Nýggjar námsætlanir og próvtalsstigi komu í gildi í fólkaskúlanum  1. august 2011. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið tillagað danska vegleiðing til próvtalsstigan til føroyskt. Vegleiðingin er eitt gott amboð hjá  leiðslum og lærarum í sambandi við, at nýggi próvtalsstigin verður tikin í nýtslu í skúlunum kring landið.

Døming er framvegis grundað á eina skikkaða, fakliga meting av samlaða avriki  næmingsins. Døming eftir nýggja próvtalsstiganum skal verða grundað á eina ítøkiliga meting, sum verður gjørd við støði í ásettu førleikamálunum í lærugreinini. Avgerandi fyri nýggja próvtalsstigan er, at hann ikki kann verða nýttur óheftur av teimum førleikamálum, sum eru orðað fyri útbúgvingar og lærugreinar.

Avgerðin um at brúka nýggja próvtalsstigan er grundað á 5 krøv, nevniliga:

  1. at hann skal kunna samanberast við ECTS-stigan (altjóða nýtsla)
  2. at hann verður nýttur á sama hátt í allari útbúgvingarskipanini
  3. at hann beinleiðis skal siga, hvussu eitt avrik stendur mát við ásettu málini í lærugreinini
  4. at tað er greiður munur á próvtølunum
  5. at roknast kann eitt miðaltal.

Vegleiðingin kann verða tikin niður sum pdf-fíla her niðanfyri á síðuni.

Skjal: