Námsætlan fyri føroyskt á E stigi (Yrkisnám)

1. Samleiki

Føroyskt á E stigi tekur støði í næminginum í síni heild, varðar um vitbornu evnini, eins og tey kensluligu og sosialu. Lærugreinin er miðdepil í søgu- og nútíðarhøpi, eins og í føroyskum og altjóða samanheingi.

Við at síggja móðurmálið og mentanina í søguligum og tjóðarligum høpi, fær næmingurin innlit í og verður tilvitaður um føroyska samfelagið. Altjóða sýni í føroyskum er við til at menna mentanarfatan, tolsemi og virðing fyri fólki úr øðrum mentanum, og er við til at menna yrkisfakliga førleikan hjá næminginum.

Kjarnin í lærugreinini føroyskum byggir á eitt breitt úrval av føroyskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og samansettum tekstum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd. Lærugreinin byggir sostatt á víðkaða teksthugtakið, har omanfyri nevndu teksthugtøk eru umboðað.


2. Endamál

Undirvísingin í føroyskum á E stigi hevur til endamáls, at næmingurin:

  • mennir sínar lesi- og skriviførleikar umframt síni samskiftisevni
  • styrkir sínar førleikar og síni evni at orða seg munnliga og skrivliga á føroyskum
  • styrkir sínar førleikar og síni evni at lurta eftir og lesa ymisk tekstsløg, við tí fyri eyga at skilja og fáa eitthvørt nýtiligt burturúr tí hoyrda ella lisna
  • gerst meira tilvitin um dagliga málnýtslu og um málið sum samskiftisamboð og samskiftismiðil
  • mennir góðar og hóskandi arbeiðsvanar, læringarhættir og vandna og kritiska hugsan
  • fær lagt støði undir lívslanga læring, umhugsni og virkni í samfelagsligum høpi.

3. Stig og tímatal

Í føroyskum á E-stigi verður undirvíst 55 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Næmingurin skal skjalfesta tað, sum undirvísingin fevnir um, og hetta tilfar verður samlað í skjalamappu, sum er partur av grundarlagnum undir endaligu próvtøkuni. Í minsta lagi ein skrivlig uppgáva skal snúgva seg um tvørgreinaliga skriving, ið fevnir um føroyskt og eina ella fleiri aðrar lærugreinar.

Kjarnaøki

Lærugreinin føroyskt hevur 4 ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Stig

Kjarnaøki

E

Talaða málið

Skrivaða málið

Samansettir tekstir

Málkunnleiki

 

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg um at koma til orðanna, at lurta og at rannsaka talaða málið. At samskifta væl og skiljandi og at duga at lýða á eru avgerandi felagsligir og mentanarligir førleikar. Støðan, samskift verður í, skapar karm um samskiftisháttin. Undirvísingin skal tí fevna um ymisk tekstsløg, sum hvørt á sín hátt skulu styrkja fatanina av ymiskum munnligum samskiftisháttum og av leiklutum teirra samskiftandi. Arbeitt verður við kjakmentan, mállæru, samskifti og próvførslu.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa og skriva føroyskt. At lesa og skriva eru javnskipaðar lærutilgongdir, har næmingurin mennir skriviførleikan við at lesa og lesiførleikan við at skriva. Hugur næmingsins at lesa og skriva skal stimbrast og somuleiðis tilvitan hansara um lesi- og skrivitilgongdina. Arbeitt verður við mállæru og rættskriving umframt samvirkanini millum snið og innihald. Arbeitt verður við hutøk sum at greina og tulka tekst, umframt at seta tekstin í størri høpi. Harumframt verður arbeitt við fakliga skriving og miðlan, og í undirvísingini verður dentur lagdur á at geva rúm fyri teirri yrkisgrein, næmingurin hevur valt. Tekstatilfarið myndar eitt úrval av føroyskum gerandisteksti, ið kann vera av bæði fagur- og yrkisbókmentaligum slag.

Samansettir tekstir

Kjarnaøkið samansettir tekstir snýr seg bæði um at lesa og at skapa tekstir. Samansettir tekstir sipar til víðkaða tekstahugtakið, har tekstir kunnu vera settir saman av t.d. skrift, ljóði og myndum. Arbeitt verður við ymiskum framsagnarháttum, har tekstviðgerðin er grundað á ástøði um samskifti. Tekstatilfarið fevnir m.a. um heimildartekstir, yrkistekstir, lýsingartekstir, netsíður, filmar, leikir og songtekstir.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki fevnir um mállæru, málsøgu og málrøkt. Næmingurin fær innlit í málið sum skipan og tilknýti tess til mentan og samleika. Arbeitt verður við grundleggjandi mállæru, umframt málsøgu, og komið verður inn á norðurlendska málfelagsskapin.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini føroyskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna føroyskt mál sum samskiftismiðil og sum mentanar- og vitanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin føroyskt hevur høvuðsleiklutin í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum, so sum at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í føroyskum sín avgerandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í føroyskum at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Næmingurin skal eisini virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í føroyskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt og harvið virða meginreglurnar fyri upphavsrætt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í føroyskum um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Føroyskt hevur endalig mál á E stigi.

Talaða málið

Næmingurin dugir

  • at orða seg málsliga rætt og greitt í mun til samskiftisstøðuna
  • at nýta ymiskar samskiftishættir í samrøðu, orðaskifti og framløgu
  • at nýta viðkomandi og sakliga próvgrund í kjaki og vera opin fyri próvførslum hjá øðrum.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

  • at greina, tulka og seta í frásjón ymisk tekstsløg
  • at nýta kunnleika úr øðrum lærugreinum til at seta tekst í størri høpi
  • at skriva ymisk yrkisviðkomandi tekstsløg
  • at orða seg málsliga rætt og greitt í viðkomandi høpi
  • at nýta teldu sum amboð, duga tekstviðgerð, at nýta orðabøkur og leitiskipanir, myndaviðgerð og framløguforrit.

Samansettir tekstir

Næmingurin dugir

  • at greina, tulka og seta í frásjón eitt úrval av samansettum tekstum
  • at lýsa og nýta ymisk tekstsløg í samansettum tekstum
  • at lýsa og meta um, hvussu mál og tekstsløg vera nýtt innan ymisk yrkisøki og í ymiskum samfelagsligum høpi
  • at nýta teldu til framløgu og sameina ymiskar samskiftismiðlar, t.d. skrift, mynd og ljóð.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

  • at vísa á innlit í føroysku málskipanina
  • at vísa á grundleggjandi innlit í føroyska málsøgu og vísa á málskyldskap við hini norðurlendsku málini
  • at vísa á kunnleika til norðurlendsku grannamál okkara bæði í talu og á skrift.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnliga próvtøkan

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er í minsta lagi 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Skúlin kann áseta longda fyrireikingartíð, um mett verður, at vavið á uppgávum og próvtøkuháttur annars tala fyri tí.

Skúlin ger próvtøkuspurningar og -tilfar, sum umboðar førleikamálini í námsætlanini.

Próvtøkutilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini, og tað skal í síni heild umboða øll faklig mál í lærugreinini.

Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av egnum tilfari úr skjalamappuni, sum næmingurin hevur valt frammanundan próvtøkuni, umframt í tí próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Skúlin kann áseta serstakan próvtøkuhátt, sum hevur við sær, at tillutanin av próvtøkuspurningum fer fram á annan hátt enn við lutakasti. Tilfarið úr skjalamappuni, sum næmingurin hevur valt at fara upp til próvtøku í, og sum skúlin hevur góðkent, skal ikki sendast próvdómara.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni sjálvstøðugt á greiðum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta føroyskfakliga vitan og grundleggjandi háttaløg í lærugreinini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Munnligt E-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Hann viðger og troytir tilfarið á góðan hátt, og viðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er góð, rímiliga samanhangandi og hampuliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Hann viðger tilfarið heldur trilvandi, men viðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og ávís hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman.Framløgan er skillig, men málsliga veik. Próvtakarin er ikki serliga virkin í fakligu samrøðuni. Viðgerðin er grunn og heldur illa skipað, tó er hon á einari leið. Próvtakarin vísir ávíst innlit í lærugreinina, men hevur ikki heilt tak á háttalagi og hugtøkum úr lærugreinini. Týðandi manglar eru.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, samansettar tekstir ella málkunnleika.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið. Á tann hátt kundi kunnleiki og vitan um mállæru verið við til at styrkt skriviførleikar næmingsins.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin føroyskt hevur fyri skynsemið. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í føroyskum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini føroyskum mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Umráðandi er at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í føroyskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið og skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin føroyskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í føroyskari søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og almennari málfrøði og málsøgu.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði, t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi, ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í føroyskum, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv, bæði í skúlanum og framíhjá. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.