvussu støddfrøðin hevur ment seg í samspæli við ta søguligu, vísindaligu og mentanarligu menningina
  • at vísa sína vitan um samleika og háttaløg hjá støddfrøðini
  • at nýta kt-amboð til at loysa ávísar støddfrøðiligar spurningar og uppgávur, harímillum at handfara heldur torgreiddar frymlar og at áseta differentialkvotient og stamfunktión í sambandi við heldur samansettar funktiónsútsagnir.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkur

Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka

Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar og er skipað í tveimum.

Til fyrra partin verður nýttur 1 tími, har próvtakararnir hava ongar uttan serliga loyvdar hjálparmiðlar. Tá hesin tímin er farin skulu uppgávusvørini latast inn.

Til seinna partin eru allir hjálparmiðlar loyvdir, tó við teimum avmarkingum, sum eru tilskilaðar í próvtøkukunngerðini.

Roknað verður eitt uppgávurað, hvørs uppgávur eru gjørdar við støði í kjarnaøkjunum.

Tá ið uppgávurnar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í svarinum, at rætt er roknað, og at skilagóð háttaløg eru nýtt.

Fyri skrivliga avrikið verður givið eitt próvtal við støði í einari heildarmeting.

Munnlig próvtøka

Í munnligu próvtøkuni verða nýttar verkætlanargongdir og temauppgávur, sum eru framdar í undirvísingini. Endaligu spurningarnir til munnligu próvtøkuna skulu verða próvtakarunum kunnugir undan próvtøkuni. Spurningarnir skulu fevna um mál og fakliga innihaldið í lærugreinini. Ein týðandi partur av próvtøkuspurningunum skal verða lagaður soleiðis, at  gjørligt er at taka framdar verkætlanargongdir og temauppgávur, við tilhoyrandi næmingafrágreiðingum, við í munnligu próvtøkuna. Spurningarnir og eitt yvirlit yvir frágreiðingar og undirvísingargongdir verða send próvdómaranum í góðari tíð undan próvtøku.

Einstaku spurningarnir verða gjørdir við einari yvirskrift, sum lýsir tað yvirskipaða evnið í sambandi við próvtøkuna, og sum fevnir um ítøkiligar undirspurningar.

Próvhoyringin varir í 30 minuttir og fyrireikingartíðin er 30 minuttir.

Fyrsti parturin av próvtøkuni fevnir um framløgu próvtakarans av hansara svari upp á próvtøkuspurningin við dýpandi spurningum.

Annar partur er ein samtala millum próvhoyara og próvtakara við støði í tí yvirskipaða evninum.

Dømingargrundarlag

Dømingin byggir á eina metinga av, í hvussu stóran mun próvtakarin í síni framløgu lýkur treytirnar fyri tey fakligu málini, sum sett verða í námsætlanini.

Í metingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin:

  1. hevur grundleggjandi støddfrøðiligar førleikar, harímillum
  • at hann evnar at nýta støddfrøðiligt symbolríkt mál og hugtøk
  • at hann hevur kunnleika til støddfrøðiligar arbeiðshættir og dugir at brúka teir rætt
  • at hann er førur fyri at nýta kt-amboð í hóskandi mun.
  1. dugir at nýta støddfrøði í sambandi við ítøkiligar trupulleikar og spurningar, og í hesum sambandi
  • dugir at velja hóskandi háttalag
  • megnar at leggja fram eitt støddfrøðiligt evni ella háttalag greitt og týðuliga
  • evnar at greiða frá nevndu støddfrøðiligu myndlum og viðgera, hvussu vítt teir fevna.
  1. hevur yvirlit og evnar at síggja støddfrøðina í frásjón, harímillum
  • at síggja, hvussu og hvar støddfrøðin verður nýtt í samspæli við aðrar lærugreinar og fak, umframt at umhugsa og meta um leiklutin og í hvussu stóran mun støddfrøðin kann verða nýtt í øðrum lærugreinum
  • at hann evnar at flyta seg millum ástøðiligu og verkligu partarnar í lærugreinini í sambandi við myndlan og vandamálsviðgerð
  • at vísa innlit í serstakar partar av støddfrøðiligum hugsanarúrslitum (ræsonnementum).

Til munnligu próvtøkuna verður givið 1 próvtal við støði í eini heildarmeting.

Próvtalslýsingar

B-stig skrivlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin velur og nýtir við stórum tryggleika hóskandi hættir at viðgera givnar støddfrøðiligar uppgávur.

Próvtakarin evnar at gera eitt vælskipa svar við tryggari nýtslu av myndum og teknum, og hugsunarhátturin skal síggjast týðiliga.

Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt kt og tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir á vitan um týðandi hættir at viðgera givnar støddfrøðiligar uppgávur.

Próvtakarin evnar at gera eitt uppgávusvar við góðum samanhangi í hvørjum spurningi sær og við góðari nýtslu av myndum og teknum.

Próvtakarin megnar at nýta kt og tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lætugreinini í flestu samanhangum. Viðløgdu útrokningartilfar stuðlar próvsvarinum væl. Onkur lýti koma fyri.

02

Nóg gott

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, men vísir á grundleggjandi vitan og um hættir at viðgera einfaldar støddfrøðiligar uppgávur.

Próvtakarin dugir at nýta einfaldar formlar, men ger eitt ósamanhangandi svar við lítlari nýtslu av myndum og brúki av teknum við lítlum neyvleika.

Próvtakarin evnar at gera brúk av kt til einfaldar uppgávur, og annars tey amboð sum eru knýtt at lærugreinini. Endurgevingin og viðgerðin eru veikar.

B-stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtakarin evnar at flyta seg millum ástøði og royndir tá ið modell og uppgávuloysn skulu finnast. Próvtakarin er umhugsin viðvíkjandi fyrimynd og skotbrái av funnu loysnini. Próvtakarin vísir innlit í støddfrøðiliga hugsan og ástøði.

Próvtakarin hevur eina vælskipaða framløgu og málber seg klárt við góðum støddfrøðiligum málburði.

Próvtakarin vísir yvirlit yvir eitt støddfrøðiligt øki, ella vitan um eitt øki har støddfrøðin verður nýtt saman við øðrum lærugreinum.

7

gott

Próvtakarin evnar í høvuðsheitum at greiða frá ávísum støddfrøðiligum modellum og grunda yvir skotbráið á hesum. Próvtakarin dugir í høvuðsheitum at greiða frá stigum í viðgerðini av einføldum støddfrøðiligum trupuleikum. Próvtakarin evnar at fremja aðaltáttin í einfaldari støddfrøðiligari hugsan.

Próvtakarin hevur eina samanhangandi framløgu og nýtir støddfrøðiligan málburð.

Próvtakarin vísir á eitt støddfrøðiligt øki ella vitan um eitt øki, har einføld støddfrøði verður nýtt saman við øðrum lærugreinum.

02

Nóg gott

Próvtakarin evnar í høvuðsheitum at greiða frá ávísum støddfrøðiligum modellum og grunda yvir skotbráið á hesum. Próvtakarin dugir í høvuðsheitum at greiða frá stigum í viðgerðini av einføldum støddfrøðiligum trupuleikum. Próvtakarin evnar at vísa aðaltáttin í einfaldari støddfrøðiligari hugsan.

Próvtakarin hevur eina samanhangandi framløgu við nýtslu av støddfrøðiligum málburði.

Próvtakarin megnar at vísa á eitt støddfrøðiligt øki ella vitan um eitt øki, har einføld støddfrøði verður nýtt saman við øðrum lærugreinum.


7. At skipa undirvísingina

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin verður løgd til rættis við tí fyri eygað, at hvør einstakur næmingur hevur møguleika at røkka fakligu førleikamálunum. Sjálvstøðuga handfaring næmingsins av støddfrøðiligum uppgávum og spurningum og framløga hansara av teimum er megintátturin í undirvísingini.

Støddfrøðiliga fatan og innovativu evni næmingsins verða ment og styrkt við í høvuðsheitum at loysa spurningar og uppgávur gjøgnum royndararbeiði. Tað verður m.a. gjørt við at leggja til rættis induktivar undirvísingargongdir, har næmingurin sleppur sjálvur at seta orða á sín varhuga við støði í ítøkiligum dømum.

Tað royndarkenda innihaldið í støddfrøðini fær ikki staðið einsamalt. Tí verða ávísar evnagongdir valdar og lagdar til rættis, so næmingurin fær eina greiða fatan av týdninginum, sum próvførslan hevur í støddfrøðiligum ástøði.

Í undirvísingini verður dentur lagdur á nýtsluvirðið hjá støddfrøðini, og næmingurin skal skilja og síggja, hvussu tey somu støddfrøðiligu háttaløgini kunnu verða nýtt í sambandi við sera ymisk fyribrigdi.

Undirvísingin verður løgd til rættis við stigvøkstri í háttaløgum og fakligum innihaldi, samstundis sum støðisførleikar og paratvitan verða styrkt og ment við, at tey verða brúkt regluliga. Eisini verður støddfrøðiliga fatanin hjá tí einstaka næminginum ment við, at arbeitt verður við munnliga miðlan.

CAS-amboð verða ikki nýtt til bert at fremja tær heldur torførari symbolsku útrokningarnar, men skulu eisini stuðla førleikalæringini og menningini av støddfrøðiligum hugtøkum hjá einstaka næminginum.

Arbeiðshættir

Ein týðandi partur av undirvísingini í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum verður lagdur til rættis sum verkætlanargongdir ella sum størri temauppgávur. Í hvørji einstakari undirvísingargongd verða fakligu málini orðað, støða verður tikin til arbeiðsgongdina, og næmingarnir gera eitt skrivligt verk, sum kann skjalfesta fakligu úrslitini. Aftan á hvørja størri undirvísingargongd ella í sambandi við repititión verður støða tikin til, hvussu tað fakliga tilfarið, sum arbeitt hevur verið við, kann verða nýtt í sambandi við próvtøkuspurningarnar.

Partur av undirvísingini verður lagdur til rættis sum bólkaarbeiði við tí fyri eygað at menna fatan næmingsins av teimum støddfrøðiligu hugtøkunu við samrøðu og kjaki.

Arbeitt verður við tann munnliga partin, harímillum at næmingarnir sjálvir ogna sær vitan og førleikar við at leggja fram útvaldar støddfrøðiligar tekstir.

Í undirvísingini skulu næmingarnir loysa uppgávur við tí fyri eygað at teir ogna sær støddfrøðilig hugtøk, háttaløg og førleikar sum heild. Uppgávur verða loystar bæði í tímunum og sum heimaarbeiði. Harumframt verður arbeitt við størri skrivligar frágreiðingar sum eitt úrslit av arbeiðinum við verkætlanir og evni.

KT

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at roknimaskinur, kt og støddfrøðiforrit gerast týðandi hjálparamboð, tá ið næmingarnir arbeiða við at læra seg at kenna støddfrøðiligu hugtøkini og at loysa vandamálsorðingar. Í tilrættisleggingini gerst venjingin í at nýta hesi hjálparamboð ein týðandi partur, so næmingurin lærir at fremja útrokningar, at gera symbolska manipulatión av formulorðingum, at handfara hagfrøðiligar dátur, at gera sær yvirlit yvir grafar, at loysa líkningar og at gera symbolska differentiatión og integratión. Harumframt eru roknimaskinur, kt og støddfrøðiforrit partur av tilrættisleggingini av royndarvirkseminum í sambandi við evni og vandamálsloysnir.

Samspæl og samstarv við aðrar lærugreinar

Tá ið støddfrøði B er partur av einari lestrarleið, skulu partar av fakliga tilfarinum verða valdir, so at møguleikar eru at styrkja fakliga samspæli í lestrarleiðini. Tað merkir, at næmingurin skal fáa betri innlit í tann frágreiðandi og lýsandi máttin hjá stødfrøðini, umframt at síggja týdningin av at umhugsa og viðgera fortreytirnar fyri einari støddfrøðiligari lýsing, og hvussu álítandi úrslitini eru, sum verða rokkin gjøgnum lýsingina.

Samanhangandi undirvísingargongdir verða lagdar til rættis við tí aðalmáli at styrkja kunnleika næminganna um, hvussu samspælið millum støddfrøði, mentan, vísindi og tøkni háttar seg.