Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Sálarfrøði er læran um, hvussu menniskjað hugsar, lærir, sansar, ber seg at, mennir og kennir, sum heild í størri høpi og í serstøkum lívsumstøðum hjá tí einstaka.

Sálarfrøðin byggir á vísindalig ástøði og nýtir náttúruvísindalig, samfelagsvísindalig og humanistisk háttaløg, og úrslitini frá hesi gransking verða nýtt fyri at skilja menniskja í nógvum ymiskum høpum.

Sálarfrøði í miðnámsskúlanum fevnir um ástøði og gransking í sosialsálarfrøði og menningarsálarfrøði. Undirvísingin fevnir eisini um persónmensku, kognitión, læring og samleika.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í sálarfrøði er at geva næminginum førleikar at viðgera og grunda yvir faklig og almenn viðurskifti innan sálarfrøðina. Á henda hátt stuðlar fakið almenna málsetningin í útbúgvingini.

Eisini skal næmingurin menna og styrkja sínar førleikar at greina og hugsa vandin um sálarfrøðilig ástøði, hvussu tey eru vorðin til og teirra týdning, tá ið greitt verður frá, hví menniskju mennast, sum tey gera. Somuleiðis er endamálið, at næmingurin mennir sína egnu sjálvstøðugu fatan av sálarfrøðiligum kanningum og ástøði og harumframt setir hesar í ein søguligan og mentanarligan samanhang. Sálarfrøði er partur av fakliga samspælinum millum náttúruvísindaligu, samfelagsvísindaligu og hugvísindaligu lærugreinarnar. Harvið mennir lærugreinin møguleikan hjá næminginum at røkka eini heildarfatan.

Sálarfrøði gevur og mennir førleikar at reflektera yvir egnan lesnað og at samstarva við onnur. Somuleiðis gevur sálarfrøðin førleikar at skilja og virða ymisleikan hjá menniskjum. Hetta við grundstøði í persónligum, sosialum og mentanarligum faktorum, sum geva næmingunum førleikar at liva og virka í einum umskiftiligum og alheimsgjørdum heimi.


3. Stig og tímatal

Á C-stigi fevnir undirvísingin í sálarfrøði um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku bæði í kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøki

C

Sosialsálarfrøði

Menningarsálarfrøði

Kognitión og læring

Persónmenska og samleiki

Sosialsálarfrøði

  • Bólkasálarfrøðiligar tilgongdir og sosial ávirkan
  • Sínámillum samskifti
  • Fábroytni (stereotypur) og fordómar.

Menningarsálarfrøði

  • Menningin hjá tí einstaka menniskjanum í einum lívslongum høpi, og eisini týdningurin av arvi, umhvørvi og mentan
  • Umsorgan og týdningurin av at vera viðbrekin mótvegis at vera treystur.

Kognitión og læring

  • Sambandið millum sálarfrøðilig, sosial og mentanarlig viðurskifti og læring, intelligens, og minni
  • Sambandið millum perseptión og hugsan, og hvussu menniskja fatar heimin.

Persónmenska og samleiki

  • Persónmenska og samleiki
  • Ymiskir lívihættir og at síggja trupulleikar sum avbjóðingar t.d. í sambandi við strongd.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Kjarnaøkini eru ikki nóg mikið til, at næmingurin skal røkka teimum ásettu førleikamálunum. Við ískoytistilfari og viðkomandi tvørfakligum samstarvi verður farið meira í dýpdina. Á tann hátt verður kjarnatilfarið sett inn í eitt størri høpi. Ískoytisøki kunnu t.d. vera:

  • Heilsusálarfrøði
  • Kliniska sálarfrøði
  • Barna- og familjusálarfrøði
  • Nevrosálarfrøði
  • Ítróttasálarfrøði
  • Miðlasálarfrøði
  • Arbeiðs- og organisatiónssálarfrøði
  • Námsfrøðilig sálarfrøði
  • Rættarsálarfrøði

Í minsta lagi ein undirvísingargongd verður løgd til rættis við einum ískoytisøki.

Ískoytistilfarið skal saman við kjarnutilfarinum leggjast til rættis soleiðis, at eyðkennið hjá ymisku skúlaformunum kemur til sjóndar.

Dentur verður lagdur á:

  • Praksis og virkisvend viðurskifti
  • Arbeiðs- og vinnulívsvend viðurskifti
  • Vísindalig viðurskifti og háttaløg.

5. Førleikamál

Í lærugreinini sálarfrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í sálarfrøði um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.tíl. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í sálarfrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin sálarfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um sálarfrøðiligar spurningar. At samskifta um sálarfrøðiligar spurningar snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram meiningar sínar munnliga í lærugreinini sálarfrøði ber í sær at mælta málið verður nýtt til at samskifta, lurta og tala og at greiða frá sálarfrøðiligum spurningum og viðurskiftum. Munnligir førleikar sum t.d. samtala, dialogur, frágreiðing, frásøgn v.m. eru amboð í sambandi við undran, grundan og próvførslu. Stórur dentur verður lagdur á munnlig førleikamál í lærugreinini sálarfrøði. At úttrykkja seg skrivliga í lærugreinini sálarfrøði ber í sær at duga at nýta vitan og sjónarmið í sálarfrøðiligum spurningum og viðurskiftum. Skriving er ein háttur at skipa hugsan, royndir og meiningar og er eitt amboð til at læra, tulka, próvføra og samskifta.

Førleikin at lesa snýr seg í sálarfrøði um at seta seg inn í, granska, tulka og grunda um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa í sálarfrøði snýr seg eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ognað sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelagi, er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum keldum (bløðum, tíðarritum) og alneti og meta vandaliga um hesi.

Førleikin at rokna snýr seg í sálarfrøði um at viðgera og samanbera taltilfar um faklig høvuðsevni og at nýta, tulka og gera talvur og ritmyndaligar framløgur. Rokning í sálarfrøði merkir eisini at gera nøgdarligar kanningar og viðgera taltilfar hagfrøðiliga.

Førleikin at nýta KT snýr seg í sálarfrøði um at gera útrokningar, leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. Kunningartøkni er ein nátúrligur partur at brúka sum amboð í undirvísing og læring, millum annað tá ið leita verður eftir tilfari á netinum so sum myndir, tónleikur, tekstir og filmar. Kunningartøkni verður eisini nýtt í samband við framløgur. Undirvísingin skal fata um fakliga at  taka støðu til ymisk sløg av telduskráum við sálarfrøðiligum innihaldi. Dentur verður lagdur á at kunningartøknin verður nýtt skapandi og keldukritiskt. Í sambandi við arbeiðssálarfrøði skal leggjast dentur á sambandið ímillum sálarfrøðiligu menningina og tøkniligu menningina. KT-førleikar merkir eisini at kenna persónsvernd og uppihavsrættindi og duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir at tilevna, vísa og útgeva egna og felags margmiðlaframleiðslu.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um sálarfrøðiligar spurningar. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítir á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Við støði í teimum fýra kjarnaøkjunum í lærugreinunum dugir næmingurin:

  • At vísa kunnleika til sálarfrøðiligu kjarnaøkini. At lýsa munir og broytingar í sálarligu menning menniskjans serliga í mun til normalt virkandi menniskja
  • At greiða frá sálarfrøðiligum ástøði, hugtøkum og kanningum
  • At finna og handfara viðkomandi sálarfrøðiliga vitan til ítøkiligar uppgávur og viðkomandi tilfar, og somuleiðis kritiskt meta um hesa vitan á fakligum grundarlagi
  • At lýsa ymiskar sálarfrøðiligar spurningar út frá ymiskum sjónarhornum
  • At vísa kunnleika á byrjunarstøði um sálarfrøðiligar granskingarhættirnar og kunnleika um siðfrøðiligar spurningar í sálarfrøðiligari gransking. Duga at skilja mun á gerandisligari sálarfrøði og granskingargrundaðari sálarfrøðiligari vitan
  • At meta um týdningin av mentanarligum tættum í mun til atferð hjá menniskjum
  • Munnliga greiða frá sálarfrøðiligari vitan við millum annað at nýta sálarfrøðilig hugtøk.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttur íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkugrundarlagið er ókent tilfar, sum próvhoyrarin hevur valt. Próvtøkuspurningurin skal hava yvirskrift og leiðbeinandi undirspurningar. Fylgiskjølini í sambandi við próvtøkutilfarið skulu hava kelduávísing.

Somu uppgávuspurningar kunnu í mesta lagið verða nýttir tríggjar ferðir í sama flokki/valbólki. Fylgiskjøl og annað tilfar kunnu verða nýtt oftari, eftir vild próvhoyrarans.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið úr frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin dugir at

  • lýsa greiðsluevnið við støði í sálarfrøðiligum frøðimáli
  • viðgera tilfarið við støði í sálarfrøðiligum ástøði og háttalagi
  • seta tilfarið í frásjón við atliti at sálarfrøðiligum greiðsluevnum
  • skipa og miðla sálarfrøðiliga vitan við støði í fakligum frøðiheitum
  • gerast partur av einari fakligari samtalu.

Próvdømingin verður grunda á, í hvussu stóran mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað óítøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað óítøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar. Tað er ábyrgd lærarans at skipa undirvísingina.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera sosialsálarfrøði, menningarsálarfrøði, kognitión og læring ella persónmenska og samleiki.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum menningarsálarfrøði verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum persónsmenska og samleiki. Á tann verður vitan í einum kjarnaøki roynd saman við vitan úr einum øðrum og er sostatt við til at gera fatanina av sálarfrøðini meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini samskiftistøkni. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Kanningararbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi og gera sítt til at menna skrivligu førleikarnar hjá næmingunum.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat í grundini tað er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini sálarfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í sálarfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini samskiftistøkni mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í sálarfrøði skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Kanningararbeiði kann vera gjørt í sambandi við skrivlig avrik. Kanningin skal fevna um í minsta lagi eina verkætlan við ítøkiligum úrsliti.

Næmingarnir skulu sjálvstøðugt fordjúpa seg í ein fakligan spurning. Smærri kanningararbeiði verða framd og viðgjørd.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin sálarfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í sálarfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, so at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.

 

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum vitborið amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast drúgvari, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.