Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri hugmyndasøgu á B stigi

1. Samleiki

Í hugmyndasøgu verður arbeitt við broytingini í menniskjans hætti at fyrihalda seg til heimin, soleiðis sum hon hevur gjørt ígjøgnum heimspeki, vísindi, politik, búskarfrøði, religión, fagurfrøði og tøkni. Dentur verður lagdur á at skoða hugmyndalig nýbrot í einum søguligum, samfelagsligum og mentanarligum samanhangi, so at góður møguleiki er fyri at grunda yvir, perspektivera og at taka støðu til spurningar, hugsjónir og ástøði í samtíðini. Hugmyndasøga knýtir saman hugsan og hugskot av ymiskum slag og eggjar til kjak við hinar lærugreinarnar við at seta spurningar og við líta á umrøðuevni frá ymiskum sjónarhornum tvørtur um námsgreinar og vísindaøki.


2. Endamál

Endamálið við Hugmyndasøgu er at geva næminginum eina holla vitan um hugsjónarligu fortreytirnar fyri nútíðarsamfelagnum, soleiðis sum tær hava víst seg ígjøgnum evropeiska heimspeki, vísindi, tøkni, religión og fagurfrøði. Næmingurin skal duga at viðgera ymisk umrøðuevni innan hugmyndasøgu við einum søguligum og perspektiverandi sjónarhorni, eins og hann skal duga at vísa á líkleika og frávik í teimum ymisku hugmyndasøguligu spurningunum.

Arbeiðið við hugmyndasøguligum keldum og umrøðuevnum skal styrkja førleikarnar hjá næminginum at grunda yvir ymiskar hugsjónir, hugmyndir og virði, sum hann møtir og fæst við í útbúgvingini og í samtíðini annars, og styrkja førleikarnar til at kjakast við støði í vitan og kunnleika.

Samanumtikið skal frálæran fyrireika næmingin til víðari lestur.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í hugmyndasøgu B fevnir um 125 klokkutímar og byggir á undirvísingina í søgu á C stigi.


4. Øki

Arbeiðið við hugmyndasøguligum teksti við støði í ymiskum hugmyndasøguligum tíðarskeiðum, har tey ávísu umrøðuevnini verða viðgjørd við støði í ymiskum sjónarhornum.

Yvirlit yvir kjarnaøki (eisini nevnd hugmyndasøgulig tíðarskeið)

1. Fornøld og eldri tíð

[uml. .... – 350 e.k.]

2. Miðøld

[uml.   350 – 1350]

3. Renesansa

[uml. 1350 – 1600]

4. Nýtíðarhugsan tekur seg upp og náttúruvísindaliga kollveltingin

[uml. 1600 – 1700]

5. Upplýsing, romantikkur og ídnaðarkollveltingin

[uml. 1700 – 1857]

6. 19. øld og ídnaðarsamfelagið

[uml. 1857 – 1914]

7. Rák og lyndi í nútíðini  

[uml. 1914 –  .. ..  ]

Ymisk sjónarhorn

Tey ymisku hugmyndasøguligu evnini verða viðgjørt við støði í oman fyri nevndu kjarnaøkjum og tíðarskeiðum. Undirvísingin tekur støði í hesum sjónarhornum:

A) Sannkenning, vísindi og tøkni

  • Upprunin og menningin av hugmyndini um vísindi og tøkni
  • Samanspælið millum teir mest týðandi vísinda- og tøknistovnarnar og ymisku vísindagreinarnar og tøkniformarnar
  • Grundleggjandi fatanir um eyðkennini við sannkenning
  • Sannkenningarlig og vísindalig eyðmerki  av tøknifrøði

B) Fagurfrøði, list og snið

  • Menningin av hugmyndunum um tað vakra í náttúruni, tøkni og list
  • Menningin av ymiskum listagreinum og formlist og teirra berandi stovnar
  • Ymiskar fatanir av tí fagurfrøðiliga

C) Samfelag, búskapur og politikkur

  • Menningin av teimum politisku og búskaparligu hugmyndunum og týdningurin av tøknifrøði í hesi menningini
  • Ymiskar fatanir og sjónarmið um stýriskipanir
  • Politisk hugmyndafrøði (ideologi) og ósemjur millum tær
  • Tøkniligt skil og búskaparligar meginreglur

D) Siðafrøði og eksistentialisma

  • Menningin av grundleggjandi siðafrøði- og tilverufatanum
  • Týdningurin av siðafrøði og eksistentialismu í gerandisdegnum
  • Siðafrøðilig og eksistentiellir spurningar í mun til menningina og nýtsluna av tøkni

E) Trúgv og skil

  • Upprunin til trúarskipanir, frumsøgur, heimsfatanir og aðrar metafysiskar fatanarskipanir og sannføringar
  • Andstøða og ósemjur millum trúgv og vitan
  • Verðslig og átrúnaðarlig rák í nútíðini
  • Heilagransking og religión

Lýsing av økjum

Her verða givin dømi, sum lýsa tey ymisku økini. Dømini eru bólkað eftir kjarnaøkjum ella hugmyndasøguligum tíðarskeiðum. Hesi dømini verða nevnd hugmyndasøgulig umrøðuevni.

1. Fornøld og eldri tíð

  • fyrstu menniskjuni: samlarar, veiðufólk og fyrstu amboðini
  • tey fyrstu samfeløgini
  • frá mytos til logos, presokratikararnir
  • metafysikkurin hjá Platon og Aristoteles
  • religión: jødadómur, kristindómur og mystikkur
  • epikurerar, stoikarar og rómversk hugsan

2. Miðøld

  • myndugleikin hjá katólsku kirkjuni
  • fyrstu universitetini
  • skúlaspeki (skolastikkur)
  • framstig við bóndasamfelagnum og onnur tøkni
  • brillur, ur, ull og flutningur
  • prógv um gud

3. Renessansa

  • uppgerð við skúlaspeki
  • endurveking
  • Kopernikus – ein nýggjur alheimur
  • tey tvey svørini – verðslig og andalig makt
  • siðaskifti, trúbót
  • sjókort, kanónir og bøkur

4. Nútíðarhugsan tekur seg upp og náttúruvísindaliga kollveltingin

  • náttúruvísindaliga kollveltingin og miðaldar kirkjan
  • mekanisk heimsfatan
  • nátúrurættindi
  • kollvelting í heimspeki – eg hugsi, tí eri eg
  • mót-trúbót

5. Upplýsing, romantikkur og ídnaðarkollveltingin

  • hugmyndin um upplýsing
  • mannarættindi og upplýsing
  • etik og moral (siðafrøði og siðalag)
  • ravmagn og ravmagnsstreymur
  • evnafrøðiliga kollveltingin
  • tjóðskaparkensla

6. 19. øld og ídnaðarsamfelagið

  • frá empiri til vísindaborna tøkni
  • menningnarlæran og kristindómur
  • positivisman
  • Vísindaliggerð av framleiðslufaktorum (Taylorisma)

7. Rák og lyndi í nútíðini

  • biotøkni
  • mørk fyri vísindi og tøkni (vápnatøkni, gentøkni o.s.fr.)
  • eftirgjørt skil
  • tekniskt skil
  • menniskjað – einstaklingur ella flokkdjór
  • intelligent design
  • tvær veruleikafatanir: positivisma og fyribrigdafrøði (fenomenologi)
  • tilverustevna (eksistentialisma)
  • mentanarlig pluralisma
  • átrúnaður og heilagransking
  • new age

Ikki er neyðugt at viðgera øll evnini, ið eru nevnd omanfyri. Hartil eru eisini evni, sum ikki eru nevnd, og sum hóska seg væl í frálæruni í hugmyndasøgu.

Lærarin kann taka eitt evni og viðgera tað ígjøgnum fleiri tíðarskeið.


5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.tíl. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin hugmyndasøga hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um samfelagsmál. At samskifta um samfelagsmál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Munnliga skal næmingurin duga at brúka tey ymisku hugmyndasøguligu hugtøkini í framløgum, samtalum og kjaki. Hetta merkir, at næmingurin skal munnliga  duga at viðgera hugmyndasøgulig evni og lýsa tey frá ymiskum sjónarmiðum eins og næmingurin skal duga at greiða frá fakligum fyribrigdum á ein greiðan og sakligan hátt.

Skrivliga skal næmingurin duga at orða og viðgera hugmyndasøgulig umrøðuevni, so tey gerast greið fyri hann og onnur, ið lesa tekstin.

Næmingurin skal duga at lesa hugmyndasøguligar tekstir, so at hann kann hugsa um innihald og grunda yvir hugmyndasøgulig umrøðuevni í skrivligum tilfari. Næmingurin skal duga at fata ymisk umrøðuevni, vísa á próvførslu og eyðmerkja høvuðssjónarmið, umframt at viðgera og meta um skrivliga tilfarið.

Næmingurin skal duga at brúka hagfrøðiligt tilfar og lesa ymiskt annað tal-grunda tilfar: tabellir, diagrammir o.s.fr.

Næmingurin skal duga at brúka kunningartøkni í arbeiðinum við hugmyndasøgu. Eitt nú tá hann leitar eftir keldum, tilfari og við framløgum. Hetta merkir, at næmingurin skal vísa keldukritiskan hugburð í nýtsluni av kunningartøkni.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga snýr seg um at greiða frá nútíðarhendingum og viðurskiftum, at nýta allýsingar, hugtøk, ástøði og yrkismál til at greiða frá orsøkum og ávirkanum í samfelagnum. Tað merkir at duga at leggja fram úrslit av egnum arbeiði týðiliga og skilliga fyri øðrum, at duga at samskifta um egnar og annara framløgur. Evni at orða seg skrivliga og munnliga merkir at duga at gera sær tankar um áskoðanir í tekstum og øðrum miðlum, umframt at próvføra og kjakast um virði í upplýsingum og keldum, tilgitingum (hypotesum) og myndlum.

Førleikin at lesa snýr seg um at seta seg inn í, granska, tulka og grunda um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa snýr seg eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ognað sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelagi, er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum keldum (bløðum, tíðarritum) og interneti og meta vandaliga um hesi.

Førleikin at rokna snýr seg um at viðgera og samanbera taltilfar um faklig høvuðsevni og at nýta, tulka og gera talvur og ritmyndaligar framløgur. Rokning merkir eisini at gera nøgdarligar kanningar og viðgera taltilfar hagfrøðiliga.

Førleikin at nýta KT snýr seg um at gera útrokningar, leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. KT-førleikar merkir eisini at kenna persónsvernd og upphavsrættindi og duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir at tilevna, vísa og útgeva egna og felags margmiðlaframleiðslu.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um samfelagslig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Næmingurin dugir

  • at vísa, at hann hevur kunnleika til menningina av grundleggjandi hugmyndum, tøkniformum og liviumstøðum í teimum ymisku tíðarskeiðunum og mentanunum
  • at greiða frá týðandi hugmyndafrøðiligum ósemjum í teimum ymisku tíðarskeiðunum
  • at greina og skilja høvuðsorsøkirnar og sambondini í menningini av hugmyndum og tøkniformum
  • at samanlíkna ymiskar grundleggjandi hugmyndir og tøknifrøðiligar fatanir.
  • at greina samanspælið millum menningina av hugmyndum, tøkniligu fortreytum og lívskorum
  • at greina ítøkiliga hugmyndasøguligar og tøknifrøðiligar spurningar
  • at vísa yvirlit yvir menningina av hugmyndum í kjarnaøkjunum
  • at kjakast um og perspektivera nútíðar spurningar innan tøkni, vísindi, politikk, list og siðafrøði við støði í einum hugmyndasøguligum sjónarhorni.

Skrivlig avrik

Næmingurin skal arbeiða skrivligt við øllum tíðarskeiðunum. Tó er ikki ásett, hvussu nógvar uppgávur næmingurin skal skriva. Næmingurin kann sostatt skriva um ávíst evni, sum fevna um fleiri ymisk tíðarskeið. Eitt nú kann arbeiðast við  ‘fólkaræði’ í fornøldini, miðøldini og í nýggjari tíð.

Arbeiðast kann við uppgávunum í bólkum. Tað er tó neyðugt at skipa soleiðis fyri, at tann einstaki næmingurin skal kunna greiða frá teimum ymisku niðurstøðunum, sum verða náddar í uppgávunum. Uppgávurnar kunnu latast inn í ymiskum formum: eitt nú í pappíri, sum Power Point framløga ella sum t-postur til læraran.

Endaliga uppgávan verður sett  av læraranum í samráð við næmingin. Endaliga uppgávan skal vera um 3-4 síður og skal brúkast til at gera eina synopsis úr. Synopsis skal nýtast til eina møguliga próvtøku.

Til endaligu uppgávuna kann lærarin geva næminginum nakrar yvirskipaðar karmar, sum kunnu fevna um fleiri umrøðuevni og tíðarskeið. Við støði í hesum kann næmingurin (ella ein bólkur við upp til trimum næmingum) velja yvirskipað evni. Endaliga uppgávuorðingin skal setast av læraranum.  Karmarnir fyri uppgávuna og endaliga orðingin eins og tilhoyrandi synopsis skulu tryggja, at tann einstaki næmingurin til próvtøkuna hevur møguleika fyri at greiða frá og argumentera fyri einum hugmyndasøguligum umrøðuevni, arbeiðshátti og at perspektivera við støði í teimum ymisku sjónarhornunum.

Til endaligu uppgávuna skal hvør einstakur næmingur gera eina synopsis, sjálvt um uppgávan er gjørd saman við øðrum. Synopsis skal vera umleið 1 síðu og kann við fyrimuni brúkast til at skipa framløguna hjá næminginum til endaligu próvtøkuna.

Tvørfrøðiligt samstarv

Tá hugmyndasøga B er søguligi parturin av HT-útbúgvingini, so er neyðugt, at lærugreinin gevur góðar møguleikar fyri søguligum perspektivi í mun til náttúruvísindaligu, tøkniligu og hugvísindaligu økini í útbúgvingini.

Tað er tí av stórum týdningi, at hugmyndasøga virkar fyri at geva næmingunum eina tilvitan um, at nútíðarfatanir innan t.d. vísindi og tøkni ikki altíð hava verið galdandi. Hetta eggjar til søguliga perspektivering við onnur fakøki, so at næmingurin kritiskt kann fyrihalda seg til vitan og ástøði, sum hann møtir í frálæruni á HT.


6. Eftirmeting og próvtøka

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøka

Við støði í einari endaligari uppgávu verður ein munnlig próvtøka hildin. Í sambandi við uppgávuna skal næmingurin gera ein samandrátt (í punktformi), sum verður send próvdómara áðrenn próvtøku.

Endaliga próvtøkan er 30 min. Fyrireiking til sjálva próvtøkuna er somuleiðis 30 min.

Til próvtøkuna skal næmingurin hava samandráttin við. Frálærutilfar, skrivligar uppgávur og annað tilfar kann eisini takast við til próvtøkuna. Til fyrireikingina fær næmingurin ein ella fleiri spurningar, sum eru orðaðir við støði í samandráttinum. Til sjálva próvtøkuna hevur næmingurin einans loyvi at hava við sær samandráttin og skrivligt tilfar frá fyrireikingini.

Próvtøkan tekur støði í framløgu hjá næminginum og teimum svørum, næmingurin hevur svarað í sambandi við spurningarnar. Hareftir verður próvtøkan merkt av eini útgreinandi samtalu, sum kann snúgva seg um evni innan og uttanfyri kjarnaøkið.

Ein heildarmeting verður gjørd av próvtøkuni, og eitt próvtal verður givið.

Próvtalslýsingar

Munnligt B-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini verður dentur lagdur á samanspæl millum greining av søguligum evnum og yvirlitsskapandi frálæru og ástøði. Vanliga veður gjølla arbeitt við einum hugmyndasøguligum tíðarskeiði ella einari ósemju, har hugt verður eftir teimum sosialu, politisku, mentanarligu ella tøkniligu fortreytunum. Dentur eigur at vera lagdur á at viðgera ymiskar trupulleikar í teimum ymisku tíðarskeiðunum, sum verður styðjað við søguligari greining.

Undirvísingin verður skipað eftir teimum ymisku umrøðuevnunum, soleiðis at tey ymisku tíðarskeiðini verða tikin við. Tey einstøku hugmyndasøguligu umrøðuevnini kunnu sostatt viðgerast søguliga við at hyggja nærri eftir eitt nú mentanarliga, søguliga og búskaparliga týdningin við evninum í ávísum tíðarskeiði, eins og møguleiki er at viðgera evnið í einum størri sjónarhorni tvørturum hugmyndasøgulig tíðarskeið.

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera søga í fortíð og samtíð, tíð og rúm ella altjóða tulking og miðling.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum tíð og rúm verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum tulking og miðling. Á tann hátt kundi vitan um hendingar og søgulig tíðarskeið úr einum hugmyndafrøðiligum og samfelagsligum sjónarhorni verið við til at gjørt fatanina av søgufrøðini meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini hugmyndasøgu. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini hugmyndasøgu. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í hugmyndasøgu skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini hugmyndasøgu mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í hugmyndasøgu skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin hugmyndasøga er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn ella hava framløgu bara í hugmyndasøgu, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, so at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.