Seinast broytt: 
1. juni 2015
Viðmerking: 
Broytingin fevnir um próvtøkuháttin, sum nú kann verða antin munnligur ella skrivligur
Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Støddfrøðin ger vart við seg á so mongum týdningarmiklum samfelagsøkjum, eitt nú í medisini, búskapi, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi.. Hollur støddfrøðiligur førleiki er neyðugur fyri at kunna skilja og hava ávirkan á mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa eitt greiðsluevni til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir næmingur ymiskar hjálparmiðlar, bæði bøkur og tøknilig tól.

Støddfrøði á E-stigi skal geva næminginum grundleggjandi støddfrøðiligar førleikar innan ta  verkligu útbúgvingina, sum næmingurin er farin undir.


2. Endamál

Undirvísingin í støddfrøði á E stigi hevur til endamáls, at næmingurin

  • evnar at arbeiða við tølum og at umbroyta og nýta einfaldar frymlar, so hann megnar at arbeiða við støddfrøði í verki
  • mennir sínar førleikar at kenna aftur støddfrøðilig greiðsluevni, bæði yrkisfakliga og í almennum høpi
  • ognar sær kunnleika um tann partin av støddfrøðini, sum hevur týdning fyri ta yrkisleið, næmingurin hevur valt sær
  • skilir og evnar at nýta grundleggjandi støddfrøðihugtøk, hugsanarhátt og háttaløg, umframt at greiða frá, hvussu ymisk faklig greiðsluevni kunnu loysast við hjálp av støddfrøði
  • fær greiðu á, hvussu støddfrøðin kann vera við til at fremja fatan, seta orð á og viðgera mál innan ymiskar yrkisgreinar, umframt geva innlit í støddfrøðiliga umhugsan
  • betur gerst førur fyri at meta um og at taka støðu, tá ið onnur nýta støddfrøði í sínum virksemi
  • evnar at nýta støddfrøðilig háttaløg til loysn á støddfrøðiligum uppgávum
  • fær tann førleika, ið krevst, fyri at hann megnar at taka útbúgvingina, har støddfrøði er kravdur partur
  • gerst førur fyri at nýta viðkomandi hjálparmiðlar.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í støddfrøði á E-stigi fevnir um 72 pultstímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í støddfrøði á E-stigi eru:

Tal- og symbolrokning

Kjarnaøkið tal- og symbolrokning fevnir um talfatan, vanligu roknihættirnar við tal- og frymlaheildum, prosentrokning, rokning við broti, umframt funktiónir og funktiónshugtøk, ið eru ætlað at lýsa samanhang og broytingar. Eisini fevnir økið um linjurættar funktiónir, umframt at loysa líkningar, harímillum líkningar við tveimum ókendum.

Geometri og trigonometri

Kjarnaøkið geometri og trigonometri snýr seg um at greina eginleikar hjá tvey- og trídimensionalum skapum, umframt at gera tekningar og útrokningar. Einfaldar plangeometriskar myndir (sirkul, tríkant og fýrakant), einfaldar rúmligar myndir (sylindari og prisma). Lærusetningur Pythagorasar, sinus, cosinus og tangens í rættvinklaðum tríkantum, umframt sinus- og cosinusrelatiónir.

Yrkisfakligt verkevni

Arbeitt verður við at gera smærri uppgávur, sum eru tema- ella verkætlanarkendar. Uppgávurnar taka støði í útbúgvingini, sum næmingurin er í. Næmingurin ger tvær tema- ella verkætlanaruppgávur, sum lærarin skal góðkenna sum próvtøkugrundarlag til munnligu próvtøkuna, har próvtøkuspurningurin tekur støði í aðrari av hesum uppgávum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Førleikamálini í støddfrøði eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning, fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í Støddfrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í støddfrøði um at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um støddfrøðiligar spurningar so, at hann dugir at nýta støddfrøðilig hugtøk um hesar spurningar og viðurskifti. At samskifta um støddfrøðilig mál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at orða seg munnliga snýr seg í støddfrøði um at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan, grundaðari á støddfrøði. Tað merkir at vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og røða um spurningar og møguligar loysnir saman við øðrum.

Førleikin at orða seg skrivliga snýr seg í støddfrøði um at loysa eina uppgávu við støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. Harumframt snýr førleikin seg um at gera tekningar, skitsur, skap, talvur og ritmyndir, umframt at nýta støddfrøðilig tekn og formligt mál í lærugreinini.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa støddfrøðiligar uppgávur og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleið­ingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. At megna at lesa í støddfrøði er tí at tulka og gagnnýta tekstir við støddfrøðiligum innihaldi úr gerandis- og arbeiðslívi.

Førleikin at rokna snýr seg í støddfrøði um førleikan at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum gerandisstøðum og í støddfrøðiligum spurdómum, umframt at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong gerandismál, og tí hevur undirvísingin í síni heild ein avgerandi leiklut í hesi menning. Fyri at megna hetta, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættirnar, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, um svarið er rímiligt.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í støddfrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta hesa tøkni til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Eisini snýr hesin førleiki seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina og viðgera og leggja fram dátur við hóskandi hjálparamboðum og vera vandin við keldum, greiningum og úrslitum.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í støddfrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um støddfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaligan framferðarhátt og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í støddfrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini saman við støddfrøðini hava verið við til at broytt  lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum støddfrøðiligum upplýsingum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta við onnur um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um støddfrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Tal- og symbolrokning

Næmingurin dugir

  • at skyna á støðubundnu talskipanini, og kenna menningina av tølunum sum skrivingarhátt
  • at rokna við teimum fýra rokniháttunum og kenna raðfylgjuna av teimum, tá ið roknað verður
  • at samanbera og umrokna heil tøl, desimaltøl, brot, prosent og promillu
  • at leggja saman, draga frá, falda og býta brot
  • at brúka potensar og røtur í útrokningum
  • at velja háttalag at loysa líkningar og líkningaheildir og einfaldar ólíkningar
  • at kenna frummongd og virðismongd umframt størsta og minsta virði
  • at skilja og brúka variabulhugtakið
  • at skilja og brúka prosenthugtakið
  • at skyna á beinum lutfalli
  • at nýta kendar og ókendar formlar, t.d. í sambandi við útrokning av rúmd
  • at nýta teldu og lummaroknara til útrokningar og til at loysa greiðsluevni.

Geometri og trigonometri

Næmingurin dugir

  • at greiða frá eyðkennum hjá ymiskum geometriskum skapum
  • at rokna ummál, vídd og rúmd
  • at skilja og arbeiða við støddarlutfall, einsskap (einsvinklaðir tríkantar) og allíki (kongruens)
  • at gera einfaldar trigonometriskar útrokningar, t.d. við Pythagoras, sinus, cosinus og tangens, umframt at greiða frá sinus- og cosinusrelatiónunum
  • at nýta krossskipan at lýsa staðseting og flyting og duga at rokna longdir og fjarstøður í krossskipan, t.d. spegla, snara, flyta og javnflyta
  • at nýta CAS-amboð og/ella lummaroknara til ymiskar útrokningar.

Yrkisfakligt verkevni

Næmingurin dugir

  • at skilja og taka støðu til upplýsingar, sum innihalda støddfrøðiligar orðingar
  • at meta um gildið av úrslitum
  • at orða greiðsluevni, lýsa mannagongdir og siga frá loysnum, bæði munnliga og skrivliga
  • at arbeiða saman um greiðsluevni, sum hava í sær fleiri loysnir.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Við undirvísngarlok fær næmingurin eitt endaligt talmet. Næmingurin verður mettur í mun til førleikamálini í lærugreinini, og talmetið verður givið við støði í einari heildarmeting av fakligu førleikum næmingsins.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig ella ein skrivlig próvtøka, sum skúlin fyriskipar við uttanhýsis próvdómara, sum Mentamálaráðið útnevnir.

Við støði í einari av tveimum ymiskum tema- ella verkætlanarkendum uppgávum, sum næmingurin hevur arbeitt við í undirvísingini, og sum lærarin hevur góðkent, verður hildin ein munnlig próvtøka. Næmingurin fær aðra próvtøkuuppgávuna við lutakasti, og verður próvhoyrdur í henni. Eingin tíð er sett til fyrireiking. Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming.

Góðkendu próvtøkuuppgávur næminganna og yvirlit yvir undirvísingargongdir verða send próvdómaranum áðrenn próvtøka verður hildin.

Dømingargrundarlag

Próvtakarin skal kunna greiða frá teimum støddfrøðiligu evnunum, sum próvtøkuuppgávan fevnir um. Eisini skal tað verkliga greiðsluevnið, próvtøkuuppgávan snýr seg um, koma greitt til sjóndar í framløguni. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í temauppgávuni. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón. Undir próvhoyringini kann próvtakarin nýta próvtøkuuppgávuna at stuðla seg til.

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • dugir at bera hugsanarhátt sín fram, og at hugsanarháttur próvtakarans eisini sæst greitt  aftur í próvtøkuuppgávuni
  • hevur roknað rætt, og at hann sýnir fakligt hegni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Skrivligt E-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkuuppgávan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og hann er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig og væl grundað. Framløgan er hóskandi skipað. Onkur lýti kunnu koma fyri.

02

Nóg gott

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki so væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men veik, bæði fakliga og málsliga. Greiningin er ivasom, tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Próvtakarin er tó við í fakligu samrøðuni, men týðandi lýti koma fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin verður løgd til rættis við tí fyri eygað, at hvør einstakur næmingur hevur møguleika at røkka fakligu førleikamálunum. Sjálvstøðuga handfaring næmingsins av støddfrøðiligum uppgávum og spurningum og framløga hansara av teimum er megintátturin í undirvísingini.

Støddfrøðiliga fatan og innovativu evni næmingsins verða ment og styrkt við í høvuðsheitum at loysa spurningar og uppgávur gjøgnum royndararbeiði. Tað verður m.a. gjørt við at leggja til rættis induktivar undirvísingargongdir, har næmingurin sleppur sjálvur at seta orða á sín varhuga við støði í ítøkiligum dømum.

Í undirvísingini verður dentur lagdur á nýtsluvirðið hjá støddfrøðini, og næmingurin skal síggja dømi um, hvussu tey støddfrøðiligu háttaløgini kunnu verða nýtt í sambandi við tað yrkisfakliga valið, næmingurin ella lærlingurin hevur gjørt.

Undirvísingin verður løgd til rættis við stigvøkstri í háttaløgum og fakligum innihaldi, samstundis sum støðisførleikar og paratvitan verða styrkt og ment við, at tey verða brúkt regluliga. Eisini verður støddfrøðiliga fatanin hjá tí einstaka næminginum ment við, at arbeitt verður við munnliga miðlan.

CAS-amboð verða ikki nýtt til bert at fremja tær heldur torførari symbolsku útrokningarnar, men skulu eisini stuðla førleikalæringini og menningini av støddfrøðiligum hugtøkum hjá einstaka næminginum.

Arbeiðshættir

Ein týðandi partur av undirvísingini í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum verður lagdur til rættis sum verkætlanargongdir ella sum temauppgávur. Í hvørji einstakari undirvísingargongd verða fakligu málini orðað, støða verður tikin til arbeiðsgongdina, og næmingarnir gera eitt skrivligt verk, sum skal vísa fakligu úrslitini. Aftan á hvørja undirvísingargongd ella í sambandi við repititión verður støða tikin til, hvussu tað fakliga tilfarið, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini, kann verða nýtt sum partur av temauppgávunum, sum eru grundarlag undir munnligu próvtøkuni.

Í undirvísingini skulu næmingarnir loysa uppgávur við tí fyri eygað at teir ogna sær støddfrøðilig hugtøk, háttaløg og førleikar sum heild. Uppgávur verða loystar bæði í tímunum og sum heimaarbeiði.

KT og hjálparamboð

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at roknimaskinur, kt og støddfrøðiforrit gerast týðandi hjálparamboð, tá ið næmingarnir arbeiða við at læra seg at kenna støddfrøðiligu hugtøkini og at loysa støddfrøðilig greiðsluevni. Í tilrættisleggingini gerst venjingin í at nýta hesi hjálparamboð ein týðandi partur, so næmingurin lærir at fremja útrokningar. Harumframt eru roknimaskinur, kt og støddfrøðiforrit partur av tilrættisleggingini av royndarvirkseminum í sambandi við uppgávur og greiðsluevni.