Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri lestrarmenning

1. Samleiki

Lestrarmenning er ein samanrenning millum fakøkini lestrartøkni, lestrarvegleiðing og tey 3 høvuðsfakøkini náttúruvísindi, hugvísindi og samfelagsvísindi. Lestrarmenning skal fyrireika næmingin til lesturin.


2. Endamál

Lestrarmenningin miðar ímóti, at næmingurin gerst førur fyri at lesa og granska í lestrartíðini, so at hann megnar at fremja útbúgvingina innan ásettu tíðarkarmar.

Lestrarmenning skal gjøgnum fyrsta skúlaár á miðnámi stimbra til sjálvsvirkni og treysti og gera næmingin tilvitaðan um læringshættir, egna læring, læringstørv og krøv til miðnámslestur. Harafturat skal lestrarmenning stuðla uppundir floksmentan, næmingaleiklutir, sjálvstøðugt arbeiði eins og bólkaarbeiði og tvørfakligt arbeiði. Tey trý høvuðsfakøkini skulu vera umboðað í undirvísingini við denti á arbeiðshættir í einstøku lærugreinunum.


3. Stig og tímatal

Til lestrarmenning skulu nýtast 25 klokkutímar á 3 ára breytunum og 35 klokkutímar á fyrireikingarbreyt. Tímarnir í lestrarmenning skulu nýtast fyrsta lestrarár.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lestrarmenning er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøkið er uml. 80 % av klokkutímatalinum og leggur dent á grundleggjandi læringsførleikar. Ískoytisøkið fevnir uml. 20 % av klokkutímatalinum og fevnir um serlig eyðkenni og arbeiðshættir á einstøku breytunum ella øki, ið er serliga viðkomandi í einstaka flokkinum.

Gjøgnum lærugreinina lestrarmenning skal næmingurin fáa kunnleika um fakligu høvuðsøkini og ymisku lærugreinarnar. Serligur dentur er á, hvussu einstaki næmingurin mennir sínar lestrarførleikar gjøgnum virkna venjing innan ymiskar arbeiðshættir og háttaløg.

Lestrarvegleiðarin leggur saman við skúlaleiðaranum samlaðu gongdina í lestrarmenning til rættis – eisini hvørji øki verða lisin av lestrarvegleiðara, og hvørji verða lisin av øðrum.

Kjarnaøki

Arbeiðslag – kanningar av arbeiðslagi og førleikum hjá einstøku næmingunum, so teir gerast tilvitaðir um sítt arbeiðslag og kunnu menna arbeiðslag og -førleikar.

Læringstørvur – at einstaku næmingarnir verða tilvitaðir um sínar styrkir og veikleikar, um krøv og um at seta sær mál.

Lærihættir  og arbeiðshættir – tað er m.a. notutøkni, lesitøkni, at skipa arbeiði, sjálvstøðugt arbeiði, fyrireikandi heimaarbeiði og bólkaarbeiði.

Læraraleiklutir og næmingaleiklutir – har dentur verður lagdur á ábyrgd næmingsins og ábyrgd lærarans í læringsstøðuni, og hvussu lutfallið er millum hesar leiklutir í ymsu læringsrúmunum.

Floksmentan – at gerast tilvitaður um trivnaðin og sosiala samspælið í flokkinum, so at flokkurin verður eitt mennandi læringsrúm.

Kunning um arbeiðslív og útbúgvingarmøguleikar, ið føroyska samfelagið hevur brúk fyri.

Fakligu høvuðsøkini

Fakligu høvuðsøkini hugvísindi, náttúruvísindi og samfelagsvísindi verða lýst, og kunnað verður um serligar arbeiðshættir í hesum økjum, eitt nú at skriva frágreiðingar og uppgávur.

Vísindaástøði

Vísindaástøði er um sannkenningarmøguleikar og tilgongdir, ið vísindi nýta at lýsa og meta um heimin, vit liva í, bæði um kosmos, nátturuna, samfelagið og menniskjað. Vísindaástøði viðger m.a.deduktivt og induktivt arbeiðslag, kvalitativar og kvantitativar kanningar, empiri (dátugrundarlag) og ástøði.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í lestrarmenning um at virða skúlaarbeiði, bæði lærara og floksfelagar. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir, at øll menniskju hava ymiskar fortreytir í lívinum. Við at leggja dent á næmingaleiklutir, bólka- og floksmentan, skal næmingurin læra at virða tørv og sjónarmið hjá floksfeløgum sínum eins og at sýna virðing fyri tí undirvísing, sum skúlin bjóðar.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga, og at lesa og skriva. Í lestrarmenning verður dentur lagdur á at læra at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna og at læra miðvíst og tilvitað at ogna sær ta vitan, sum verður borin gjøgnum lærubøkur og í undirvísingini og sjálvur at gerast virkin luttakari í hesum samskifti.

At kanna

Vit kanna umhvørvi fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir.

Førleikin at kanna snýr seg í lestrarmenning um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um læring og ymisk amboð at røkka lestrarmálum. Næmingurin skal fáa kunning og læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í Lestrarmenning um, at næmingurin skal verða tilvitaður um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu áhaldandi læring og málrættað arbeiðslag geva úrslit og sjálvsvirkni. Næmingurin skal læra, at skúlaarbeiði er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treysti. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við royndum í undirvísingini og við samstarvi, skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Fakligir førleikar kunnu býtast í felagsfakligar førleikar og stakfakligar førleikar. Lestrarmenning leggur serliga dent á at menna felagsfakligu førleikarnar.

Læriførleiki/læriháttur

Næmingurin skal læra ymiskar lærihættir, ið kunnu stimbra læriførleikan og gera næmingin betur føran fyri at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð. Næmingurin skal læra, hvussu hann ognar sær vitan og hvussu hann betur kann minnast tað lærda, so hann tilvitað kann velja millum ymisk amboð og lærihættir eftir tørvi.

Notutøkni

Næmingurin skal læra at lurta og taka notur, at skipa notupappír, at goyma og skipa skjøl. Næmingurin skal læra ymiskar hættir at taka notur, eitt nú sum tekst og sum hugakort, so hann tilvitað kann velja amboð eftir tørvi.

Lesitøkni

Næmingurin skal læra og venja ymsar lesihættir, eitt nú at nærlesa og viðgera tað lisna og at skundlesa, so næmingurin tilvitaður kann velja lesihátt eftir tørvi.

Tíðarstýring

Næmingurin skal læra at leggja arbeiðið til rættis, so at tíðin verður nýtt rætt í mun til arbeiðsbyrði og ta tíð, næmingurin hevur at loysa settu uppgávurnar. Næmingurin skal gerast tilvitaður um lívsstíl og lutfall millum skúla, frítíðarítriv og annað arbeiði.

Flokkanarfrøði / taksonomi

Næmingurin skal læra, at evni kunnu viðgerast á ymiskum stigum. Næmingurin skal læra munin á at greiða frá (parafrasera), at kanna ella greina (analysera) og at meta um, bera saman og seta í størri høpi (at perspektivera), og hvønn týdning hesi hugtøk hava í viðgerðini av ymiskum evnum og í ritgerðarorðingum, eins og sambandið millum viðgerðarstig og støðumet ella próvtal.

KT

Næmingurin skal læra grundleggjandi teldunýtslu, eitt nú at leita eftir upplýsingum og keldukritikk á internetinum. KT kann eisini fevna um grundleggjandi tekstviðgerð, rokniark og framløguforrit – t.d. at nýta rættstavara, gera fótnotur, innihaldsyvirlit og bókmentalista.


6. Eftirmeting og próvtøka

Í lærugreininini lestrarmenning verða næmingarnir ikki eftirmettir og eingin próvtøka verður hildin. Tó skulu næmingarnir eins og í øðrum lærugreinum hava høvi at eftirmeta lærugreinina, og hvat teir halda seg hava fingið burturúr.


7. At skipa undirvísing

-at læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar lærihættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so at næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini lestrarmenning. Tá ið arbeitt verður við ymiskum fakøkjum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa kunning og fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt.

-samstarv

Lærugreinin lestrarmenning umrøður tvørfakligan arbeiðshátt, t.d. samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar um ymisk evni, eitt nú at menna skapandi evnini og KT-førleikar, undirvísing í søgu, í tekstgerð, í bókmentaligum hugtøkum og í almennari málfrøði og málsøgu. Samstarvast kann eisini við skúlaflokkar í øðrum londum.

Lestrarmenning skal kunna um tvær høvuðsgrundgevingar fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum kunning um tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild, og harumframt letur tað upp fyri øðrum og víðari sjónarhornum. Somuleiðis eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.