Seinast broytt: 
6. september 2016
Viðmerking: 
Undir próvtøku er skoytt uppí, at sama próvtøkutilfar kann verða nýtt í mestalagi tríggjar ferðir í sama próvtøkubólki
Námsætlan sum Word-fíla: 

Virkisbúskapur CVirkisbúskapur B


1. Samleiki

Virkisbúskapur er samfelagsvísindalig lærugrein, har viðurskifti, sum hava við tilfeingi at gera, verða skipað og greinað. Sipað verður til tilfeingi í breiðari merking. Búskaparlig ástøði eru nýtilig á øllum økjum, har menniskjaligar gerðir eru avgerandi fyri, hvussu tilfeingi verður ella kann verða gagnnýtt.

Vanliga verður búskaparfrøðin skild sundur í makro- og mikrobúskap. Í makrobúskapi er heildin (samfelagið) greiningarevni, meðan einstaklingurin – virki ella persónur – er greiningarevni í mikrobúskapinum. Virkisbúskapur knýtir seg at mikrobúskapinum.

Virkisbúskapur gevur innlit í, hvussu tilfeingi verður nýtt og umsitið best møguliga. Harumframt gevur virkisbúskapur innlit í treytir og møguleikar at reka eitt virki skynsamt í einum altjóðagjørdum marknaðarstýrdum búskapi, og gevur førleikar at virka í hesum høpi.


2. Endamál

Í virkisbúskapi er endamálið, at næmingurin lærir at nýta virkisbúskaparligar fyrimyndir og arbeiðshættir og at skilja hugsanarháttin og ástøðini undir teimum.

Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi, innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum, at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja til rættis ætlanir fyri virkið.

Fakið skal menna førleikarnar hjá næminginum at lýsa, greina, greiða frá, viðgera, meta um og miðla virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin lærir at hugsa um virkið sum eina heild, og at taka avgerðir út frá hesum.

Í fakinum verður næmingurin fyrireikaður til framhaldandi lestur, men fakið gevur eisini næminginum førleikar, sum beinleiðis kunnu brúkast innan vinnuvirksemi.

Virkisbúskapur er eitt fak, ið hevur tætt tilknýti til vinnulívið, og eigur hetta at síggjast aftur í undirvísingini við dømum, virkisvitjanum, simuleringum o.tíl. Undirvísingin eigur at geva næminginum hollan førleika at nýta tíðarhóskandi kunningartøknilig amboð í arbeiðinum við virkisbúskaparligum uppgávum.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í virkisbúskapi á A stigi fevnir um 125 klokkutímar, og er framhald av virkisbúskapi á B stigi.


4. Øki

Kjarnaøki

Virkisbúskapur A er býttur sundur í 6 kjarnaøki:

  1. Vinnulív og samfelag
  2. Virkisstrategi
  3. Roknskaparfrøði – búskaparlig upplýsing
  4. Búskaparlig greining
  5. Búskaparlig stýring – og avgerðir
  6. Fíggjarætling

Evni so sum virkið og umheimurin, strategi, fyriskipan og leiðsla, ársroknskapur, mikrobúskapur og logistikkur eru partar av fleiri av teimum nevndu kjarnaøkjunum.

Vinnulív og samfelag

Virkisbúskapur verður lýstur við vinnulívinum sum ein av búskaparligu geirunum í samfelagnum. Arbeitt verður søguliga við føroyska vinnulívinum, og hvussu tað hevur ment seg upp til dagin í dag. Etiskir spurningar verða tiknir upp í sambandi við virkisbúskaparligar avgerðir, sum hava ávirkan á onnur í samfelagnum enn virkið. Globalisering og altjóðagerð verða lýst við vinnubúskaparligum brillum. Munurin á makrobúskapi og mikrobúskapi verður tikin upp, og mikrobúskapurin verður sæddur úr einum virkisligum sjónarhorni.

Virkið verður lýst sum fyriskipan og samanborið við aðrar fyriskipanir. Skipanarástøði verða nýtt at lýsa virkið sum eina skipan, ið er sett saman av einari sosialari skipan, einari fyrisitingarligari skipan og einari tøkniligari skipan, og eisini sum partur av einari størri samfelagsligari heild.

Virkisstrategi

Virkisstrategi snýr seg í fyrstu atløgu at kanna strategisku støðuna, sum virkið er í; tað fevnir um heimin uttan um virkið, um strategisku førleikarnar í virkinum og um mál og endamál við virkinum. Við støði í strategisku støðuni verður mett um, hvørjar strategiskar møguleikar virkið hevur. Og út frá tí verða strategiskar avgerðir tiknar og settar í verk.

Strategiska arbeiðið hevur nógv samband við hini økini í fakinum. Heimurin uttan um virkið er samfelagið uttanum. Búskaparlig greining verður nýtt saman við strategiskari greining. Og strategiskar avgerðir eru partur av búskaparligari stýring og ávirka roknskap og fíggjarætlan.

Roknskaparfrøði – búskaparlig upplýsing

Roknskparfrøðin verður lýst søguliga sum eitt amboð, ið er ment av fyritøkum at halda skil á búskapinum. Roknskaparástøðilig sjónarmið verða gjøgnumgingin: tað skattliga, tað løgfrøðiliga, tað etiska, tað búskaparliga, tað atferðarliga og tað bygnaðarliga. Dygdarkrøv til roknskap, sum kunnu verða býtt sundur í trý, verða viðgjørd: at roknskapurin skal vera viðkomandi, álítandi og sambærligur.

Hugtøk ella spurningar í roknskaparpraksis verða viðgjørd: tann búskaparliga eindin, roknskapurin er um; peningaliga eindin, roknskapurin verður gjørdur í; spurningurin um framhaldandi rakstur; spurningurin um tíðarbýti; og spurningurin um varsemi. Spurningurin um avriksgrundað ástøði og virðisgrundað ástøði verður lýstur søguliga, hvussu roknskaparpraksis hevur skift millum hesi ástøði upp til dagin í dag, og hví so hevur verið. Sambandið millum bókhald og ársroknskap verður lýst við transaktiónssporinum og eftirlitssporinum, uppgerð og uppseting av roknskapi. Ársfrásøgnin hjá virkjum verður nýtt í undirvísingini. Roknskapurin verður nýttur í búskaparligari greining.

Búskaparlig greining

Roknskaparlig greining verður gjørd út frá lyklatølum innan renting, vinningsføri, fíggjarligan effektivitet, fíggjarliga gearing, partabrøv og gjaldføri. Roknskaparliga greiningin verður brúkt saman við øðrum greiningum í heildargreining av virkinum. Aðrar greiningar eru strategisk greining, greining av umheiminum sum heild, greining av marknaðinum, íløgugreining, kostnaðargreining og greining av logistiska effektivitetinum. Búskaparliga greiningin kann nýtast í búskaparligu stýringini.

Búskaparlig stýring og avgerðir

Búskaparlig stýring er um búskaparligar avgerðir. Ymisk sløg av avgerðargongdum verða lýst ástøðiliga og við tilvísingum til praksis. Bygnaður, leiðsla og ábyrgd verða lýst í sambandi við stýringina. Búskaparlig stýring verður býtt sundur í trý stig: strategiskt, taktiskt og operativt; og hon verður eisini býtt sundur í trý øki, sum hanga saman: virksemisstýring, kapasitetsstýring og fíggingarlig stýring. Avgerðir verða grundaðar útrokningar og metingar innan íløgur, dygd, umhvørvi, kappingarráð, keyp ella framleiðslu, framleiðslustýring, goymslustýring og distributiónsstýring. Búskaparliga stýringin er grundarlag undir fíggjarætling.

Fíggjarætling

Fíggjarætlingin byggir á forsagnir og avgerðir, ið eru tiknar í sambandi við búskaparligu stýringina, og virksemisætlan, framleiðsluætlan, kostnaðarætlan, íløguætlan og fíggingar­ætlan verða gjørdar. Hesar verða savnaðar saman í tríggjar høvuðsætlanir, sum eru rakstrarætlan, pengastreymsætlan og fíggjarstøðuætlan. Hesar verða so aftur savnaðar í eina heildarætlan.

Fíggjarætlanin er eitt amboð í fíggjarligari stýring. Tað krevur, at verulig avrik verða kannað, máld og samanborin við rakstrarætlanina. Kanningin skal vísa, hví tað ikki gekk sum ætlað, so at møgulig mistøk kunnu rættast. Vitanin, sum fæst úr eftirkanningini, kann brúkast í fíggjarstýring og fíggjarætlan fyri næsta tíðarskeið.

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í virkisbúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta kjarnatilfarið í frásjón og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið kann vera greinar, framløgur um virki, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveikja áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum virkisbúskapur.


5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið undir virkisbúskaparligum mannagongdum og reglum, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga, at lesa, at skriva og at rokna. At samskifta snýr seg eisini um at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Í virkisbúskapi skal næmingurin fáa venjing í at seta spurningar, lýða á, próvføra, at samskifta og at gera framløgur um virkisbúskaparlig viðurskifti.

Førleikin at lesa verður mentur við, at næmingurin miðvíst skal tilogna sær nýggja vitan, skal læra at skyna á, greina og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at viðgera evni í lærugreinini. Næmingurin skal læra at lesa um, seta seg inn í og duga at viðgera virkisbúskaparlig viðurskifti. Keldur kunnu eitt nú vera fakbøkur, greinar, tíðarrit, hagtøl, heimasíður og annað skivligt tilfar.

Førleikin at skriva verður mentur við, at næmingurin skal læra at orða seg í skrivligum uppgávum, frágreiðingum, framløgum v.m um virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin skal læra at bera fram faktilfar klárt og týðiliga í einum logiskum samanhangi.

Førleikin at rokna verður mentur við, at næmingurin lærir at gera viðkomandi útrokningar og at seta upp talvur, myndir og grafar v.m. samsvarandi fakstigi. Næmingurin eigur at hava grundleggjandi talfatan og duga at fyrihalda seg til tøl og talstøddir og at skipa taltilfar. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til virkisbúskaparligar spurningar.

Førleikin at nýta tøknilig amboð verður mentur við, at næmingurin skal læra at brúka viðkomandi kunningartøknilig amboð so sum rokniark, tekstviðgerð, framløguforrit og internetið. Næmingur skal vera førur fyri at gera útrokningar, at skipa og viðgera taltilfar við tøkniligum amboði. Næmingur skal læra at brúka viðkomandi búskaparligar "funksjónir" í rokniarkinum og vera førur fyri at gagnnýta hesi amboð.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi.

Í virkisbúskapi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan eitt nú frá fakbókum, fjølmiðlum, greinum, frá alnótini v.m. Næmingurin skal eggjast til at seta kritiskar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaligan framferðarhátt og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu virkisbúskaparlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapa samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekst- og talframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.


Fakligir førleikar

Vinnulív og samfelag

Næmingurin dugir

  • at greiða frá virkinum sum búskaparlig eind í einum marknaðarbúskapi og tí, sum eyðkennir ein marknaðarbúskap, umframt at umrøða vinnulig viðurskifti í samfelagnum
  • at greiða frá virkinum og virkisbúskapinum í mikrobúskapinum og í makrobúskpinum, har virkini verða lýst sum geiri í búskaparligu ringrásini
  • at greiða frá hugtøkunum inntøka, inngjald, kostnaður, útreiðsla og útgjald
  • at greiða frá vikissløgum og ognarformum
  • at greiða frá íverksetan sum hugtaki, greina og kjakast um viðurskifti í samfelagnum, sum ávirka møguleikar og hug at fara undir egið virki
  • at greiða frá, hvat eyðkennir eitt virki í vøkstri – bæði innan- og uttanhýsis viðurskifti, kjakast um hesi viðurskifti og meta um útlit fyri framhaldandi vøkstri
  • at greiða frá, hvat eyðkennir eitt virki í búning, kjakast og meta um framtíðarútlit hjá tílíkum virki
  • at greiða frá, hvussu viðurskifti og áhugabólkar uttan fyri virkið kunnu ávirka virkið búskaparliga, og í hesum sambandi at skilja ímillum nærumhvørvi og fjarumhvørvi
  • at lýsa virkið sum eina heildarskipan út frá skipanarástøði, har sosiala skipanin, tøkniliga skipanin og fyrisitingarliga skipanin eru partskipanir.

Virkisstrategi

Næmingurin dugir

  • at greiða frá hugtakinum strategi og innihaldinum í strategiskum greiningum og nýta búskaparliga greining saman við strategiskari greining
  • at greiða frá myndlum til greining av uttanhýsis viðurskiftum hjá einum virki í samfelagnum og innan vinnugreinina: PESTEL, at lýsa makroumheimin og fimm-styrkis (five forces) myndilin at lýsa kappingarumheimin
  • at nýta PLC-myndilin um lívsstigini hjá einari vøru at lýsa kappingarumheimin hjá einum virki
  • at gera eina virðisketu at lýsa virksemi í einum virki og uttan um tað, sum skapar eina vøru ella tænastu
  • at vísa á eginleikar við vørum, ið eru kritiskir suksessfaktorar (CSF), tí at kundarnir virðismeta hesar eginleikar
  • at greiða frá, hvønn týdning, virðisgrundarlag, visjón, endamál (missión) og mál hava í strategiska arbeiðnum, og meta um hesi hugtøk í sambandi við ávíst virki
  • at greina strategiskar møguleikar hjá ávísum virki
  • at greiða frá myndlum í sambandi við greining av innanhýsis viðurskiftum, at gera innanhýsis greining av virkinum, og at meta um innanhýsis viðurskifti, sum hava týdning fyri menningina av virkinum
  • at greina strategiskar møguleikar við myndli Porter um generiskar strategiir
  • at greiða frá innihaldi í SWOT-greiningini, at gera SWOT-greining við støði í greiningum av innan- og uttanhýsis viðurskiftum, kjakast og meta um, hvussu SWOT-greiningin kann verða nýtt í strategiskum avgerðum
  • at greiða frá hugtakinum strategisk menning, at gera virkisætlan, at viðgera og meta um kritiskar suksessfaktorar í virkisætlanini
  • at nýta myndil Ansoff at taka avgerð um strategiska menning.

Roknskaparfrøði – búskaparlig upplýsing

Næmingurin dugir

  • at greiða frá roknskaparligu sjónarmiðunum: tí skattliga, tí etiska, tí búskaparliga, tí atferðarliga og tí bygnaðarliga
  • at skilja avriksgrundað og virðisgrundað átsøði og lýsa munin teirra millum
  • at greiða frá dygdarkrøvum til roknskap, at hann er viðkomandi, álítandi og sambærligur, og greiða frá grundleggjandi hugtøkum í roknskaparpraksis, sum byggja á nevndu dygdarkrøv, t.d. framhaldandi rakstur, tíðarbýti og rættvísandi mynd
  • at taka støðu til roknskaparligar spurningar við ávísing til grundleggjandi hutøk, lógir um roknskap, vegleiðingar, standardar ella til aðrar keldur
  • at greiða frá, hvat eyðkennir eitt burðardygt virki, seta hetta í samband við áhugabólkar sum shareholders og stakeholders, og kjakast um áhugamálini hjá hesum bólkum í sambandi við burðardygd
  • at greiða frá og meta um tørvin á búskaparligum upplýsingum um virkið í sambandi við búskaparstýring
  • at skilja dupulta bókhaldsháttin, og greiða frá sambandinum millum bókhald og ársroknskap
  • at greiða frá kontobygnaði og kontoskipan við støði í hugtøkunum “inntøka og kostnaður”, “ogn og eginpeningur + skuld”
  • at greiða frá sambandinum millum bókhald og roknskap, og hvussu bókhald sum skrásetingarskipan er grundarlag undir roknskaparuppseting og -framløgu
  • at seta rakstrarroknskap upp eftir slagbýtta háttinum og eftir funktiónsbýtta háttinum, og fíggjarstøðu eftir kontuháttinum út frá saldojavna
  • at gera hesar notur til roknskapin: notu til framleiðslukostnaðin, støðisognarnotur til immateriella, materiella og fíggjarliga støðisogn, notu til eginpening í virkjum við avmarkaðari ábyrgd og í íognarvirkjum
  • at brúka veitingarkriteriið sum inntøkutreyt í sambandi við tíðarbýti, og greiða frá, nær framleiðslukriteriið kann vera betur egnað
  • at greiða frá, hvussu materiellar støðisognir verða virðismettar, og hvønn týdning avskriving hevur í hesum sambandi
  • at kenna munin á immateriellu støðisognunum: (1) menningarkostnað, (2) patent, merkir og tílíkt, og (3) goodwill, hvussu tær verða virðismettar, og taka støðu til avskriving og niðurskriving
  • at taka støðu til materiellu støðisognirnar (1) grundøki og bygningar, (2) tekniskan útbúnað og maskinur (framleiðslutól) og (3) annan útbúnað og maskinur (ikki framleiðslutól)
  • at virðismeta fíggjarligar støðisognir, at brúka innanvirðisháttin, tá ið talan er um partabrøv og dótturvirki, og taka støðu til niðurskriving og uppskriving av hesum
  • at greiða frá, hvussu goymslur verða virðismettar eftir kostvirði
  • at arbeiða við útveganarvirði, kostvirði og nettorealiseringsvirði í goymslumetingum, og kenna til endurútveganarvirði
  • at meta um skuldarar sum heildarmeting ella sum gjøgnumgongd av øllum skuldarum, seta av ímóti missi av skuldarum og taka støðu til skuldarar í fremmandum gjaldoyra
  • at virðismeta virðisbrøv og partabrøv, sum standa undir ogn í umferð
  • at greiða frá, hvussu virðismetingar av ognum ávirka úrslit og fíggjarstøðuna annars
  • greiða frá prinsipiella muninum millum avseting og skuld
  • at greiða frá, hvat avseting til útsettan skatt ella skattaáogn er; gera skattliga avskriving av rakstrargøgnum, sum einans verða nýtt vinnuliga, upp; rokna partafelagsskatt í einføldum dømum, har ið upplýst verður um møguligar útreiðslur, sum ikki kunnu dragast frá; gera sambandið upp millum ársins skatt og skatt at gjalda, og stemma tað av við broyting í útsettum skatti
  • at greiða frá avsetingum til garantiskyldur, pensiónir og annað
  • at greiða frá muninum millum stuttfreistaða og langfreistaða skuld og taka støðu til skuld í fremmandum gjaldoyra
  • at gera notur uttan ávísing til rakstur ella fíggjarstøðu og gera av, hvat skal standa í partinum um nýttar roknskaparreglur
  • at greiða frá muninum á roknskaparframløgu hjá virkjum við ymiskum rakstri, til dømis handilsvirkjum, framleiðsluvirkjum og tænastuvirkjum
  • at greiða frá innihaldinum í einari ársfrásøgn, endamálinum og teimum einstøku pørtunum í ársfrásøgnini, og at vísa á viðkomandi lógarreglur um innihaldið í ársfrásøgnini
  • at greiða frá veruligum roknskapum hjá føroyskum og útlendskum partafeløgum, harímillum samanhang millum rakstrarroknskap, pengastreymsroknskap og fíggjarstøðu
  • at kenna onnur sløg av roknskaparframløgu, til dømis samfelagsbúskparligan roknskap, umhvørvisroknskap, etiskan roknskap og vitanarroknskap
  • at skilja prinsipiella munin millum roknskap í virkjum og non-profit feløgum
  • at kenna meginreglur í sambandi við grannskoðan av roknskapi.

Búskaparlig greining

Næmingurin dugir

  • at greiða frá, hvussu lyklatøl verða nýtt í búskaparligari greining, kjakast og meta um, hvussu og nær ávís lyklatøl eru hóskandi í einari greining sum grundarlag undir frágreiðingum, alt eftir hvat endamálið er
  • at kanna og greiða frá við lyklatølunum eginpeningsavkasti, ognaravkasti og skuldarrentu, hvussu nógv allur kapitalurin í virkinum kastar av sær, og hvussu nógv ávísir partar av kapitalinum kasta av sær
  • at greina vinningsførið hjá virkinum við lyklatølunum rakstraravkasti, bruttoavkasti og vísitølum, og greiða frá, hvussu vinningsførið er partur av rentingarførinum.
  • at greina fíggjarliga effektivitetin hjá virkinum við lyklatølunum ognarumferð, støðisognarumferð, vøruskuldaraumferð, goymsluumferð og goymslutíð, skuldaraumferð og kreditttíð til skuldarar og lønareffektiviteti, og greiða frá, hvussu fíggjarligur effektivitetur eisini er partur av rentingarførinum
  • at greina rakstrarligu rentingina hjá virkinum við lyklatølunum ognaravkasti, rakstraravkasti, ognarumferð, bruttoavkasti, støðisognarumferð, vøruskuldaraumferð, goymsluumferð og vísitølum; at lýsa rakstrarligu rentingina við støði í ognaravkastinum sum samanseting av vinningsføri og fíggjarligum effektiviteti
  • at skilja gearing sum fíggjarliga váðan í virkinum og duga at nýta lyklatølini: skuldarpart, eginpeningspart og gearingslutfall
  • at greiða frá rentingini hjá eigarunum við lyklatølunum eginpeningsavkasti, miðal skuldarrentu, gearingslutfalli og ognaravkasti
  • at kanna eginpeningsrentingina út frá eginpeningsavkastinum og lýsa hana sum samanseting av rakstrarligari renting, fíggjarligari gearing og skuldarrentu
  • at lýsa partabrævavirði og –marknað í einføldum dømum við lyklatølunum: vinningi per partabræv (EPS), P/E-lutfalli, vinningsbýtisavkasti (dividend yield) ella vinningsbýti per partabræv (DPS) og vinningsbýtisdekning (dividend cover)
  • at greiða frá gjaldførinum hjá virkinum sum evni at gjalda skuld, so hvørt sum hon fellur til gjaldingar, og meta um gjaldføri út frá einum pengastreymsroknskapi (gjaldførisroknskapi) og við lyklatølunum gjaldførislutfalli, arbeiðspeningslutfalli, fígging av rakstri og stuttfreistaðari skuld
  • at gera kredittvirðismetingar í einføldum dømum um virki, sum verða kannað í einari heildarmeting.

Búskaparlig stýring og avgerðir

Næmingurin dugir

  • at skilja samanhangið millum kostnaðarhugtøkini innan rakstarkostnað, bæði kostnað tilsamans og eindarkostnað, og greiða frá tí; skilja, hví allur rakstrarkostnaður verður býttur sundur í fastan og broytiligan kostnað, og greiða frá, hvat henda sundurbýting verður nýtt til, herundir, hvussu virki handfara óbeinleiðis broytiligan kostnað
  • at greiða frá hugtakinum markkostnaði í sambandi við broytiligan kostnað
  • at greiða frá muninum á ymiskum marknaðarsløgum, so sum fullkomnari kapping, monopoli og ófullkomnari kapping, og greiða frá, hvussu prísir verða til ella ásettir í ymiskum sløgum av marknaðum
  • at greiða frá sambandinum millum prís, søluinntøku og markinntøku (ella munareindarinntøku)
  • at gera útrokningar og metingar, sum kunnu vera grundarlag undir avgerðum um prísir og mongdir undir ymiskum marknaðartreytum
  • at nýta heildarháttin og munareindarháttin til avgerðir um prísir og mongdir undir ymiskum marknaðartreytum
  • at greiða frá prísgyrði í eftirspurningi eftir einari vøru
  • at greiða frá ástøðiliga samanhanginum millum príselastisitet og munareindarinntøku
  • at áseta prís, tá ið søluligt/marknaðarligt samanhang er millum vørur
  • at áseta prís, tá ið kostnaðarligt samanhang er millum vørur
  • at greiða frá, hvussu búskaparligar avgerðir verða tiknar fyrisitingarliga, og skilja leiklutin, sum leiðslan hevur í sambandi við avgerðir á taktiskum og strategiskum stigi
  • at gera kostnaðarbýti/útrokningar eftir skiftisháttinum, har praktiski spurningurin um óbeinleiðis broytiligan kostnað verður tikin við; taka støðu til, nær fult kostnaðarbýti kann verða brúkt í praksis
  • at rokna skiftispunkt við einari vøru og við fleiri vørum við miðal skiftisavkasti; herundir broytingar í føstum kostnað, broytiligum eindarkostnað og í søluprísi/søluprísum, og greiða frá, hvussu hetta verður nýtt í praksis
  • at gera útrokningar og greiða frá, hvussu virki optimerar útboðið av vørum, tá ið framleiðsluorkan er avmarkað, ella tá ið fíggingin er avmarkað
  • at skilja ímillum kostnað eftir nýtsludefinitiónini og offurdefinitiónini og brúka offurkostnaðarhugtakið at taka avgerðir eftir í ítøkiligum dømum
  • at greiða frá logistikki sum partur av virkisbúskapinum annars og skilja logistikkin sum effektiva framleiðslustýring, goymslustýring og distributónsstýring og samskipan av teimum
  • at greiða frá hugtøkunum veitingarketu og logistiskum effektiviteti
  • at rokna optimalt keyp undir einføldum fortreytum, meta um hóskandi trygdargoymslu, rokna bíleggingarpunkt og rokna optimala seriustødd í framleiðslu eftir einføldum fortreytum
  • at greiða frá, hvussu umferðir, virðisøkjandi tíð og framleiðslutíð kunnu optimerast við MUDA, og optimera keyp og val av flutningi
  • at gera ABC-bólking og greina og meta um logistiska effektivitetin í einum virki
  • at gera íløguútrokningar út frá givnum fortreytum við hugtøkunum núvirði, árligum íkasti, innanavkasti og afturgjaldingartíð
  • at greiða frá, hvørjum viðurskiftum roknirentan verður ásett eftir í íløgurokning
  • at kanna íløgur viðvíkjandi óvissu og viðkvæmi
  • at gera samanberingar av íløgum og gera einfaldar útrokningar um útskifting
  • at greiða frá, hvørja ávirkan inflatión hevur á íløgur
  • at greiða frá stýring av arbeiðspeningi sum framhald av íløgurokningini, herundir goymslustýring, skuldarastýring og tøkum peningi
  • at greiða frá rakstrarligari fígging og stuttfreistaðum lánum og rokna effektiva rentu av hesum
  • at meta um hóskandi gjaldstreytir til skuldarar og velja gjaldstreytir frá vøruveitarum
  • at greiða frá langfreistaðari skuld við ymiskum sløgum av afturgjalding og rokna effektiva rentu av hesum
  • at lýsa fígging við eginpeningi sum sjálvfígging og sum inngjalding og rokna sjálvfígging út frá roknskapinum
  • at rokna innanvirði á partabrøvum og greiða frá hesum.

Fíggjarætling

Næmingurin dugir

  • at greiða frá fíggjarætling í einum strategiskum samanhangi og seta hana í samband við endamál og mál
  • at greiða frá tørvinum á fíggjarætling sum eitt amboð í búskaparligari stýring
  • at greiða frá innihaldinum í eini fíggjarætlan og seta upp rakstrarætlan og gjaldførisætlan (pengastreymsætlan) eftir virðisbroytingarháttinum
  • at kjakast og meta um, hvussu eitt virki leggur arbeiði við fíggjarætling til rættis
  • at seta upp ætlaða fíggjarstøðu í partafeløgum
  • at gera stutttíðar gjaldførisstýring eftir inn- og útgjaldsháttinum og duga at meta um, hvussu egnaður inn- og útgjaldshátturin er, tá ið gjaldførisstreymurin er javnur, tá ið hann broytist við árstíðunum, og tá ið gjaldførið er kritiskt
  • at greiða frá, at gjaldførisstýringin skal verða fatað sum ein háttur at lýsa pengaligt yvirskot í framtíðini ella vantandi gjaldføri, sum kunnu vera grundarlag undir avgerðum um íløgur ella fígging
  • at greina frávik millum roknskap og fíggjarætlan, rokna mongdarfrávik, søluprísfrávik, nýtslufrávik, og kostprísfrávik fyri framleiðslufaktorar
  • at gera uppsetingar, sum lýsa frávikini og greiða frá og samskifta um, hvat henda greining kann verða nýtt til.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig próvtøka og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtøkuppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaøkini í lærugreinini.

Til próvtøkuna er loyvt at hava allar hjálparmiðlar við, ið hava verið nýttir í undirvísingini.

Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin lýkur málini, sum eru sett í lærugreini. Próvtakarin skal vísa, at hann dugir at skipa og miðla tilfar og orða seg fakliga. Hann skal vísa fakligar førleikar og duga at nýta viðkomandi virkisbúskaparligt ástøði í viðgerðina av teimum spurningum, ið eru settir.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Munnliga próvtøkan

Próvtøkan tekur lutvíst støði í kravdu verkætlanini, sum er umrødd undir arbeiðshættum, og lutvíst í ókendum, veruleikakendum teksti við próvtøkuspurningum. Próvhoyringin varir í 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Próvtøkan er tvíbýtt.

Í fyrra parti leggur próvtakarin arbeiðið fram, ið er gjørt í sambandi við próvtøku­verk­ætlan­ina, har hann sjálvur velur evni at greiða frá og viðgera. Próvhoyrarin spyr út frá hesum.

Seinni partur tekur støði í ókenda tekstinum við próvtøkuspurningum, og er hann ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara.

Próvtøkutíðin verður býtt líka millum fyrra og seinna part av próvtøkuni.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar, áðrenn próvtøkan verður. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferði í sama próvtøkubólki.

Hjálparmiðlar, sum eru neyðugir hjá næminginum til framløgu av verkætlanini skulu vera til taks.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvdómarans.

Dømingargrundarlag

Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at skipa og miðla fakligt tilfar, orða seg fakliga um útflýggjaða tilfarið. Próvtakarin skal sýna fakligar førleikar í viðgerðini av próvtøkutilfarinum við støði í virkisbúskaparligum ástøði.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av heildaravriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Skrivligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvari og greinandi eygleiðing. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa sera gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og viðlagda útrokningartilfar stuðlar próvsvarinum væl. Sjónarmiðini eru týðilig og vísa gott innlit í lærugreinina. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men bæði fakligir og málsligir veikleikar eru. Greiningin er somuleiðis veik, tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Týðandi lýti koma fyri.

Munnligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, væl skipað og hongur væl saman. Málið er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl og dugir væl at grundgeva undir viðgerðini. Próvtakarin hevur greitt tak á háttalagi, hevur got innlit í lærugreinina og dugir framúr væl at nýta viðkomandi vitan og hugtøk. Hann megnar lættliga at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Bert fá og smá lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og gott. Próvtakarin viðger evnið væl og dugir at grundgeva fyri viðgerðini. Próvtakarin hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta viðkomandi vitan og hugtøk. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Nøkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er skipað á ein hátt, sum kann góðtakast á A-stigi. Málið í framløguni er nøktandi. Viðgerðin og grundgevingarnar eru grunnar, men kortini góðkendar. Próvtakarin vísir so mikið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini, at avrikið sum heild er nøktandi. Týðandi lýti koma fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Virkisbúskapur er lærugrein, har næmingurin lærir virkisbúskaparlig ástøði, umframt at meta um hesi í verkligum høpi. Grundleggjandi lærir næmingurin um ástøðiligar meginreglur í virkisbúskapi, og hvussu hesar verða nýttar í verki. Dentur verður lagdur á, at næmingurin stigvíst gerst førur fyri at greina, tulka og at seta spurningar á yvirskipaðum stigi. Undirvísingin skal vera heildarkend, og hon skal knýta saman ymisk øki innan lærugreinina og skal kunna verða sett í tvørfakligan samanhang.

Undirvísingin skal taka støði í fakliga førleikanum hjá næminginum, og dentur eigur at verða lagdur á heildarkenda undirvísing.

Í virkisbúskapa á A-stigi lærir næmingurin grundleggjandi meginreglur innan lærugreinina. Dentur verður lagdur á at læra amboð og teknikkir innan fakøkið at kenna, og at geva næminginum hollan førleika at brúka hesi. Næmingurin skal læra um ymiskar framferðarhættir og venja seg í at brúka hesar í einføldum og meira samansettum uppgávuloysnum. Næmingurin skal læra at rokna, greina, tulka og kjakast um virkisbúskaparligar spurningar.

Undirvísingin skal fremja tilvitanina hjá næminginum um ymiskar læringartilgongdir og -hættir. Í virkisbúskapi kann hetta gerast við t.d.vandamálsorðaðum uppgávum, har næmingurin verður tikin við upp á ráð og fær høvi at nýta ymiskar læringartilgongdir og læringarhættir.

Í undirvísingini skal næmingurin støðugt menna síni evni og førleikar at taka sjálvstøðugar og kritiskar avgerðir, so hann gerst tilvitaður um ábyrgdina fyri egnari læring. Einstaki næmingurin eigur at gerast tilvitaður um egin framstig og at eggjast til framhaldandi menning.

Í virkisbúskapi skal næmingurin taka virknan lut í undirvísingini, tað veri seg skrivliga og munnliga. Ástøðiligi parturin av undirvísingini er fast skipaður eftir ástøðiligum meginreglum, samstundis sum vandamálsorðaðu uppgávurnar geva næminginum góðar møguleikar at taka virknan lut í undirvísingini, umframt at ávirka valið av undirvísingarevnum og arbeiðsháttum.

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, at innan vinnubúskaparliga fakøkið støðugt fara fram broytingar. Undirvísingin skal gera næmingin sannførdan um týdningin av at fylgja væl við og vera dagførdur innan fakøkið, og at til ber at leggja nýggja vitan afturat á hesum fakøki gjøgnum alt lívið.

Munnliga og skrivliga arbeiðið skulu stuðla hvørt annað og verða ein natúrligur partur av undirvísingini og arbeiðsuppgávunum.

Arbeiðshættir

Í virkisbúskapi á A-stigi verður serligur dentur lagdur á skrivlig avrik, har grundleggjandi ástøðiligar meginreglur vera lærdar og vandar. Undirvísingin er at byrja við í stóran mun lærarastýrd. Sum frá líður og so hvørt sum fakligi førningurin økist, broytast undirvísingar- og arbeiðshættirnir. Farið verður frá deduktivum lærutilgongdum til eisini at brúka induktivar lærutilgongdir, har næmingurin fær møguleika at ávirka lærutilgongdir og val av arbeiðsháttum.

Umráðandi er, at undirvísingin er fjølbroytt, og at lagt verður upp til at brúka ymiskar undir­vísingar- og arbeiðshættir. Læringarstílarnir hjá næmingunum eru ymiskir, og við fjøl­broytt­um arbeiðsháttum er møguleiki at náa flest næmingum. Eitt nú kann skiftast millum deduktiv­ar og induktivar læringartilgongdir. Eisini kann verða skift ímillum einstaklingsavrik, bólka­avrik og verkætlanararbeiði.

Ein kravd próvtøkuverkætlan er partur av virkisbúskapi A. Hon verður løgd soleiðis til rættis, at hon er so autentisk, sum gjørligt, soleiðis at næmingurin fær høvi at nýta viðkomandi ástøði í fakinum, tá ið hann viðger og metir um virkisbúskaparligar spurningar í einum veruleikakendum samanhangi.

Samstarv við aðrar lærugreinar

Tá ið lærugreinin er partur av Búskaparbreytini saman við øðrum samfelagsvísindaligum lærugreinum, verður dentur lagdur á samstarv og heildarlæring innan búskaparligar og aðrar samfelagsligar spurningar. Eisini verður dentur lagdur á vinnubúskaparligar myndlar, tá ið støddfrøði er partur av útbúgvingini. Nevndu lærugreinar koma inn í undirvísing og læring, meðan arbeitt verður við kjarnaøkjunum, og tá ið ískoytisøki verða vald og arbeitt verður við teimum.

Samstarv við aðrar lærugreinar verður til dømis nýtt í evnislagaðari undirvísing, har næming­arnir fara í dýpdina við einum greiðsluevni, sum natúrliga fevnir um fleiri lærugreinar á breyt­ini. Tá verða ástøði úr fleiri lærugreinum nýtt í tann mun, tey eru egnað at lýsa við­kom­andi greiðsluspurning, ella í tann mun, lærugreinarnar eru egnaðar at loysa nevnda greiðslu­evni.