Seinast broytt: 
12. mars 2015
Viðmerking: 
Smærri tillaging gjørd í sambandi við munnliga próvtøkuhátt A og D, umframt neyvari lýsing gjørd av skrivliga próvtøkuháttinum.
Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri enskt á A stigi

1. Samleiki

Enskt er førleika-, vitanar- og mentanarlærugrein. Lærugreinin snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini. Kunnleiki til fremmand mál og fremmanda mentan er vekjandi og fremjandi fyri tolsemi.

Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.

Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læringarhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.

Í lærugreinini verður talað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.


2. Endamál

Undirvísingin í enskum á A stigi hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir sínar førleikar at ogna sær enska málið
  • at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar í enskum
  • at næmingurin styrkir sína málsligu vitan og tilvitan um enskt mál, so at hann kann menna sín málsliga, mentanarliga og fagurfrøðiliga kunnleika og tilvitsku umframt lestrarførleika
  • at næmingurin ognar sær innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum, har enskt verður talað, og at geva honum innlit í millumtjóða sambond
  • at næmingurin mennir síni evni at samskifta tvørtur um landamark um almenn og faklig viðurskifti
  • at næmingurin ognar sær førleikar at skilja, greina og tulka tekstir á enskum máli
  • at næmingurin ognar sær førleikar í enskum, sum gera hann betur føran fyri at finna seg aftur og virka í tí alheimsgjørda heiminum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í enskum á A stigi byggir á enskt B stig og fevnir um 125 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í enskum um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar, bæði tá ið tosað verður manna millum um viðurskifti í enskmæltum økjum, og í sambandi við enskt sum altjóða samskiftismál, tá ið um millumtjóða viðurskifti ræður. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lurta og tala í ymiskum felagsligum høpum. Í undirvísingini skal tí verða hugt eftir ymiskum lurti-, tali- og samskiftisháttum. Umráðandi er,  at næmingurin verður tilvitaður um egnan læringstørv og arbeiðslag og um, hvussu hann best lærir enskt í hesum sambandi. Ymiskir undirvísingarmiðlar verða nýttir, umframt at framløgur verða havdar.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg í enskum um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar, bæði tá ið tosað verður um viðurskifti í enskmæltum økjum, og í sambandi við enskt sum altjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lesa, fata, hoyra og skriva í ymiskum felagsligum høpi, við støði í ymiskum tekstsløgum. Hetta kjarnaøki snýr seg sostatt eisini um orðatilfeingi, umframt greining og tulking av tekstum. Ymiskir undirvísingarmiðlar verða nýttir – eitt nú KT – umframt at framløgur verða havdar. Næmingurin skal duga at seta sær mál umframt meta um sítt arbeiðslag og avrik, einsæris og í samstarvi við onnur. Í hesum sambandi verður hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium (umskriva hugtøk, finna samheiti o.s.fr.), hóskandi hjálparmiðlum (orðabøkur, mállæru o.s.fr.) og ymiskum lurti- og lesiháttum (lesa við ymiskum endamáli). Næmingurin skal vera tilvitaður um egnan læringstørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann best lærir enskt í hesum sambandi.

At lesa og skriva enskt er partur av praktiska málførleikanum og ger, at næmingurin skilir tað, hann lesur, kannar eftir og hugsar seg um, tá ið teksturin so líðandi gerst torførari. Uppgávurnar í skrivligum enskum eiga at gerast alsamt størri, og dentur skal verða lagdur á, at uppgávurnar skulu vera ymiskar og arbeiðshættirnir ymiskir. Umráðandi er eisini, at næmingurin sleppur at brúka og menna síni samstarvsevni og síni skapandi evni.

Mentan og samfelag

Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í ensktalandi londunum. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna enska mentan og samfelag. Undirvíst verður tí í fagurbókmentum frá nýggjari tíð, einum breiðum úrvali av øðrum enn bókmentaligum tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari tíð, um almenn, mentanarlig, samfelagslig, vinnulig og tøkni- og náttúrufrøðilig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í Stórabretlandi, USA og øðrum enskmæltum økjum verða tikin við í undirvísingini.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin fær innlit í og lærir seg enska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru, týdningslæru og økir um orðatilfeingið til at stuðla uppundir samskiftið. Tí er umráðandi, at undirvísingarmálið í hesum sambandi er enskt. Undirvísingin skal tí fevna um fonetikk, morfologi, syntaks, semantikk, idiomatikk, orðatilfeingi, reglurnar fyri, hvussu tekstur er bygdur upp og hongur saman, standardmál og málvariatión, og í hesum sambandi eisini um enskt sum altjóða samskiftismál.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru.

Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum. Ískoytisøki á ymisku breytunum vil sostatt umfata:

Breyt:

Ískoytisøki:

Hugbreyt

bókmentir og mentan

Náttúrubreyt

bókmentir og náttúruvísind

Tøknibreyt

tøkni, tøknifrøði og náttúruvísindi

Tilfeingisbreyt

fiskivinna, búskapur, handil og samfelag

Búskaparbreyt

handil og handilsmentan, búskapur, samfelag

Fyrireikingarbreyt

bókmentir og mentan


5. Førleikamál

Í lærugreinini enskum á A-stigi eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í enskum um at virða enska málið sum samskiftismiðil og mentanarberi. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga, og at lesa og skriva. At samskifta á enskum snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga á enskum verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. At duga at orða seg munnliga á enskum gevur næminginum harumframt møguleika at taka virknan lut í millumtjóða samskifti. Munnlig framsagnarevni fevna bæði um at lurta og at tosa.

Førleikin at lesa og skriva í enskum skal mennast og stimbrast alla tíðina, so næmingurin kann ogna sær vitan, upplýsingar og upplivingar. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At menna lesiførleikan í enskum merkir, at næmingurin sum heild mennir lesiførleikan. At skriva enskt er partur av enskundirvísingini frá byrjan.

Førleikin at rokna snýr seg í enskum um at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í enskum sín lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í enskum at duga at nýta teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur, so sum tekstviðgerðarforrit og samskiftisforrit. Næmingurin skal eisini duga at velja og meta um tær upplýsingar, hann fær. Við at nýta tøknilig amboð kann næmingurin samskifta og samstarva uttan mun til tíð og stað.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit rannsaka umhvørvið fyri at bøta um lívsumstøðurnar. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í enskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál, bókmentir og samfelag. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál-, bókmenta- og samfelagsfrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í enskum um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

A-stig

Talaða málið

Næmingurin dugir

  • at samskifta samanhangandi, natúrliga og fjølbroytt við røttum  og rámandi framburði
  • at laga málið til ymiskar samskiftisstøður
  • at orða seg á góðum, fjølbroyttum og rámandi enskum máli, bæði um almenn og faklig viðurskifti
  • at greiða frá og grundgeva fyri sjónarmiðum og gera viðmerkingar til ymisk evni í tekstum og øðrum miðlum
  • at skilja og greiða frá enskum máli úr ymiskum økjum og stættum
  • at orða seg og leggja fram eitt evni sjálvstøðugt og nágreiniliga
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna tað enska

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

  • at lesa, greina, tulka og samanbera eitt úrval av fagur- og yrkisbókmentum og síggja tær í frásjón, t.e. røttum samanhangi
  • at orða seg skrivliga á góðum, fjølbroyttum og rámandi enskum máli, bæði um almenn og faklig viðurskifti
  • at ogna sær og orða meginregluligar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í sambandi við tekstir og evni
  • at nýta hóskandi hjálpiamboð so sum orðabøkur, mállæru og KT sjálvstøðugt og nágreiniliga
  • einsæris ella saman við øðrum at nýta ymiskar margmiðlar til framløgur um ávís evni av verkligum ella listarligum slagi

Mentan og samfelag

Næmingurin dugir

  • at vísa á djúptøkið innlit í týðandi tættir av mentan, søgu, samfelagi og tøknifrøðiligum viðurskiftum í Stórabretlandi, USA og øðrum pørtum av enskmælta heiminum
  • at gera viðmerkingar til og kjakast um almenn, mentanarlig, samfelagslig og vinnulig viðurskifti í enskmæltum londum
  • at vísa á vitan um munir og líkleikar millum mentanarlig viðurskifti í Føroyum og í útvaldum enskmæltum økjum

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

  • at stava rætt og seta teknini rætt
  • at vísa á gjølligt innlit í enska mállæru
  • at brúka vitan um mállæru og bygnaðin í enska málinum til málsliga greinan og tekstfatan

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Skrivliga próvtøkan er tvíbýtt og varir 5 tímar. Fyrri partur, ið er mállærupartur, varir 1 tíma, har eingir hjálparmiðlar eru loyvdir. Seinni partur varir 4 tímar, og fevnir um framseting, har hjálparmiðlar eru loyvdir. Uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaevnini í lærugreinini.

Munnliga próvtøkan

Fleiri møguleikar eru til munnligu próvtøkuna á A-stigi, og skúlin ger av, hvønn møguleika ein flokkur/valbólkur brúkar. Øll í sama flokki/valbólki nýta sama próvtøkuhátt. Munnliga próvtøkan umfatar bæði kjarna- og ískoytisøki.

Í fyrireikingarhølinum kann próvtakarin nýta egnar uppskriftir og tilfar, sum er útflýggjað í sambandi við undirvísingina. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka uppskriftir o.a., hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki uppeftir í dømingini.

Sami ólisni tekstur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama flokki/bólki.

Próvtøkuháttur A

Próvtakarin velur at fara í dýpdina við einum av teimum evnum, sum eru viðgjørd í undirvísingini. Hann granskar evnið og skrivar eina synopsu, sum hann letur inn áðrenn seinasta undirvísingardag. Próvhoyrarin skal hava góðkent synopsuna. Til próvtøkuna hevur próvtakarin fyrireikað eina framløgu um evnið, einsæris ella í bólki. Saman við ólisnum teksti á 500-600 orð, sum próvhoyrarin hevur valt, er hetta grundarlagið undir próvtøkuni. Próvhoyringin er tó einsæris. Um próvtakarar hava arbeitt í bólki, skulu teir vera til reiðar at greiða frá og svara spurningum um teirra øki, umframt um samlaðu framløguna.

Próvhoyringin er 30 minuttir íroknað próvdøming. Próvtakarin fær 30 minuttir til fyrireikingar, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Fyrra helvt av próvtøkuni verður brúkt til framløgu próvtakarans og spurningar hartil. Í seinnu helvt ger próvtakarin ein samandrátt av ólisna tekstinum og ger viðmerkingar til hann. Síðan verður skift orð um tekstin við støði í viðmerkingunum, og samanborið verður við aðrar lisnar tekstir. Øll próvtøkan fer fram á enskum.

Próvhoyrarin sendir ólisnu tekstirnar til próvdómaran at góðkenna, umframt eitt yvirlit yvir vald evni. Próvdómarin lesur ikki synopsurnar áðrenn próvtøkuna.

Próvtøkuháttur B

Munnliga próvtøkan tekur støði í einum ólisnum sannsagnarteksti, ið er umleið 500-600 orð til longdar, sum próvhoyrarin velur. Próvtakarin ger ein samandrátt av tekstinum, ger viðmerkingar til hann og hevur eina framløgu um tekstin við hóskandi framløguamboðum. Síðan verður skift orð um tekstin við støði í viðmerkingunum. Próvtakarin skal harafturat viðgera ein breiðan spurning um eitt evni, sum er viðgjørt í undirvísingini. Próvtakarin skal í samrøðu við próvhoyraran lýsa og greina evnið og samanbera við aðrar tekstir. Øll próvtøkan fer fram á enskum.

Próvhoyringin er 30 minuttir, íroknað próvdøming. Próvtakarin fær 30 minuttir til fyrireikingar, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað.

Próvhoyrarin sendir ólisnu tekstirnar til próvdómaran at góðkenna.

Próvtøkuháttur C

Próvtøkan tekur støði í einum ólisnum teksti ella tekstabroti á í mesta lagi 1500 orð, sum próvhoyrarin hevur valt, og sum próvtakarin skal knýta til tilfar, ið er lisið í undirvísingini.

Næmingurin byrjar við upplestri av einum broti á áleið 100 orð, sum próvhoyrarin hevur valt úr próvtøkutekstinum. Síðani hevur næmingurin sjálvstøðuga framløgu um tekstin og setur hann í samband við lisna tilfarið. Eftir hetta samrøða próvtakari og próvhoyrari um evnið. At enda umsetur próvtakarin eitt brot á umleið 80 orð av ólisna tekstinum til føroyskt.

Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Próvhoyringin er 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvhoyrarin sendir ólisnu tekstirnar til próvdómaran at góðkenna.

Próvtøkuháttur D

Próvtakarin fær ólisið tilfar á 2500-3500 orð við tilknýti til evni, sum er lisið gjøgnum árið. Hetta ólisna tilfarið verður tillutað næminginum við lutakasti 24 tímar áðrenn próvtøkan byrjar. Harumframt fær próvtakarin ein ólisnan tekst á umleið 250 orð, sum verður latin honum, áðrenn hann fer í fyrireikingarhølið. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað.

Próvhoyringin er 30 minuttir íroknað próvdøming. Próvtakarin ger ein samandrátt av tekstinum, viðger hann, ger viðmerkingar til hann og ger eina framløgu um tekstin við hóskandi framløguamboðum. Síðan verður skift orð um tekstin við støði í viðmerkingunum.

Seinasti triðingur av tíðini verður brúktur til tann styttra ólisna tekstin. Próvtakarin ger ein samandrátt av ólisna tekstinum, og próvtakarin og próvhoyrari skifta orð um tekstin. Øll próvtøkan fer fram á enskum.

Próvhoyrarin sendir ólisnu tekstirnar til próvdómaran at góðkenna.

Dømingargrundarlag

Skrivliga próvtøkan

Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin vísir, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, greina, tulka og seta tað í frásjón á ein væl skipaðan hátt og á góðum, fjølbroyttum enskum máli.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Munnliga próvtøkan

Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin á ræði røttum enskum máli dugir at leggja fram, greina, tulka og seta í frásjón próvtøktilfarið, og nýta ta vitan, sum hann hevur ognað sær í arbeiðnum við evninum. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin dugir at bera fram egnu sjónarmið og grundgeva fyri teimum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Skrivligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Málburðurin er samanhangandi góður, neyvur og rættur við fjølbroyttum orðavali og ongum ella bert fáum týdningarleysum villum. Próvtakarin vísir, at hann hevur framúr gott innlit í tekstatilfarið, og handfer bæði stavseting og teknseting á tryggan hátt. Hann vísir, at hann hevur gjølligt innlit í enska mállæru. Svarið er ríkt og sera væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag. Viðgerðin av tekstinum er sera neyv, og tulkingin góð og sjálvstøðug. Próvtakarin flytur seg lættliga frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga og greiðir sera væl frá sínum sjónarmiðum. Onkur smávegis, men týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Málburðurin er skilligur, rímiliga neyvur og fjølbroyttur. Próvtakarin hevur sett seg væl inn í tekstatilfarið, og hann handfer stavseting, teknseting og setningsbygnað trygt og væl. Svarið er væl skipað, bæði í mun til innihald og tekst. Viðgerðin av tekstinum er góð við sjálvstøðugari tulking og próvførslu. Próvtakarin dugir at greiða frá sínum sjónarmiðum og evnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Fleiri minni týðandi villur koma fyri.

02

Nøktandi

Málburðurin er rímiliga góður, men heldur veikur við fleiri eyðsýndum villum. Kunnleikin til tekstatilfarið er avmarkaður. Próvtakarin er heldur trilvandi, tá ið tað snýr seg um stavseting, teknseting og setningsbygnað. Svarið er tilvildarliga skipað, próvførslan grunn, og umrøðan og greiningin av tekstinum sera trilvandi. Próvtakarin hevur ilt við sjálvstøðugt at greiða frá sínum sjónarmiðum.

Munnligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og sera væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tekstatilfarið. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, og frágreiðingin um tekstin og viðgerðin av honum eru sera væl grundaðar. Úttalan er røtt, orðatilfeingið fjølbroytt og setningsbygnaðurin rættur. Próvtakarin viðger og troytir evnið – harímillum tekstin – á sjálvstøðugan hátt, og hann dugir væl at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri. Próvtakarin flytir seg lættliga frá tí ítøkliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur sett seg væl inn í tekstatilfarið. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt, og frágreiðingin um tekstin og viðgerðin av honum, eru góðar, tó at ávísir manglar koma fyri. Úttalan er greið, orðatilfeingið í lagi og setningsbygnaðurin sum heild rættur. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni, og hann fær síni sjónarmið væl fram. Hann megnar rímiliga væl at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, og próvtakarin hevur ikki rættiliga tak á tekstatilfarinum. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men málsliga veik. Úttalan er rímiliga greið, orðatilfeingið hampiligt og setningsbygnaðurin so dánt í lagi. Próvtakarin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni. Týðandi brek koma fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, mentan og samfelag ella málkunnleika.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram á enskum, og munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini enskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av ensklærugreinini. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í enskum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini enskum mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast, so at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í enskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin enskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og almennari málfrøði og málsøgu.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í teirri eini lærugreinini, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina blaðútgávu, eina søguliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) er eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri málinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.