Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlan fyri innovatión á C stigi

1. Samleiki

Innovatión er samfelagsfrøðilig lærugrein, ið fevnir um vitan um uppfinning, nýskapan og útbreiðslu. Lærugreinin gevur vitan um hugskotsmenning og nýskapan, og hvussu nýskapan kann verða brúkt til vinnulig endamál.  Í lærugreinini innovatión verður arbeitt við nýskapandi mannagongdum, verkætlanarleiðslu og verkætlanargongd ella virkisætlanum.

Lærugreinin gevur vitan um mannagongdir frá hugskotsmenning til sølu og marknaðarføring bæði í privatum og almennum virkjum, umframt vinnuligum og ikki-vinnuligum virkjum. Næmingarnir læra at arbeiða við nýskapan í nýggjum og virkandi fyritøkum og almennum stovnum.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin lærir at arbeiða miðvíst við hugskotsmenning. Harafturat er endamálið, at næmingurin mennir handilsligt virkisfýsni, evni til at meta um váða, og evni til at brúka skipaðan arbeiðshátt til at fremja nýhugsandi verkætlanir og stovna nýggj virki í einum altjóða búskapi. Harumframt er endamálið, at næmingurin mennir síni evni til at arbeiða við vitan og nýhugsandi arbeiðshættum í veruleikakendum verkætlanum.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í innovatión á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í innovatión á C-stigi eru at skilja sum tað mest neyðuga, fyri at stigið í lærugreinuni skal verða rokkið. Námsætlanin lýsir gongdina frá 0 til C. Innovatión C gevur møguleika at taka innovatión á B-stigi 1 ára gongd.

Somu kjarnaøki eru á C- og B-stigi, men tó er munur á teirri fakligu dýpd, sum væntað verður á B-stigi.

Innovatión og samfelagsmenning

Næmingurin skal hava  innlit í viðkomandi hugtøk og allýsingar, ið hava týdning fyri fakið. Tað skal gerast næminginum greitt, hvør munurin er millum hugtøk, so sum innventión, innovatión, íverksetan, entrepreneurship og intrapreneurship.

Næmingurin skal hava eina grundleggjandi fatan av hugtakinum kappingarføri og týdninginum av hesum í sambandi við samfelagsmenningina. Innovatión er ein týðandi partur av kappingarførinum, og tí skal næmingurin hava eina greiða fatan av samanhanginum millum innovatión, kappingarføri og samfelagsmenning.

Næmingurin skal hava eina fatan av, hvat samfelagið og virkini gera við innovatión, og hvørjar framtíðarætlanir eru á økinum. Eisini skal næmingurin fáa innlit í, hvussu Føroyar eru fyri í mun til onnur lond, tá ið talan er um innovatión.

Innovatión og kappingarførleiki hjá fyritøkum

Fyri at fáa greiðu á  kappingarførleikum hjá virkjum, kann virðisketan hjá virkinum brúkast sum útgangsstøði. Næmingurin skal við støði í virkinum og virðisketuni fáa eina fatan av muninum millum vøruinnovatión, processinnovatión og tænastuinnovatión og týdninginum av hesum í sambandi við kappingarførið hjá virkinum. Við støði í virðisketuni kann næmingurin fáa eina fatan av, hvussu stóran týdning innovatión hevur fyri, at virkið áhaldandi kann skapa virði fyri kundan.

Næmingurin skal hava greiðu á heitum so sum ”inkrementell” innovatión og “radikal” innovatión. Somuleiðis skal næmingurin fáa fatan av, hvat marknaðarrikin innovatión er, í mun til innovatión, sum er førd fram av tøkni.

Næmingurin skal hava eina fatan av samanhanginum millum kappingarføri og innovatiónsstrategi, har hugtøkini tøkniligur leiðari og tøkniligur fylgjari skulu viðgerast.

Innovatión og hugskotsmenning

Næmingurin skal fáa fatan av, hvaðani innovatiónin kann koma, og hvussu innovatión kann verða framd. Her skal næmingurin fáa greiða fatan av hugtøkunum inventión og innovatión, umframt muninum og samanhanginum millum hesi heiti.

Næmingurin skal fáa innlit í ástøði um, hvussu hugskotsmenning kann fremjast í verki. Myndlar og teknikkir skulu lærast, og næmingurin skal royna í verki at fremja hugskotsmenning við atliti at tí, at hann/hon skal koma við áhugaverdum hugskotum. Næmingurin skal harafturat læra at meta um, hvørt hugskotini eru handilsliga, framleiðsluliga og umhvørvisliga burðardygg.

Innovatiónstilgongdin

Innovatión skal lýsast við støði í PLC-farstrikuni, so at næmingurin fær eina greiða fatan av, hvør samanhangurin kann vera millum innovatión og lívsleiðina hjá ymiskum vørum og tænastum.

Gongdin frá hugskoti til marknað skal viðgerast við støði í viðkomandi myndlum. Viðkomandi myndlar og tøkni skulu brúkast, og næmingurin skal royna í verki at arbeiða skipað ígjøgnum ymisk stig frá hugskoti til marknað. Viðurskifti, so sum málbólkur, tørvur, marknaður, samfelagskrøv o.s.fr., skulu takast við í tilgongdina.

Útbreiðsla

Útbreiðsla av eini vøru ella tænastu (diffusión) skal viðgerast og setast í samband við PLC-farstrikuna. Ymiskar PLC-farstrikur kunnu brúkast, alt eftir hvørjari vinnugrein tú arbeiðir við, og hugtakið “ráðandi snið” skal viðgerast sum ein týðandi partur av útbreiðslutilgongdini.

Næmingurin skal hava innlit í, hvat patent er, hvønn týdning patent hevur, og hvussu fram verður farið, tá ið søkt verður um patent.

Toymi og toymisleiklutir

Tá ið nýskapan og tiltøk annars skulu setast í verk, eru tað sjálvsagt starvsfólk og tann verandi fyriskipanin, ið fremja arbeiðið. Talan kann vera um sjálvstøðugar persónar, toymi ella øll starvsfólkini í eini fyriskipan, sum skulu vera við í arbeiðinum. Fyri at skilja hetta betur, kann tað vera skilagott at býta fyriskipanina upp i fleiri stig. Eitt stig er, har tann einstaki persónurin er partur av arbeiðinum, og hesin hevur ymiskar menniskjaligar og fakligar eginleikar. Eitt annað stig er, har toymið er í miðdeplinum. Her er týdningarmikið at skilja, hvussu toymi arbeiða, og hvørjir eginleikar skulu vera til staðar í toyminum, fyri at tað skal virka væl.

Ofta uppliva toymi tvídrátt í sambandi við uppgávur. Heldur enn at royna at sleppa undan tvídrátti, er týdningarmikið, at toymið er ført fyri at skilja, hví tvídráttir taka seg upp, og hvussu hesir kunnu loysast. Tí er týdningarmikið, at næmingurin lærir viðkomandi ástøði og praksis á økinum.

Virkisætlan og verkætlanartilgongdin

Næmingurin skal fáa gott innlit í, hvat ein virkisætlan er, og hvat hon kann verða brúkt til. Alt innihaldið í eini virkisætlan skal gjøgnumgangast og viðgerast. Virkisætlanin skal innihalda viðurskifti so sum samandrátt, hugskotsgrundarlag, marknaðarlýsing, kundalýsing, mál, marknaðarføring, rakstrarætlan, fíggjarætlan, fyriskipan, tíðarætlan o.s.fr.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum. Niðanfyri er yvirlit yvir tilfar, ið kann geva íblástur til ískoytisøki.

Kjarnaøki

Ískoytisøki

Innovatión og samfelagsmenning

 

  • Innovatión og búskaparlig menning
  • Mentan
  • Vinnupolitikkur

Innovatión og kappingarførleiki hjá fyritøkum

 

  • Virkisætlanir og strategi
  • Altjóða arbeiðsbýti
  • Sniðgeving og móti
  • Gransking og menning
  • Samfelagsmenning

Innovatión og hugskotsmenning

 

  • Skapanarevni
  • Tøknilig skapanarevni og uppfinnsemi
  • Sniðgeving, skapanarevni og uppfinnsemi
  • Mentan, skapanarevni og uppfinnsemi

Innovatiónstilgongdin

 

  • Verkætlanarleiðsla
  • Toymisarbeiði og toymistilgongd
  • Marknaðarføra nýggja vøru

Útbreiðsla

 

  • Søgulig dømi um tøkniliga útbreiðslu
  • Altjóða arbeiðsbýti
  • Patentlóggáva og onnur viðkomandi lóggáva av týdningi fyri innovatión
  • Nýggj tøkni og týdningur hennara fyri innovatión

Virkisætlan og verkætlanartilgongdin

 

  • Tøknilig viðurskifti í sambandi við virkisætlanina
  • Handilslig viðurskifti í sambandi við virkisætlanina
  • Heimasíða
  • Sølufremjandi tilfar v.m.
  • Persónlig menning
  • Toymisarbeiði og toymistilgongd
  • Ástøði um støðutakan

5. Førleikamál

Førleikamálini í innovatión eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í innovatión harumframt um at virða og menna støðið innan viðurskifti í lærugreinini, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg eisini um at arbeiða kreativt saman við øðrum og at virða styrkir hjá sær sjálvum og samstarvsfeløgum. Tað hevur eisini týdning, at næmingurin hevur virðing fyri náttúruni og øllum áhugabólkum í samfelagnum, tá ið arbeitt verður við at skapa og menna innovativar loysnir.

At samskifta

At samskifta snýr seg í innovatión um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg m.a. eisini um at orða tørv og trupulleikar, so at loysnir kunnu finnast á hesum, og at orða loysnir á skilagóðan hátt, so at viðkomandi áhugabólkar í samfelagnum verða hugaðir í at samstarva.

Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um evni innan innovatión í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg eisini um at skriva skilagóðar virkisætlanir, ið eru grundarlagi undir einum virki.

Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, internet og annað skrivligt tilfar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og ritmyndir, at samanlíkna hagtøl, og at gera útrokningar í sambandi við prísásetingar og kostnaðarmetingar. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru tengdir at innovatión. Undirvísingin í innovatión hevur ein týðandi lut í hesi menning. At rokna snýr seg í innovatión eisini um at gera/rokna og seta upp greiðar fíggjar- og rakstrarætlanir.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini Innovatión at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, harundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um, at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um at gera tilfar til marknaðarføring og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri betur at finna okkum til sættis í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni hjá næminginum og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt. Í lærugreinini innovatión snýr tað seg m.a. um at fremja marknaðarkanningar og at finna nýggj hugskot og loysnir, ið kunnu nøkta staðfestar tørvir ella trupulleikar, ið eru í samfelagnum.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu innovatión og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Í innovatión snýr tað seg m.a. um at arbeiða kreativt og at skapa og menna hugskot til nýggjar vørur, tænastur, arbeiðshættir, mannagongdir, framleiðsluhættir, marknaðir, tøkni, o.s.fr., ella at orða hugskot um, hvussu hesi kunnu gerast betur.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir

  • at greiða frá grundleggjandi heitum, ið eru knýtt at innovatión, og lýsa, hvussu innovatión kann ávirka menningina í einum landi og einum virkisøki,
  • at greiða frá og brúka viðkomandi myndlar til hugskotsmenning (hugaroksfund o.s.fr.),
  • at greiða frá og brúka viðkomandi myndlar og ástøði til støðulýsingar av virkjum, at greiða frá og brúka viðkomandi ástøði og myndlar til at fremja innovatiónstilgongdina frá hugskoti til marknað,
  • at greiða frá og brúka viðkomandi ástøði til tørvsgreining, kundagreining/marknaðargreining, segmentering, kappingargreining, o.a.m.
  • at greiða frá og brúka viðkomandi ástøði til greining av útbreiðslu (diffusión), marknaðarføring (tey 7 p'ini) og kappingarætlanir,
  • at nýta talgild amboð í lærugreinini, t.e. at duga at brúka tekstviðgerð, rokniark, hagfrøði og framløguforrit. At nýta talgild amboð fevnir eisini um at heinta upplýsingar á internetinum, at verða keldukritiskur og at flokka og greina dátur
  • at greiða frá og gera eina nøktandi virkisætlan.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnliga próvtøkan

Grundarlagið fyri munnligu próvtøkuni er ein virkisætlan, ið er ein bólkauppgáva. Virkisætlanin verður send til próvdómara til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar  áðrenn munnligu próvtøkuna.

Tveir próvtakarar verða hoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvtakarin hevur onga fyrireikingartíð.

Próvtøkan tekur støði í framløgu próvtakarans av síni virkisætlan, og lærarin setur síðani viðkomandi spurningar. Bert tann munnliga próvtøkan skal vera grundarlag fyri metingini.

Dømingargrundarlag

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkutilfari og próvtøkuspurningum.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin lýkur málini í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin:

  • Sýnir fakligt yvirlit,
  • dugir at nýta fakligt ástøði og fakligt háttalag,
  • dugir at velja út, skipa og bera fram fakligt tilfar frá verkætlanini,
  • dugir at orða seg neyvt fakliga og at brúka arbeiðshættir og myndlar í einum veruleikakendum samanhangi,
  • dugir at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum og vali av arbeiðshátti,
  • dugir at skipa tað fakliga tilfarið, og
  • dugir at meta um og perspektivera viðkomandi avbjóðingar í sambandi við innovatión, har næmingurin brúkar viðkomandi orðaval (yrkorð), ástøði og framferðarhátt (háttalag).

Próvtal verður givið við støði í einari heildarmeting av tí munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

Munnligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini innovatión. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini innovatión og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting próvtakarans av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek kunnu koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik, og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin tekur støði í aktuellum og veruleikakendum vandamálsorðingum ella tørvsorðingum. Undirvísingin verður løgd til rættis soleiðis, at hon er evnislagað og verkætlanarkend. Fyri at lýsa og gjøgnumganga viðkomandi ástøði kann undirvísingin taka støði í case-uppgávum. Í sambandi við case-undirvísingina kann verða samstarvað við starvsfelagar frá virkjum ella við íverksetarar.

Undirvísingin skal taka støði í einstaka næminginum og skipa læringarumhvørvið soleiðis, at hædd verður tikið fyri tørvinum hjá tí einstaka næminginum, og hvussu hesin arbeiðir og lærir best.

Undirvísingin skal leggja dent á hugskotsmenning og meting av hugskotum, so at hesi kunnu verða grundarlag fyri einum nýggjum virki ella menning av verandi virki. Undirvísingin skal leggja seg eftir at menna handilsførleikarnar hjá næminginum.

Undirvísingin skal skipast soleiðis, at skift verður ímillum deduktiva frálæru, har lærarin skipar og greiðir frá innihaldinum í lærugreinini og induktiva frálæru, har næmingurin fær møguleika, at seta seg inn í og loysa veruleikakendar uppgávur.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað tor-greidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður.

Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku.

Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini innovatión. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í innovatión skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin er løgd til rættis við skiftandi arbeiðshættum, so at næmingarnir bæði arbeiða sjálvstøðugt og í bólkum. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa møguleika at arbeiða við kreativum tilgongdum, so at teir gerast førir fyri at loysa trupulleikar og kunnu nøkta tørvir í samfelagnum.

Undirvísingin skal innihalda eina arbeiðsgongd, ið varar eitt longri tíðarskeið, har næmingarnir í bólkum arbeiða við hugskotsmenning, stovnsetan av egnum vinnuligum virki ella einum ikki-vinnuligum virki. Arbeiðið skal enda við eini virkisætlan, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Undirvísingin kann skipast tvørfakligt, soleiðis at viðkomandi fak í skúlanum á ein skilagóðan hátt verða partar av arbeiðinum.

Undirvísingin skal skipast við atliti at kunningar- og samskiftistøkni. Næmingarnir skulu hava atgongd til viðkomandi tøkni, soleiðis at hon kann vera eina natúrligur partur av arbeiðinum.

Umráðandi er, at undirvísingin verður skipað við atliti at viðkomandi kappingum.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í innovatión, kann talan vera um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð. Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnliga miðlanin verður best styrkt, um einstaki næmingurin so nógv sum gjørligt sleppur til orðanna. Hetta kann fáast í lag við, at lærari og næmingur samrøða sínámillum, og at næmingar samrøða, tveir og tveir og í bólki. Eisini kann hetta verða gjørt við, at einstaki næmingurin av og á sleppur at leggja fram tilfar úr tíðarritum o.tíl., ella at halda stuttar fyrilestrar. Eisini framløgur í smærri bólkum kunnu stimbra munnliga táttin hjá næminginum, sum á henda hátt fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa ymisk sløg av teksti, so sum greinar í dagbløðum og tíðarritum, úrdráttir úr fakbókum og faktíðarritum, tilfar av internetinum o.tíl. Hetta fyri at kjarnaøki og ískoytisøki skulu verða betur lýst.

Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum lesivanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.