Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri innovatión á B stigi

1. Samleiki

Innovatión er ein samfelagsfrøðilig lærugrein, ið fevnir um vitan um uppfinning (inventión), nýskapan (innovatión) og útbreiðslu (diffusión). Lærugreinin gevur vitan um hugskotsmenning og nýskapan, og hvussu nýskapanir kunnu brúkast til vinnuligt endamál. Í lærugreinini innovatión verður arbeitt við nýskapandi mannagongdum, verkætlanarleiðslu og verkætlanargongd ella virkisætlanum.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin lærir at arbeiða miðvíst við hugskotsmenning. Harafturat er endamálið, at næmingarnir menna handilsliga virkisfýsni, evni til at meta um váða, og evni til at brúka skipaðan arbeiðshátt til at fremja nýhugsandi verkætlanir og stovna nýggj virkir í einum altjóða búskapi. Næmingurin skal læra, at seta á stovn nýggja fyritøku, at menna nýggj virkisøkir og at læra sosiala íverksetan (socialt entreprenørskab) í almennum og privatum fyritøkum. Harumframt er endamálið, at næmingarnir menna síni evni til at arbeiða við vitan og nýggjum arbeiðshættum í veruleikakendum verkætlanum.


3. Stig og tímatal

Innovatión B-stig fevnir um 125 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í innovatión á B-stigi eru at skilja sum tað mest neyðuga fyri, at stigið í lærugreinuni skal verða rokkið. Námsætlanin lýsir gongdina frá C til B.

Somu kjarnaøki eru á C- og B-stigi, men tó er munur á teirri fakligu dýpd, sum væntað verður á B-stigi.

Innovatión og samfelagsmenning

Næmingurin skal fáa innlit í viðkomandi heitir og allýsingar, ið hava týdning fyri fakið. Tað skal greinast greitt, hvør munurin er millum heitir so sum inventión, innovatión, íverksetan, entrepreneurrship og intrapreneurship.

Næmingurin skal hava eina grundleggjandi fatan av heitinum kappingarføri og týdninginum av hesum í sambandi við samfelagsmenningina. Innovatión er ein týðandi partur av kappingarførinum, og tí skal næmingurin hava eina greiða fatan av samanhanginum millum innovatión, kappingarføri og samfelagsmenning.

Næmingurin skal hava eina fatan av, hvat samfelagið og virkini gera við innovatión, og hvørja framtíðar ætlanir fyriliggja á økinum. Eisini skal næmingurin fáa innlit í, hvussu Føroyar eru fyri í mun til onnur lond. tá talan er um innovatión.

Fyri at finna útav hvønn týdning innovatión hevur fyri kappingarevnini hjá einum landi er neyðugt at kanna ymisk viðurskifti. Næmingurin skal fáa innlit í, hvørjar vinnugreinar eru frammalaga (sucessfulde) í ymiskum londum, hvussu nógvan pening ymisk lond brúka til gransking og menning, og hvussu nógva orku ymiskar vinnugreinar (brancher) brúka uppá innovatión og íverksetan.

Innovatión og tann almenni geirin (sektor) skal viðgerast og fyribrigdið social innovatión skal viðgerast.

Næmingurin skal arbeiða við, hvørji positiv ella negativ árin standast av innovatión. Her kann næmingurin meta um, hvørjir búskaparligir fyrimunir kunnu standast av innovatión, og seta hetta upp ímóti møguligum arbeiðsloysi, ið hetta kann viðføra. Eisini kann næmingurin meta um fyrimunir og vansar við innovatión í mun til etiskar spurningar, umhvørvisspurningar og sosialar spurningar.

Innovatión og kappingarførleiki hjá fyritøkum

Næmingurin skal læra at kjakast og meta um, hvønn týdning innovatiónsstrategi hevur í mun til menning av kappingarførleikum og fyrisitingarførleikum.

Fyri at fáa greiðu á kappingarførleikum hjá virkjum kann virðisketanin hjá virkinum brúkast sum útgangsstøði. Næmingurin skal við støði í virkinum og virðisketuni fáa eina fatan av muninum millum vøruinnovatión, processinnovatión og tænastuinnovatión og týdningin av hesum í samband við kappingarførið hjá virkinum. Við støði í virðisketuni kann næmingurin fáa eina fatan av, hvussu stóran týdning innovatión hevur fyri, at virki áhaldandi kann skapa virði fyri kundan.

Næmingurin skal hava greiðu á heitum so sum inkrementell innovatión og radikal innnoavatión. Somuleiðis skal næmingurin hava fatan av, hvat marknaðardrivin innovatión er í mun til innovatión, ið er drivin fram av tøkni.

Næmingurin skal hava eina fatan av samanhanginum millum kappingarføri og innovatiónsstrategi, har heitini tøkniligur leiðari og tøkniligur fylgjari skulu viðgerast.

Næmingurin skal hava eitt gott innlit í ymiskar viðkomandi handilsmodellir og ætlanir. Í hesum sambandi skal næmingurin fáa innlit í tænastubúskap og upplivingarbúskap. Somuleiðis skal innovatión og íverksetan innan sosiala økið viðgerast.

Innovatión og hugskotsmenning

Næmingurin skal læra at kjakast, meta um og brúka ymiskar mannagongdir í sambandi við leitan eftir nýggjum hugdkotum og menning av/meting av nýggjum hugskotum.

Næmingurin skal fáa fatan av, hvar innovatiónin kann koma frá, og hvussu innovatión kann fremjast.Her skal næmingurin fáa greiða fatan av heitunum inventión og innovatión og muninum og samanhanginum millum hesi heiti.

Næmingurin skal fáa innlit í ástøði um, hvussu hugskotsmenning kann fremjast og royna hetta í verki. Myndlar og teknikkir skulu lærast og næmingurin skal royna í verki at fremja hugskotsmenning við tí í huga, at hann skal koma við áhugaverdum hugskotum. Næmingurin skal harafturat vera førur fyri at meta um, hvørt hugskotini eru handilsliga, framleiðsluliga og umhvørvisliga burðardygg.

Næmingurin kann í hesum sambandi fáa innlit í og sleppa at arbeiða við "Blue-Ocean-háttinum", har hesin verður brúktur til at finna nýggj hugskot og nýggjar marknaðir ella tørvir.

Næmingurin skal kunna eyðmerkja og meta um ymiskar keldur til innovatión, so sum prísstýrda, tøknuliga stýrda og brúkarastýrda innovatión. Við støði í innovatión, ið er brúkarastýrd, skal næmingurin læra at nýta ymiskar arbeiðshættir í sambandi við nýskapan. Hesir kunnu vera mannafrøðiligir (antropologiskir) arbeiðshættir, "lead user"-greiningar o.s.fr.. Í sambandi við hugskotsmenning, skal næmingurin megna, at taka støðu til spurningin um patent og upphavsrættindi, sum eru knýtt at ómateriellum framleiðslum ella tilevningum. Eisini skal næmingurin megna, at greiða frá hugtakinum "opin innovatión".

Virkisætlan og innovatiónstilgongdin

Næmingurin skal læra at greina, kjakast og meta um stigini í innovatiónstilgongdini, tá ið egin fyritøka skal setast á stovn ella í sambandi við ein virkandi fyritøka ella samskipan verður ment. Næmingurin skal læra at meta um, hvussu virki kunnu leggja ætlanir í mun til intraprenørvirki og vørumenning.

Innovatión skal lýsast við støði í PLC-farstrikuni, so at næmingurin fær eina greiða fatan av, hvør samanhangurin kann vera millum innovatión og lívsleiðina hjá ymiskum vørum og tænastum.

Gongdin frá hugskoti til marknað skal viðgerast við støði í viðkomandi myndlum. Viðkomandi myndlar og arbeiðshættir skulu nýtast, og næmingurin skal royna í verki at arbeiða skipað ígjøgnum ymisk stig, frá hugskoti til marknað. Viðurskifti so sum málbólkur, tørvur, marknaður, samfelagskrøv o.s.fr. skulu takast við í tilgongdina.

Næmingurin skal hava gott innlit í, hvat ein virkisætlan er, og hvat hon kann brúkast til. Eisini skal næmingurin megna at gera ein fullfíggjaða virkisætlan, ið kann vera grundarlag undir eini nýggjari fyritøku. Alt innihaldið í eini virkisætlan skal gjøgnumgangast og viðgerast. Virkisætlanin skal fevna um viðurskifti so sum samandrátt, hugskotsgrundarlag, marknaðarlýsing, kundalýsing, mál, marknaðarføring, rakstrarætlan, fíggjarætlan, fyriskipan, tíðarætlan o.s.fr.

Útbreiðsla

Næmingurin skal læra at greiða frá, kjakast og meta um viðurskifti, ið hava týdning fyri útbreiðsluna av nýggjum hugskotum.

Útbreiðslan av einari vøru ella tænastu skal viðgerast og setast í samband við PLC-farstrikuna. Ymiskar PLC-farstrikur kunnu brúkast, alt eftir teirri vinnugrein arbeitt verður við og heiti "ráðandi snið" skal viðgerast sum ein týðandi partur av útbreiðslutilgongdini.

Ástøði, ið viðger substitutión av tøkni í samband við S-farstrikuna, skal umrøðast og ymisk tíðarskeið í tøkniligu ringrásini skulu umrøðast. Næmingarnir skulu hava innlit í ymisk viðurskifti í innovatiónsgongdini, so sum innovatión, samskiftismiðlar, tíð og sosial sambond. Í sambandi við diffusiónsmyndlar skulu ymiskir viðkomandi móttakarabólkar umrøðast, sum hava týdning fyri útbreiðsluna.

Eisini verður arbeitt við hugtakið "Crossing the Chasm". Hetta skal gerast í sambandi við avbjóðingar, sum ofta standast av, at lítlar og miðal stórar fyritøkur menna seg til stórar og kanska altjóða fyritøkur. Hesar koma ofta at uppliva tað sum ástøði lýsir "Gap". Næmingurin skal hava innlit í, hvat patent er, hvønn týdning patent hevur, og hvussu fram verður farið, tá ið søkt verður um patent.

Starvsfólk og fyriskipan

Næmingurin skal læra at brúka vitan um fyriskipan (organisatión) og virkismentan til at greiða frá, hvussu starvsfólk og fyriskipanir kunnu stimbra ella forða innovatión.

Tá ið nýskapan og tiltøk annars skulu gjøgnumførast eru tað sjálvsagt starvsfólk og tann fyriskipan, ið er galdandi, ið fremja arbeiði.

Talan kann vera um sjálvstøðugar persónar, toymi ella øll starvsfólkini í eini fyriskipan sum skulu luttaka í arbeiðinum. Fyri at skilja hetta kann tað vera skilagott, at býta fyriskipanina upp i fleiri stig. Eitt stig har tann einkulti persónurin er partur av arbeiðinum og hesin hevur ymiskar menniskjaligar og fakligar eginleikar. Eitt annað stig er, har toymi er í fokus. Her er týdningarmikið, at skilja hvussu toymi virka, og hvørjir eginleikar skulu vera tilstaðar í toyminum, fyri at tað skal virka væl.

Ofta uppliva toymi tvídrátt tá ið uppgávur skulu verða loystar. Heldur enn at royna at sleppa undan tvídrátti er umráðandi, at toymið er ført fyri at skilja, hví tvídráttur tekur seg upp, og hvussu hesin kann verða loystur. Tí er týdningarmikið, at næmingurin lærir viðkomandi ástøði og praksis á økinum.

Eitt triðja stig er, har øll fyriskipanin er í fokus. Her verður skilt ímillum privatar fyritøkur, almennar stovnar og ikki-vinnuligar (non-profit) fyritøkur og stovnar.

Næmingurin skal skilja mun á almennum og privatum fyritøkum. Her er tað týdningarmikið at vita, hvussu fyriskipanin virkar við atliti til, um hon stimbrar ella forðar nýskapan. Øll hesi stigini eru týdningarmikil í fakinum.

Yvirlit yvir kjarnaøki og evni

Kjarnaøki

Týdningarmikil evni

Innovatión og samfelagsmenning

 

  • Innovatión, íverksetan, entrepreneurship og intrapreneurship.
  • Innovatiónsaktiviteturin í ymiskum londum og vinnugreinum.
  • Innovatión og týdningur hennara fyri kappingarføriðhjá londum.
  • Íverksetaramentanin og týdningur hennara fyri innovatión.
  • Privata vinnulívið og týdningur tess fyri innovatión.
  • Tað almenna og týdningur tess fyri innovatión
  • Sosial innovatión og innovatión í almenna geiranum.
  • Hvønn týdning hevur innovatión fyri búskaparliga menning og vælfer.
  • Positiv og negativ árin av innovatión.
  • Innovatión, etikkur og umhvørvi.

Innovatión og hugskotsmenning

 

  • Inventión og innovatión
  • Mannagongdir til hugskotsmenning
  • Meting av hugskotum
  • Hugskotsdygd og nývirði
  • Keldur til innovatión
  • Blue Ocean-strategi
  • Ymiskir formar fyri brúkaradrivnari innovatión
  • Tøkniliga drivin innovatión
  • Prísdrivin innovatión
  • Møguleikaøkir
  • “Immateriell” ognarviðurskifti
  • Opin innovatión

Innovatión, kappingarførleiki hjá fyritøkum og menning av samskipanum

 

  • Handilsmyndlar
  • Virðisketa, virðisøking og virði fyri kundan/brúkaran
  • SWOT
  • Generiskar strategiir og innovatión
  • Innovatiónssløg
  • Ætlanir fyri "sosialum entrepreneurvirki"
  • Handilsmyndlar og myndlar og heildarloysnir fyri tænastu- og upplivingarbúskap
  • Innovatiónsætlan
  • "Intrapreneurskapsætlanir"

Virkirætlan og innovatiónstilgongdin

 

  • Virkisætlan
  • Vørulívs-kurva (PLC-kurvan)
  • Hættir at tilrættisleggja og amboð
  • Stig í innovatiónstilgongdini
  • Skipan av innovatiónstilgongdini í virkandi fyritøkum
  • "Intraprenørskapur"
  • Vørumenningarmyndlar (hvussu kann hetta skipast)

Útbreiðsla

 

  • S-farstrikan
  • Tøknilig menning
  • Lutirnir í diffusiónstilgongdini
  • "Geringar-myndil"
  • Slóðbrótandi snið
  • Viðurskifti, ið hava týdning fyri diffusión (spjaðing)
  • "Crossing the chasm-gaps"

Starvsfólk og organisatión

 

 

  • Toymi, leiklutir í toyminum, samanseting av toymum
  • Tvídráttur og at handfara tvídrátt í toymum
  • Ymisk sløg av entreprenørum
  • Mekanisk og organisk
  • Privatar- og almennar fyritøkur og non-profit samskipanir (virki)
  • Fyrisitingarskipan, mentan og mannagongdir
  • Viðurskifti í fyriskipanini sum fremja innovatión ella eru darvandi fyri hana
  • Trekleiki í fyriskipanini og mótstøða ímóti broytingum
  • Broytingaratferð í virkandi virkjum
  • Motivatión og viðurgjald

Ískoytisøki

Fyri at næmingurin skal røkka teimum fakligu málunum er neyðugt, at hann lesur annað enn tað, ið stendur undir kjarnuøkinum. Næmingurin skal lesa tilfar ella arbeiða við tilfari úr ískoytisøkinum, so hetta saman við kjarnuøkinum fremur menningina hjá næminginum.

Tílfar til ískoytisøki kann vera greinar, sjónvarpssendingar, heimasíður ella annað tilfar, ið er við til at perspektivera viðkomandi evnir, ið hava týdning fyri innovatión, virkir og samfelag.


5. Førleikamál

Førleikamálini eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í innovatión harumframt um at virða og menna støðið innan viðurskifti í lærugreinini, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg eisini um at arbeiða kreativt saman við øðrum og at virða styrkir hjá sær sjálvum og samstarvsfeløgum. Tað hevur eisini týdning, at næmingurin hevur virðing fyri náttúruni og øllum áhugabólkum í samfelagnum, tá ið arbeitt verður við at skapa og menna innovativar loysnir.

At samskifta

At samskifta snýr seg í innovatión um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg m.a. eisini um at orða tørv og trupulleikar, so at loysnir kunnu finnast á hesum, og at orða loysnir á skilagóðan hátt, so at viðkomandi áhugabólkar í samfelagnum verða hugaðir í at samstarva.

Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um evni innan innovatión í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg eisini um at skriva skilagóðar virkisætlanir, ið eru grundarlagi undir einum virki.

Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, internet og annað skrivligt tilfar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og ritmyndir, at samanlíkna hagtøl, og at gera útrokningar í sambandi við prísásetingar og kostnaðarmetingar. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru tengdir at innovatión. Undirvísingin í innovatión hevur ein týðandi lut í hesi menning. At rokna snýr seg í innovatión eisini um at gera/rokna og seta upp greiðar fíggjar- og rakstrarætlanir.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini Innovatión at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, harundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um at gera tilfar til marknaðarføring og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri betur at finna okkum til sættis í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni hjá næminginum og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg m.a. um at fremja marknaðarkanningar og at finna nýggj hugskot og loysnir, ið kunnu nøkta staðfestar tørvir ella trupulleikar, ið eru í samfelagnum.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu innovatión og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Í innovatión snýr tað seg m.a. um at arbeiða kreativt og at skapa og menna hugskot til nýggjar vørur, tænastur, arbeiðshættir, mannagongdir, framleiðsluhættir, marknaðir, tøkni, o.s.fr., ella at orða hugskot um, hvussu hesi kunnu gerast betur.


Fakligir førleikar

Innovatión og samfelagsmenning

Næmingurin dugir

  • at greiða frá grundleggjandi heitum, ið eru tengd at innovatión, herundir m.a. inventión, innovatión, íverksetan, entrepreneurrship og intrapreneurship
  • at greiða frá, hvussu innovatión kann ávirka menningina í einum landi og einari vinnugrein
  • at greina og meta um hvønn leiklut tað almenna hevur í sambandi við innovatión, og hvussu ymisku aktørarnir í landinum ávirka hvønn annan (Porters diamant).

Innovatión og hugskotsmenning

Næmingurin dugir

  • at brúka og meta um ymiskar myndlar og arbeiðshættir, ið kunnu brúkast til at skipa arbeiðið við at skapa, menna og meta um virkishugskot
  • at greina og meta um tey ymisku stigini í innovatións-tilgongdini. Hann skal m.a. skilja stigini í mun til tað at byrja nýggja fyritøku (virkisætlan) og í mun til arbeiðið í virkandi fyritøkum og organisatiónum. Eisini skal næmingurin kunna meta um, hvussu virki kunnu leggja ætlanir fyri vørumenning og intraprenørvirki (intraprenørskab)
  • at gera eina nøktandi virkisætlan, og meta um týdningin av eini tílíkari.

Innovatión og kappingarførleiki hjá fyritøkum

Næmingurin dugir

  • at meta um, hvønn týdning tað hevur fyri kappingarførið, at virkir arbeiða skipað eftir ávísum handilsmodellum og hava skilagóðar innovatiónsstrategiir
  • at brúka og meta um viðkomandi modellir og ástøði til støðulýsingar av virkjum,
  • at brúka og meta um viðkomandi ástøði til tørvsgreining, kundagreining/ marknaðargreining, segmentering, kappingargreining, o.tíl.

Útbreiðsla / spjæðing

Næmingurin dugir

  • at greiða frá og meta um viðurskifti, ið hava týdning í mun til útbreiðslu av nýggjum hugskotum
  • at brúka og meta um viðkomandi ástøði og myndlar til at fremja innovatiónstilgongdina frá hugskoti til marknað
  • at brúka og meta um viðkomandi ástøði til greining av útbreiðslu (diffusión), marknaðarføring (tey 7 p´ini) og kappingarætlanirnar.

Starvsfólk og fyriskipan

Næmingurin dugir

  • at nýta og sameina vitan um fyriskipanir, mentan og mannagongdir, tá ið lýst verður, hvussu starvsfólk og samskipanir kunnu fremja ella darva innovativum tiltøkum
  • at nýta og meta um viðkomandi fyriskipanir, ið kunnu verða brúktar í sambandi við at virki verður sett á stovn
  • at nýta og meta um viðkomandi fyriskipanir, ið kunnu verða brúktar í sambandi við íverksetan og leiðslu av nýskapandi verkætlanum
  • at nýta og meta um ymiskar støðisførleikar og fakligar førleikar, sum skulu samansjóðast í sambandi við nýskapandi arbeiði.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Grundarlagið undir munnligu próvtøkuni er ein virkisætlan, ið er ein bólkauppgáva. Skúlin skal góðkenna virkisætlanina, sum verður send próvdómaranum í seinasta lagi 5 dagar áðrenn munnligu próvtøkuna.

Tveir próvtakarar verða hoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvtakarin hevur onga fyrireikingartíð.

Próvtøkan tekur støði í framløgu próvtakarans av síni virkisætlan. Lærarin setir viðkomandi spurningar. Bert tann munnliga próvtøkan skal vera grundarlag fyri metingini.

Dømingargrundarlag

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkutilfari og próvtøkuspurningum.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin megnar at lúka málini í námsætlanini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir fakligt yvirlit
  • dugir at nýta fakligt ástøði og fakligt háttalag
  • dugir at velja út, skipa og bera fram fakligt tilfar frá verkætlanini
  • evnar at orða seg neyvt fakliga og at brúka arbeiðshættir og myndlar í einum veruleikakendum samanhangi
  • evnar at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum og vali av arbeiðshátti
  • dugir at skipa tað fakliga tilfarið
  • dugir at meta um og seta í frásjón viðkomandi avbjóðingar í sambandi við innovatión, har næmingurin brúkar viðkomandi orðaval (terminologi), ástøði og framferðarhátt.

Próvtal verður givið við støði í einari heildarmeting av avriki næmingsins í munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

Munnligt B-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini innovatión. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini innovatión og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting próvtakarans av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek kunnu koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik, og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin tekur støði í aktuellum og veruleikakendum trupulleikaorðingum ella tørvsorðingum. Undirvísingin verður løgd til rættis, soleiðis at hon er trupuleikakend og verkætlanarkend. Fyri at lýsa og gjøgnumganga viðkomandi ástøði kann undirvísingin taka støði í case-uppgávum. Í sambandi við case-undirvísingina kann samstarvast við samstarvsfelagar frá virkjum ella við íverksetarar.

Undirvísingin skal taka støði í einstaka næminginum og skipa læruumhvørvið soleiðis, at hædd verður tikið fyri tørvinum hjá tí einstaka næminginum og hvussu hesin arbeiðir og lærir best.

Undirvísingin skal leggja dent á hugskotsmenning og meting av hugskotum, so at hesi kunnu verða grundarlag fyri einum nýggjum virki ella menning av verandi virki. Undirvísingin skal taka atlit til at menna handilsførleikarnar hjá næmingunum.

Undirvísingin skal skipast soleiðis, at skift verður ímillum deduktiva frálæru, har lærarin skipar og greiðir frá innihaldinum í lærugreinini og induktiva frálæru, har næmingurin fær møguleika, at seta seg inn í og loysa verðuleikakendar uppgávur.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað tor-greidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður.

Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku.

Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini innovatión. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í innovatión skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin er løgd til rættis við skiftandi arbeiðshættum, so at næmingarnir bæði arbeiða sjálvstøðugt og í bólkum. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa møguleika at arbeiða við kreativum tilgongdum, so at teir gerast førir fyri at loysa trupulleikar og kunnu nøkta tørvir í samfelagnum.

Undirvísingin skal innihalda eina arbeiðsgongd, ið varar eitt longri tíðarskeið, har næmingarnir í bólkum arbeiða við hugskotsmenning, stovnsetan av egnum vinnuligum virki ella ikki vinnuligum virki. Arbeiðið skal enda við eini virkisætlan, ið er grundarlag undir endaligu royndini. Undirvísingin kann skipast tvørfakligt, soleiðis at viðkomandi fak í skúlanum á ein skilagóðan hátt verða partar av arbeiðinum.

Undirvísingin skal skipast við atliti til kunningar- og samskiftis tøkni. Næmingarnir skulu hava atgongd til viðkomandi tøkni, soleiðis at hon kann verða eina natúrligur partur av arbeiðinum.

Umráðandi er, at undirvísingin verður skipað við atliti at viðkomandi kappingum.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í innovatión, kann talan vera um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð. Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnliga miðlanin verður best styrkt, um einstaki næmingurin so nógv sum gjørligt sleppur til orðanna. Hetta kann fáast í lag við, at lærari og næmingur samrøða sínámillum, og at næmingar samrøða, tveir og tveir og í bólki. Eisini kann hetta verða gjørt við, at einstaki næmingurin av og á sleppur at leggja fram tilfar úr tíðarritum o.tíl., ella at halda stuttar fyrilestrar. Eisini framløgur í smærri bólkum kunnu stimbra munnliga táttin hjá næminginum, sum á henda hátt fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa ymisk sløg av teksti, so sum greinar í dagbløðum og tíðarritum, úrdráttir úr fakbókum og faktíðarritum, tilfar av internetinum o.tíl. Hetta fyri at kjarnaøki og ískoytisøki skulu verða betur lýst.

Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum lesivanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.